Hví hjálpti eingin Jóannesi?

   

Fyrstu ferð undirritaði hoyrdi tíðindini um handan ambassadørdøgurðan, hugsaði eg hvussu slíkt yvirhøvur kundi koma fyri tá so nógvir "samstarvsfelagar" og so nógvir "vinmenn" luttóku á samkomuni, teir høvdu jú møguleika at velja millum ódnarstormar og lágtrýst, skrivar Lasse Klein.
Vit kunnu øll verða samd við Jóannesi tá hann í Sjónvarp Føroya viðgekk at hatta var eitt ótrúliga óheppið mistak. Hann kom ikki við undanførslum, men legði kortini á borði.
Botnurin hann hevði lagt var ov dyggur, so gekk bara ikki, og síðani kom treytaleysa umberingin.

Tíðliga og seint
Fjølmiðlarnir sum altíð hava eitt vaki eyka fyri slíkum tíðindum vóru skjótir. Fyrst Dimmalætting og síðani Fregnir, og aftaná at alt var yvirstaðið kom Oyggjatíðindi darlandi við somu tíðindum, meðan Sosialurin var meira varðin, og viðgjørdu hendingina aftaná at alt var yvirstaðið. Útvarpið og sjónvarpið vóru dúgligir tíðindaberar hendan dagin, og livdu upp til almennu uppgávu sína, og fingu ikki afturhald.
Ábyrgdarfólk javnaðarfloksins vóru álopin tíðliga og seint, at gera viðmerkingar til hendingina.

Á einum silvurfati
Politisku eygleiðararnir hómaðu stórtíðindi, har formaður Javnaðarfloksins var noyddur at leggja frá sær. Politisku "mótstøðumenninir" høvdu einki sæð og einki hoyrt.
Soleiðis sum tíðindini bórust, var als eingin ivi um, at mótstøðumenn Jóannesar yngstu høvur hansara á einum silvurfati.

Men hvar vóru teir
Allir vinnmennirnir. Allir samstarvsfelagarnir. ? Øll tey sum kundu forða fyri at hendingin gjørdist stórtíðindi í føroysku fjølmiðlunum ? undantikið sjálvandi Sosialurin sum valdi sær annað høvuðsevnið?
Eg má viðganga at eg eri eitt sindur illgrunasamur serstakliga tá tað snýr seg um hesi stórtíðindi: at farið var eftir manninum í staðin fyri bóltinum.

Nýggja keipumynd?
Væl veit eg at tað hevur stóran politiskan týdning fyri mótstøðuflokkarnir at keipumyndin av formanni Javnaðarfloksins bleiv skift út, men eg haldi ikki at tað skal gerast undir slíkum umstøðum, tá hugsa verður um, at "vinnmennirnir" og "samstarvsfelagarnir", høvdu møguleika fyri at velja millum ódnarstormar og lágtrýst.
Um so er at formaður Javnaðarfloksins gjørdi Føroyingum fyri skommum á hasi samkomuni, eiga tey sum ikki forðaðu fyri at hetta hendi, líka stóran part av skommini. Tíverri fyri "kamiratarnir" valdu teir ódnarstormar.