Oddurin skal avgerast

Í Vági verður oddabrak, og í Vestmanna skal VÍF royna at halda fastu um sína støðu

Hondbóltur
Jákup Mørk

Næst seinasta umfarið í grundspælinum hjá kvinnunum er á skránni um vikuskiftið, og eftir øllum at døma er hetta eisini umfarið, har tað verður gjørt av, hvat lið skal standa ovast, tá farið verður undir endaspælið.
Tað er sjálvandi ikki víst, at júst tað verður avgerandi brikkurin í tí spælinum, sum avger meistaraheitið, men hinvegin er heldur einki at ivast í, at báðir partar heldur enn gjarna vilja vera liðið, sum hevur nøsina undan hinum, tá stigini av álvara fara at telja.
Her hevur Stjørnan sum er fyrimunin, og í veruleikanum kunnu tær sum so munandi betri liva við einum tapi. Við hálveringini av stigum verður nevnliga rundað uppeftir, og so hava liðini bæði eins nógv stig, tá endaspælið byrjar.
Tað viðførir so eisini, at størsta trýstið undan dystinum ivaleyst liggur á VB. Tapa tær dystin, so eru nevnliga tvey stig upp til Stjørnuna, tá farið verður í holt við endaspælið. Triðji møguleikin er so sjálvandi, at talan verður um javnleik, men tað kunnu tær í Klaksvík so ikki brúka til nakað sum helst, og tí er einki at ivast í, at tær eins væl og heimaliðið fara eftir báðum stigunum leygardagin.

Tey næstbestu mugu fylgja við
Á Giljanesi verður eisini dystur leygardagin, tá Neistin kemur á vitjan. Skal metast eftir pappírinum, so er einki at ivast í, at Neistin her er risa-favorittur at vinna. Við einum sigri her kann Neistin eisini halda fast í fjarstøðuni, sum er upp til oddaliðini, soleiðis at liðið eisini hevur eina grundaða vón um at leggja seg í heiðursmerkjastríðið eftir nýggjár.
Seinasti dysturin er í Vestmanna sunnudagin, tá StÍF kemur á vitjan. Fyrsta partin av kappingini var StÍF eitt av teimum liðum, sum hampuliga nógv varð roknað av, men seinastu vikurnar hava úrslitini tó verið so sum so. Tí er einki at ivast í, at VÍF eru favorittar, og hjá teimum er eisini neyðugt við tveimum stigum. Ikki minst nú í øllum førum annað av oddaliðunum fer at missa stig um vikuskiftið.