Landssjúkrahúsið á netinum

Nýggjar tænastur síggja dagsins ljós á nýstovnaðu heimasíðu Landssjúkrahúsins

Tey, sum ynskja at vita meira um Landssjúkrahúsið, hava nú fingið ein nýggjan møguleika at leita sær innlit. Á nýggju heimasíðu Landssjúkrahúsins finst rúgvismikið tilfar um sjúkrahúsið og um tær tænastur, sum sjúkrahúsið veitir borgarunum. Til ber at leita sær kunning um alt frá ferðaendurgjaldi og bíðitíðum til matskránna hjá matarhøllini á sjúkrahúsinum komandi mánaðin.
Endamálið við heimasíðuni er at viðvirka til at fremja opinleika og kunning um virksemið á Landssjúkrahúsinum. Ein partur av innihaldinum á síðuni er stílaður breitt til allar borgarar, meðan aðrir partar venda sær serliga til tey, ið antin sum sjúklingar, avvarðandi ella fakfólk innan heilsuverkið hava serligt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eisini
Umframt at vera kunningarmiðil hjá Landssjúkrahúsinum er heimasíðan eisini karmur um nakrar rættiliga áhugaverdar tænastur, og ætlanin er at menna fleiri slíkar tænastur framyvir.

Bílegg tíð til kanningar
Ein av nýggju tænastunum á heimasíðu Landssjúkrahúsins er møguleikin at bíleggja tíð til kanningar beinleiðis um internetið. Við hesum ber nú til at bíleggja sær tíð til kanningar uttanfyri ásettu telefontíð. Enn kunnu bert tíðir til røntgenkanningar bíleggjast um internetið, men tænastan verður framyvir ment til eisini at umfata tíðarbílegging til aðrar kanningar.

Teldupostur til sjúklingar
Frá heimasíðuni ber eisini til hjá avvarðandi og vinfólki at senda innløgdum sjúklingum eina heilsan. Heilsanin verður skrivað beinleiðis inn á heimasíðuna, og móttakarin fær heilsanina borna sama dag, sum hon er send. Við hesi tænastu fáa fólk uttanfyri sjúkrahúsið møguleika at koma í samband við tann innlagda á ein nýggjan og meira ómakaleysan hátt enn higartil.

Boð um starvslýsingar
Tey, ið kundu hugsað sær at arbeitt á Landssjúkrahúsinum, fáa eisini eina henta tænastu við nýggju heimasíðuni. Umframt at øll leys størv á Landssjúkrahúsinum verða lýst á síðuni, ber eisini til hjá áhugaðum at fáa beinleiðis boð um teldupost, hvørja ferð eitt starv á Landssjúkrahúsinum verður lýst leyst. Øll leys størv verða tó enn sum áður lýst í tíðindabløðunum eisini.
Ein arbeiðsbólkur samansettur av starvsfólki á Landssjúkrahúsinum hevur staðið fyri arbeiðinum at tilevna heimasíðuna, sum í vavi telist millum tær størstu í landinum. Heimasíðan er at finna á adressuni www.lsh.fo