Kunning frá landsstýrismanninum

Beint undan evstamarki okkara varð niðanfyristandi tíðindaskriv um útlendingamálið sent fjølmiðlunum

Útlendingamálið

Út frá tí, sum er komið fram í fjølmiðlunum seinastu vikuna um málið um tey útlendsku ítróttarfólkini, haldi eg meg kunna siga, at aktørarnir á økinum hava ikki sett seg nóg væl inn í málið - ella nýta teir ikki ta kunning, teir hava fingið. Og tá forsetin í ÍSF og onnur viðgera málið á fullkomiliga skeivum grundarlagi, so er neyðugt hjá mær at tala at.
Umboð fyri ÍSF eru væl og virðiliga kunnað um málið á tveimum fundum í Innlendismálaráðnum, bæði eg og embætisfólkini hava verið tøk hjá tíðindafólkunum og øðrum við upplýsingum, umframt at eg á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum havi kunnað um útlendingamálið í síni heild. Øll, ið hava viðgjørt og úttalað seg um hetta mál, hava havt allar fortreytir fyri at tilogna sær hesa vitan.
Tað er beinleiðis skeivt, tá tað í einum tíðindablað í dag verður sagt, at Innlendismálaráðið grundgevur við, at útlendingar eru ein av orsøkunum til arbeiðsloysið í Føroyum. Innlendismálaráðið hevur ongantíð nýtt hetta sum grundgeving, og hetta er ikki at skilja málið - ella tilvitað at reingja tað á ein sera óseriøsan hátt.
Útlendsku ítróttarfólkini skapa ikki trupulleikarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru trupulleikarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum ávirka støðuna hjá ítróttarfólkunum. Tað er ikki ein viðkomandi spurningur, hvørja ávirkan ein ella tveir útlendingar hava á arbeiðsloysið í einum ávísum øki, sum eisini hevur verið lagt upp til.
Útgangsstøðið í útlendingalógini er, at aðrir útlendingar enn norðurlendingar hava ikki loyvi at arbeiða í Føroyum, og talan skal vera um »væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn», áðrenn tað yvirhøvur verður umhugsað at geva hetta loyvið.
Her er tað, at støðan á arbeiðsmarknaðinum ávirkar ítróttarfólkini. Hesi vinna sær flest øll til lívsins uppihald við ófaklærdum arbeiði, meðan ítróttaryrkið bert er partvíst lønt - um tað yvirhøvur er lønt. Og tá vit stórt sæð ikki longur viðmæla, at útlendingar fáa loyvi at arbeiða sum ófaklærd í Føroyum, so kann Innlendismálaráðið heldur ikki viðmæla, at útlendingar, sum skulu íðka ítrótt framíhjá, fáa loyvi at arbeiða sum ófaklærd.
Tíðindaskrivið er undirskrivað av Jógvani við Keldu, landsstýrismanni.