føroyingar stóðu í fleiri førum eftir sum avgerandi leikararnir. Í fremstu íslendsku mansdeildini - Ólisdeildini - eru fimm føroyingar í tveimum feløgum. Og hesi bæði feløg brustu saman longu í kappingarársins [...] frøast eftir leiklok. KA vann 23-21 í einum dysti, har Nicholas Satchwell hevði ein høvuðsleiklut við nógvum góðum bjargingum. Áki Egilsnes gekk undan í álopinum, har hann í seinna hálvleiki var sera avgerandi [...] Akureyri hevur framvegis Áka Egilsnes og Allan Norðberg á liðnum, og í summar er føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell komin afturat. Í summar fóru teir báðir, Rógvi Dal Christiansen og Vilhelm Poulsen
tí at kjakast verður í tveimum liðum - 10 valevni í nátt, og hini 10 verða at síggja komandi nátt. Orsøkin til hetta er, at leiðslan í demokratiska flokkinum hevur gjørt av, at í ár skuldu heili 20 valevni [...] kom upp at venda. Tulsi Gabbard, ið sjálv hevur verið í hertænastu í Miðeystri, fanst hvassliga at ætlanum at lata amerikanskar hermenn vera verðandi í Afghanistan og nýtti høvið at vísa á, at fyri lótu tveir [...] sleppa framat í sjónvarpskjaksendingunum. Millum evnini, ið vórðu tikin upp, vóru innflytarar og heilsuverk, og serliga gjørdist orðaskiftið hvast, tá leikluturin hjá amerikanska herinum í Miðeystri kom
SMS-deildin: VÍF - H71 27-28 Bæði VÍF og H71 vunnu fyrsta dystin í SMS-deildini sunnudagin áðrenn liðini bæði hittust í Vestmanna í kvøld. Dysturin skuldi vísa seg at vera bæði javnur og málríkur. H71 [...] helt sær allan dystin. Tað var lítið at ivast í at dysturin skuldi avgerast í seinastu løtunum og sov varð eisini. H71 misnýtti møguleikar at økja upp í trý mál, meðan VÍF eisini misnýttu møguleikar at [...] hevði alt fyri eitt hug at leggja seg á odda við einum og tveimum málum, men VÍF javnaði svaraði aftur ferð eftir ferð, serliga við Liljuni Müller í fyrra hálvleiki. Marita Mortensen gekk undan við málskjótingini
býnum. Tyrlan, sum datt niður í fjallalendið í ein útsynning úr Alta, fleyg leigutúrar, og tað var í samband við festivalin - Høstsprell - at ungu fólkini í gjár vóru á ferð í tyrluni. Eftir at tey avvarðandi [...] aldur og ein svenskur tyrluskipari, sum doyðu í vanlukkuni í Alta í Noregi seinnapartin leygardagin. Alta, sum nú er raktur av nívandi sorg, er størsti býur í Finnmørkini og fimm av teimum, sum lótu lív [...] ára gamal svenskur ríkisborgari. Løgreglan hevur ikki upplýst nøvnini á tveimum teimum seinastu, sum eisini lótu lív, og hetta er í samráð við avvarðandi hjá teimum deyðu. ##med2## - Alta er ikki størri
nýggja svimjihøll í Havn við einum 50 metra longum hyli til kappsvimjarar. Tað er meirilutin í Tórshavnar Býráði samdur um. Býráðið hevur annars tosað um at gera nýggja svimjihøll í fleiri ár, men enn [...] at, nær ÍSF fær nýtt høvusæti. Tað er minnilutin í býráðnum ikki samdur í, tí tey halda ikki, at býráðið eigur at drála við ætlanina og tey vísa á, at í fjør vórðu 4,5 milliónir krónur settar av til endamálið [...] enn er hon ikki loyst úr lagdi. Men fyri tveimum árum síðani varð kortini byggiskráin gjørd og lýst varð til arkitektakapping um høllina, sum SNA arkitektar vunnu. Samstundis vórðu Bergun Kass og Heðin Mortensen
hevur verið væl betri her í Nuuk, enn spátt varð frammanundan. Tí verður eisini onkur fríløta brúkt í sólini, hóast hitastigini ikki eru tey nógvu. Í dag lova veðurmennirnir tó upp í 15 hitastig. Tað verður [...] vitjar í Grønlandi í hesum døgum. Sagt verður, at dagarnir eru farnir við vitjanum á ymiskum støðum og umborð á skipum. - Vit hava millum annað sungið og hava havt andaktir á tveimum ellisheimum, í fangahúsinum [...] vitjað hevur eisini verið umborð á skip. Í dag skal Grønlandstoymið syngja og hava andakt á einum dagtilhaldi fyri eldri fólk, syngja á sjúkrahúsinum og í gongugøtuni. Í kvøld verður hugnaløta saman við st
Íslandi og býr í Havn. -Eg havi áhuga í umhvørvi og dálking, og havi fylgt við í íslendskum sjónvarpi og á heimasíðuni og sæð hvar fløskuposturin er. Tá eg sá at hann var í Føroyum setti eg meg í samband við [...] góðum ári síðani, kom á land í sanoynni eftir at hava ferðast fleiri túsund kilometrar tvørtur um Atlantshavið. Íslendsku vísundamenninir sleptu tveimum fløskupostum á havið í 2016, og báðir ruku teir v [...] verður transporteraður aftur til Íslands í næstum. Hetta er ein vísundalig verkætlan, við tí endamáli at kanna hvar rusk í havinum endar. Rusk verður ikki bara burtur í havninum, men verður ein trupulleiki
Í gjár skrivaði FC Barcelona søgu í Champions League, tá felagið sum tað fyrsta nakrantíð megnaði at venda einum 4-0 tapi í fyrra dystinum, til ein samlaðan sigur. 6-1 sigurin hjá Barcelona í gjár verður [...] um dømingina í dystinum. Millum annað vildi PSG hava brotsspark í fyrra hálvleiki, men hóast bólturin fór í hondina á Javier Mascherano, so bríkslaði dómarin ikki. Mest umtalað støðan kom í seinasta minuttinum [...] vísti bara í løtum hvørjir vit eru, men dømingin við tveimum brotsspørkum til teir, og vit ikki fáa eitt, ger stóran mun, sigur Unai Emery. Venjari og spælararnir hjá PSG fáa í dag av at vita í fronsku miðlunum
vunnið bronsu í donsku meistarakappingini í amboðsfimleiki. Bogi stillaði upp í tveimum amboðum, gólv og lop yvir hest, og megnaði hann leygardagin at kvalificera seg til finalupláss í báðum amboðum. [...] nýggju reglugerðini í amboðsfimleiki er ikki loyvt at hava tvey lop, ið líkjast ov nógv. Hetta kostaði sostatt Boga medaljuplássið í lop yvir hest. Hóast óhepnu støðuna í úrslitinum í lopunum, so er Bogi [...] Bogi eina bronzumedalju í finaluni. Stutt var upp til silvurmedaljuna, og munurin millum Boga og kappingarneytan á 2. plássi var einans 0,100 stig, sum svarar til eitt lítið fet í eini lending. Lopini yvir
9. umfar í landskappingini 2017 er í dag. Dystirnir eru KÍ-HB, Víkingur-TB/FCS/Royn, B36-07 Vestur og Skála-EB/Streymur. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Allir dystinir byrja [...] Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches) Rás2 á staðnum Rás2 sigur frá tveimum dystum í dag. Í Klaksvík millum KÍ og HB, og í Sarpugerði, har Víkingur tekur móti TB/FCS/Royn. Aftaná verður 3. Hálvleikur [...] koma sjónbandamyndir, samrøður og myndir frá dystunum í dag. Myndatema verður úr Klaksvík og Sarpugerði. Stroyming: Kringvarpið stroymar frá dystinum í Sarpugerði millum Víking og TB/FCS/Royn. Víkingur-T