Nógvar opnar hurðar í Grønlandi

Nú Grønlandstoymið vitjar í Grønlandi, standa nógvar hurðar opnar, og tey hava eisini gott veður har yviri.

- Um summarið kom við okkum til Grønlands, skulu vit lata vera ósagt, men veðrið hevur verið væl betri her í Nuuk, enn spátt varð frammanundan. Tí verður eisini onkur fríløta brúkt í sólini, hóast hitastigini ikki eru tey nógvu. Í dag lova veðurmennirnir tó upp í 15 hitastig.

 

Tað verður sagt á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini, nú sonevnda Grønlandstoymið aftur vitjar í Grønlandi í hesum døgum. Sagt verður, at dagarnir eru farnir við vitjanum á ymiskum støðum og umborð á skipum.

 

- Vit hava millum annað sungið og hava havt andaktir á tveimum ellisheimum, í fangahúsinum, umborð á grønlandska rækjutrolaranum Acadienne Gale II, og vit hava vitjað Bláakross-felagið, har vit sungu og kunnaðu um arbeiðið hjá Bláa Krossi í Føroyum.

 

Lagt verður aftrat, at Grønlandstoymið í hesum døgum hevur dagligu andaktirnar á Sjómansheiminum, har tey royna at vera blíð og práta við bæði starvsfólk og vitjandi, og vitjað hevur eisini verið umborð á skip.

 

Í dag skal Grønlandstoymið syngja og hava andakt á einum dagtilhaldi fyri eldri fólk, syngja á sjúkrahúsinum og í gongugøtuni. Í kvøld verður hugnaløta saman við starvsfólkunum á Sjómansheiminum, har tey fara at pilka og eta rækjur, sum Grønlandstoymið fekk umborð á Acadienne Gale II.

 

Lagt verður aftrat, at í annaðkvøld klokkan 20 bjóðar Grønlandstoymið til eitt sangkvøld í matarhøllini á Sjómansheiminum, har øll eru hjartaliga vælkomin. Drekkamunnur, prát og hugni verður eisini á skránni.