Fløskuposturin við GPS, sum íslendskir vísundamenn sleptu á havið fyri góðum ári síðani, kom á land í sanoynni eftir at hava ferðast fleiri túsund kilometrar tvørtur um Atlantshavið.
Íslendsku vísundamenninir sleptu tveimum fløskupostum á havið í 2016, og báðir ruku teir vestureftir framvið Grønland og síðani móti Kanada áðrenn teir ruku vestueftir. Longi sá út til at annar fløskuposturin fór at reka aftur til Íslands, men hann rak framvið Hetland og síðani til Føroya.
Tað var fólkaskúlalærarin Laufey Óskarsdóttir Hansen sum saman við makanum og trimum børnunum teirra sum fann fløskupostin. Laufey Óskarsdóttir Hansen er úr Íslandi og býr í Havn.
-Eg havi áhuga í umhvørvi og dálking, og havi fylgt við í íslendskum sjónvarpi og á heimasíðuni og sæð hvar fløskuposturin er. Tá eg sá at hann var í Føroyum setti eg meg í samband við vísundamannin Ævar, sum eigur fløskupostin fyri at fáa tað vátta. Hann segði, at tað passaði at fløskuposturin var komin á land í Húsavík, sigur hon.
Íslendski fløskuposturin við GPS rikin til Húsavíkar
Síðani fóru hon og familjan ein túr til Húsavíkar og funnu fløskupostin har. Hon greiðir frá, at hann nú er heima hjá henni og verður transporteraður aftur til Íslands í næstum.
Hetta er ein vísundalig verkætlan, við tí endamáli at kanna hvar rusk í havinum endar. Rusk verður ikki bara burtur í havninum, men verður ein trupulleiki við strandarlond aðra staðir í heiminum.