Fótbóltsheiðran Her fyri vóru KÍ-kvinnurnar við í fyrstu útgávuni av UEFA Champions League fyri kvinnulið, og hóat tað ikki eydnaðist teimum at koma víðari, so stóðu tær seg kortini betri enn føroysku [...] Finnlandi. Tað var móti eysturríksku meistarunum, at sigurin kom til høldar, og hóast tær síðani máttu lúta fyri italsku og finsku meistarunum, so skerst ikki burtur, at talan var um sera góð úrslit. Rættin [...] komandi ár. Í Klaksvík ætla tey sær eisini at gera nógv burturúr, nú kvinnurnar koma aftur. Saman við Føroya Bjór og Kjølbro Heilsølu fer Kiosk Vár at skipa fyri móttøku, og verður hendan í hølunum hjá
Mjølnir, sum gjørdu um seg. Dráttur vann, tá saman um kom føroyameistaraheitið, men í steypafinaluni máttu tær lúta fyri 2-3 Mjølni, eftir at tær annars høvdu verið á odda 2-0. Sjálvndi skulu hesi bæði liðini [...] men tá fleiri av leikarunum er farin antin til Havnar ella til Danmarkar at lesa, hevur gingist illa við at umseta góða ungdómsarbeiðið til úrslit í vaksnu deildunum. Nú er tó líkt til, at hetta bert er søga [...] søga. TB hevur í ár fingið útlendskan venjara, og harafturat koma tvær útlendskar kvinnur at spoæla við liðnum. Venjarin er italienarin, Leoni Emanuele og tær báðir spælararnir eru sambúgvi hansara, Lily
nógvar kilometrar heldur, men tey vóru øll røsk. Lærararnir vóru við teimum, og tað sást á teimum, at tað ikki var hugurin, ið bilaði nakað. Við 10 minuttum ímillum, so løgdu teir ymsu flokkarnir fyri frá [...] og blaðmanni at fylgja við. Málið er eisini har tey byrjaðu, í Kommunuskúlanum. Tá næmingarnir komu oman aftur í skúlan, so fingu teir eisini hvør sítt pop top at leska sær við, og tað sá út sumum, at [...] framvið Hoydølum, niðan eftir Mannbrekku, eftir Vegnum Langa. Tey, sum skuldi renna 10 kilometar máttu eisini allanvegin niðan móti vatnverkinum í Villingardali. Tey, sum ynsku at renna ein eitt sindur
at enda hevði Fram ólíka lættari við at vinna síni trý sett, enn Mjølnir hevði havt við at vinna síni tvey. Samanumtikið ein væl uppiborin sigur til Fram, men teir máttu stríðast fyri tí. [...] Weihe, sum kanska var høvuðsorsøkin til, at Mjølnir fánaði so líðandi. Við støðuni 10-5 til Mjølnir í triðja setti fekk hann við nøkrum góðum jump-servum javnað støðuna til 10-10, og hetta var tað, sum [...] Flogbóltur Sum tey flestu høvdu roknað við, eydnaðist tað hjá Fram at vinna á Mjølni, men havnarliðið mátti veruliga kempa fyri sakini, og í roynd og veru lá Mjølnir eitt skifti í triðja setti til at vinna
so dánt við Kyndli. Íslendingurin tók ferð eftir ferð ábyrgd í annars tannleysa álopinum, og sum skotini hjá honum sótu, kundi sjálvt ikki tann annars sera væl spælandi Lars Black gera nakað við tey. Dýrur [...] hálvleiki skuldi halda fram. Kyndil helt á við sama ágrýtna spælinum, og eftir tá munurin var størstur, høvdu teir vunnið seg upp á 16-11, men tá raknaði Neistin brádliga við. Heini Joensen, sum annars hevði verið [...] Kanska eru bestu dømini um hetta júst tey bæði havnarfeløgini. Neistin hevur í øllum førum trivist væl við nýggju gongdini, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um sagt verður, at gullmerkið fyri hálvum
Soylu at síggja, so tað var sjónligt, at sandoyingar royndu seg við kollveltandi broytingum, til tess at vinna seg aftur inn á Skála. Við hjálp frá undanvindinum sá tað eisini eina løtu út til, at sandoyingar [...] fólkið aftur, men hildu alla tíðina tveir mans á toppinum. Hetta var við til at forða fyri einum veruligum trýsti frá B71, tí teir máttu eisini ansa eftir møguleikanum fyri kontraálopum. Sjálvsagt eigur at [...] tvørtræið frá Bergleifi Brimvík komu sandoyingarnir tó ikki, og spakuliga komu skálamenn alt betri við í dystin. Tað vóru serliga teir tríggir á miðásini, Pauli Poulsen, Pauli Hansen og Alexandur Johansen
Fólkafloksmenn hava eftir øllum at døma ilt við at skilja, at gerningar mugu fylgja orðum, skulu hesir varðveita tað trúvirðið, teir nú einaferð máttu havt. Fólkaflokkurin sigur, at um blokkurin ikki varð [...] hevur økt umsitingina av hesari forsømdu vælferð. Tað er ikki so løgið, at Fólkafloksmenn eru illa við av gongdini, men sum ikki einaferð, so er bæði diagnosa og heilivágur skeivt hjá teimum. Ongantíð áður [...] stóra umsiting, tá man ger sum samgongan og fer niður til donsku stjórnina ? óivað gjørdu teir tað við frælsi og sjálvbjargni í huga ? og biður um ein prístalsreguleraðan blokk í trý ár. Tað er eingin loyna
stigatalvuni, og hóast liðið aftur í ár er styrkt við útlendskum leikarum, so bendi fyrsti dysturin ímóti Kyndli ikki á, at liðið fór at gera nakað við væntaðu oddaliðini. Tað tóktist tó skjótt greitt, [...] tað av álvara spennandi í seinasta minuttinum. Við 40 sekundum eftir á klokkuni kom Neistin upp á 27-26. Tjaldur fór í álop, dríggjaði sær tíðina, og við sjey sekundum eftir smekkaði Sverri til. Neistin [...] árini. Við altíð vandamikla Sverra Justinussen og frálíka samspælinum millum Sarcevic og Mortan Hansen tykist í øllum førum vera garanti fyri, at álopsspælið er á eini leið. Roknast kann eisini við, at
hvalvíkingar fóru at basa vestmenningum. So skuldi ikki verða. Vælnøgdir vestmenningar Við tí í huganum at KTF hittu HT 2 máttu vestmenningar helst vinna sín dyst ímóti hvalvíkingum. Vestmenningar stríddust eisini [...] meistara í áttanda umfarinum, kundi hann við at vinna seinasta talvið ? eisini altjóða meistari - bjarga kappingini somikið at hann eisini fekk nøkur ratingstig við heimaftur í lumman. Bert sekstan leikir [...] framanfyri í fyrru helvt. Í ár tykist støðan heldur broytt, tí vestmenningar strúka einsamallir saman við klaksvíkingar avstað ímóti FM-tindinum. Havnarmenn leiktu óvæntað bert ein 2-2 javnleik ímóti veikasta
kom á vøllin. Máttu verja væl Esbjerg legði bragdliga fyri, og fyrra partin av 1. hálvleiki hevði álopsmaðurin Henrik Nielsen tveir góðar møguleikar, sum hann misnýtti. So kom AGF meiri við, og eftir hornaspark [...] Jacobsen var í fjúrtan manna hópinum hjá Esbjerg, sum hóskvøldið var í Århus. Ørindini vóru at stríðast við stórfelagið í Århus um, hvat av sigursvandu jysku feløgunum skuldi vera í hattinum, tá tað á middegi [...] hornaspark komu teir á odda. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru teir tætt við aftur at skora og harvið næstan at leggja lok á, men tað miseydnaðist. Í staðin kom Esbjerg fyri seg aftur, og fyrrverandi OB spælarin