Bogi vann bronsu í DM

Bogi Berg hevur um vikuskiftið vunnið bronsu í donsku meistarakappingini í amboðsfimleiki.

 

Bogi stillaði upp í tveimum amboðum, gólv og lop yvir hest, og megnaði hann leygardagin at kvalificera seg til finalupláss í báðum amboðum. Finalukappingin var sunnudagin, og her spældi væl av hjá Boga.

 

Gólvíðkanin hjá Boga eydnaðist sera væl. Við einum karakteri á 12,600 stig vann Bogi eina bronzumedalju í finaluni. Stutt var upp til silvurmedaljuna, og munurin millum Boga og kappingarneytan á 2. plássi var einans 0,100 stig, sum svarar til eitt lítið fet í eini lending.

 

Lopini yvir hest hjá Boga eydnaðust væl, og eina løtu sá út til at hann fór at vinna lopfinaluna. Tá allir íðkararnir høvdu fingið stig lá Bogi á einum 2. plássi, einans 0,075 stig frá gullmedaljuni. Tó komu dómararnir stutt eftir fram á eina tekniska villu hjá Boga, sum førdi til ein frádrátt á heili 2,0 stig, og gjørdi hetta at Bogi endaði á 4. plássi, og harvið ikki rakk einum medaljuplássi. Tekniska villan var tann, at lopini hjá Boga vóru ov lík hvørjum øðrum, og sambært nýggju reglugerðini í amboðsfimleiki er ikki loyvt at hava tvey lop, ið líkjast ov nógv. Hetta kostaði sostatt Boga medaljuplássið í lop yvir hest.

 

Hóast óhepnu støðuna í úrslitinum í lopunum, so er Bogi avbera nøgdur við úrtøkuna til DM í amboðsfimleiki 2017.

 

Bogi venur í Aalborg, og luttók fyri felagið GymAalborg.