Um vikuskiftið brustu føroyingar saman á bæði íslendskum og donskum leikvøllum. Og føroyingar stóðu í fleiri førum eftir sum avgerandi leikararnir.
Í fremstu íslendsku mansdeildini - Ólisdeildini - eru fimm føroyingar í tveimum feløgum. Og hesi bæði feløg brustu saman longu í kappingarársins fyrsta dysti, sum KA vann 23-21 á Fram.
KA úr Akureyri hevur framvegis Áka Egilsnes og Allan Norðberg á liðnum, og í summar er føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell komin afturat.
Í summar fóru teir báðir, Rógvi Dal Christiansen og Vilhelm Poulsen, eisini til Íslands, har teir skrivaðu sáttmála við Fram úr Reykjavík.
Føroyingarnir allir hittust fríggjakvøldið á Akureyri, og tað vóru heimamenninir, sum kundu frøast eftir leiklok.
KA vann 23-21 í einum dysti, har Nicholas Satchwell hevði ein høvuðsleiklut við nógvum góðum bjargingum. Áki Egilsnes gekk undan í álopinum, har hann í seinna hálvleiki var sera avgerandi. Hann skoraði seks mál henda dagin, meðan Allan Norðberg var á beinkinum fyri tað mesta.
Nýggju føroyingarnir í Fram fingu eisini góða leiktíð, og teir takkaðu fyri álitið. Vilhelm Poulsen skoraði eina ferð, meðan Rógvi Dal Christiansen skoraði fýra mál av strikuni.
Stigatalvan í íslendsku Ólisdeildini: (hsi.is)
| Nr | Felag | D | Stig |
| 1 | ÍBV | 1 | 2 |
| 2 | Valur | 1 | 2 |
| 3 | Afturelding | 1 | 2 |
| 4 | KA | 1 | 2 |
| 5 | Selfoss | 1 | 2 |
| 6 | Haukar | 1 | 2 |
| 7 | Stjarnan | 1 | 0 |
| 8 | Grótta | 1 | 0 |
| 9 | Þór Ak. | 1 | 0 |
| 10 | Fram | 1 | 0 |
| 11 | FH | 1 | 0 |
| 12 | ÍR | 1 | 0 |












