Um árskiftið verður farið undir at projektera eina nýggja svimjihøll í Havn við einum 50 metra longum hyli til kappsvimjarar.
Tað er meirilutin í Tórshavnar Býráði samdur um. Býráðið hevur annars tosað um at gera nýggja svimjihøll í fleiri ár, men enn er hon ikki loyst úr lagdi.
Men fyri tveimum árum síðani varð kortini byggiskráin gjørd og lýst varð til arkitektakapping um høllina, sum SNA arkitektar vunnu. Samstundis vórðu Bergun Kass og Heðin Mortensen vald at umboða býráðið í eini bygginevnd fyri høllina.
Men síðani er meirilutin komin eftir, at tað er ikki rúm á fíggjarætlanini fyri at gera projektið enn og tískil er niðurstøðan at tað skal útsetast til næsta ár. Tískil er meirilutin samdur um, at projekteringin skal byrja um árskiftið og at peningur verður settur av til byggingina í 2019.
Men tað verður seint næsta ár, at farast kann undir byggingina, tí umsitingin hjá býráðnum metir, at projekteringin tekur eitt ár, umframt at tað tekur tveir, tríggjar mánaðir at avgreiða útboðið. Nýggja svimjihøllin skal byggjast har húsið hjá ÍSF er, so tað er eisini tengt at, nær ÍSF fær nýtt høvusæti.
Tað er minnilutin í býráðnum ikki samdur í, tí tey halda ikki, at býráðið eigur at drála við ætlanina og tey vísa á, at í fjør vórðu 4,5 milliónir krónur settar av til endamálið. Minnilutin heldur, at tær eiga at verða fluttar til í ár og so kann peningur setast av til byggingina næsta ár.