William Heinesen 126 ár í dag

Í sambandi við at William Heinesen fyllir 126 ár í dag, endar eitt sera hendingaríkt jubileumsár, sum var hátíðarhildið við mongum tiltøkum í Føroyum og uttan fyri landoddarnar.

 

Soleiðis skrivar Williamshús á sínum vanga á facebook.

 

Og víðari verður sagt á hesam vanganum:

 

ubileumsárið byrjaði á Landsbókasavninum við minnisframsýning. Á framsýningini var m.a. handritið Den yderste tid sýnt fram, ið er eitt handrit til eina óútgivna skaldsøgu eftir William Heinesen. Á Listasavni Føroya var fyrilestur við Bergi Rønne Moberg, sum var fyriskipaður saman við Listafelag Føroya. Eisini komu fýra sera vøkur serprent út eftir William og Zacharias Heinesen í sambandi við 125 ára føðingardagin. Í miðbýnum í Havn vóru verur hjá Williami Heinesen at síggja sum ljósinstallatión, tá ið Visit Tórshavn og Tórshavnar Kommuna skipaðu fyri tiltakinum HulduLitt, ið millum annað fevndi um huldur og verur í viðarlundini og serfrásøgn um William og huldur hansara í Williamshúsi mánaðarskiftið januar og februar. Huldur hjá Williami vóru eisini at síggja í Norðurlandahúsinum.

 

Williamshús hevur eisini havt metár av vitjandi, m.a. í sambandi við HulduLitt hjá Visit Tórshavn, sunnudagsopið við Randi Kúrberg og sjálvandi eisini rundvísingar við Zacharias Heinesen, sum fólk kunnu bíleggja. Vaksandi áhugin fyri skaldinum og bústaðnum hevur givið íblástur til komandi tiltøk bæði í Williamshúsi og umhvørvinum, sum er kring Willamshús.

 

Norðurbryggjan í Keypmannahavn lýsti William sum listamann við framsýningini “Toner i kunst”, og seinni varð William heiðraður við jubileumsfagnaði, har dentur varð lagdur á William sum skald og tjóðarikon. Tey luttakandi vóru Erik Skyum-Nielsen, Bergur Rønne Moberg, Siri Ranva Hjelm Jacobsen, Rúni Weihe og Annika Hoydal.

 

Á Norðurbryggjuni í Odense var William eisini hátíðarhildin við hugtakandi fyrilestri við Søren Hauge, og her var William eisini kveikjandi íblástur til papírsklippframsýning við Anniku Øyrabø.

 

Bókaútgávurnar vóru fleiri, m.a. bøkurnar Stjernemageren av Søren Hauge, Barbara i høj sø, ein antologi eftir Berg Rønne Moberg og Erik Skyum-Nielsen og nýggj endurútgáva av Spælimonnunum kom út á estiskum.

 

2025 var eisini árið, har William bleiv kanoniseraður í danska gymnasiekanon, og sostatt er William Heinesen aftur at lesa á miðnámsskúlastigi.

 

Hella Joof nevndi ”håbemennesker” og siteraði William í nýggjársrøðu síni, eisini kom danska sjónvarpsrøðin Verdensdamerne á gátt, og franska mentanarrásin ARTE kemur út við spennandi sjónvarpsrøð úr Williamshúsi og Føroyum í 2026. Tað er sanniliga lív í William og Williamshúsi.

 

Í summar var forkunnugt tiltak í Williamshúsi undir Varða. Føðingardagstiltakið var skipað sum hátíðarhald við tónleiki, drekkamunni og spennandi og stuttligari samrøðu millum Bárð Jákupson, Søren Hauge og Berg Rønne Moberg. Eftir røðu hjá Heðin Mortensen, hevði Lea Kampman eisini eina serstaka og inniliga konsert í sitistovuni hjá Williami og Elisu. Williamshús hevur eisini havt metár av vitjandi gestum í sambandi við HulduLitt hjá Visit Tórshavn og summaropið við Randi Kúrberg. Árið í Williamshúsi endaði við bókaútgávum og framførslu við Trygva Danielsen og Lív Mariu Róadóttir Jæger. Vaksandi áhugin fyri skaldinum og bústaðnum hevur givið íblástur til komandi tiltøk bæði í Williamshúsi og umhvørvinum kring Williamshús.

 

Williamshús takkar øllum teimum, sum vóru við til at heiðra William í 2025 og á annan hátt mintust tjóðarikon okkara.

 

Vit takka serliga øllum teimum, sum sjálvboðin leggja tíð og orku í Williamshús, tykkara íkast er við at tryggja stjørnuskaldinum undir Varða eitt pláss í heimsins nalva, skrivar Williamshús á sínum vanga á facebook, og har eru eisini nógvar myndir at síggja.