Fallið í Barcelona: Tað var ikki brotsspark

- Men tað er ongin umbering, sigur liðskiparin hjá PSG

Í gjár skrivaði FC Barcelona søgu í Champions League, tá felagið sum tað fyrsta nakrantíð megnaði at venda einum 4-0 tapi í fyrra dystinum, til ein samlaðan sigur. 6-1 sigurin hjá Barcelona í gjár verður lýstur sum aldarinnar “comeback”.

 

Les eisini: Barcelona er víðari!

 

Eftir dystin hevur nógv kjak verið um dømingina í dystinum. Millum annað vildi PSG hava brotsspark í fyrra hálvleiki, men hóast bólturin fór í hondina á Javier Mascherano, so bríkslaði dómarin ikki.

 

Mest umtalað støðan kom í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð, tá umstríddi framherjin hjá Barcelona, Luis Suarez, alt ov lætt fór umkoll í brotsteiginum hjá PSG. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Neymar sendi í málið til 5-1.

 

- Tað er ikki ein umbering, men eg haldi ikki tað er brotsspark, sum verður framprovokerað av Luis Suarez, sigur Thiago Silva, liðskipari hjá Paris Saint-Germain.

 

Heldur ikki venjarin hjá fronsku meistarunum heldur, at talan er um brotsspark.

 

- Vit vísti bara í løtum hvørjir vit eru, men dømingin við tveimum brotsspørkum til teir, og vit ikki fáa eitt, ger stóran mun, sigur Unai Emery.

 

Venjari og spælararnir hjá PSG fáa í dag av at vita í fronsku miðlunum. L'Equipe hevur yvirskriftina “Inqualifiable”, sum leystliga merkir, at blaðið ikki hevur orð fyri hvussu vánaligt avrikið er. Seinast blaðið førdi við somu yvirskrift var í 1993, tá Frakland í evstu løtu tveitti luttøkuna til HM endaspælið 1994 í USA vekk, í heimadysti móti Bulgaria.