Føroya eftirskúli hevur 5 ár á baki

Føroya Eftirskúli hevur verið til nú í 5 skúlaár, og í løtuni koyrir tað sætta skúlaárið.

 

Í hesum sambandi var tiltak á Seglloftinum á Tvøroyri í dag.

 

Føroya Eftirskúli vildi við hesum serstaka degi varpa ljós á virksemi skúlans, og fortelja søguna um fyrsta eftirskúla í Føroyum.

 

Skúlastýrið handan Føroya Eftirskúla bjóðaði vælkomin og eisini var okkurt tónleikainnslag!

 

Fyrrverandi næmingar vóru við til løtuna, og greiddu frá hvønn týdning tað hevur haft fyri tey at gingið á eftirskúla í Føroyum.