TB skal takast í fullum álvara

Kvinnurnar hjá TB hava veruliga gjørt seg til í ár, og liðið eigur at roknast sum ein hin fremsti FM-kanditaturin


 

Flogbóltur


Flogbóltslandskappingin fer í gongd um vikuskiftið, og tað er ikki sørt, at stórur spenningur longu nú er um, hvønn veg gullmerkini fara, tá avtornar.


TB riggar til

Hjá kvinnunum vóru tað í fjør serliga Dráttur og Mjølnir, sum gjørdu um seg. Dráttur vann, tá saman um kom føroyameistaraheitið, men í steypafinaluni máttu tær lúta fyri 2-3 Mjølni, eftir at tær annars høvdu verið á odda 2-0.

Sjálvndi skulu hesi bæði liðini eisini takast í álvara, men í ár er líkt til, at kappingin fer at verða hørð frá fleiri av hinum liðunum.

Serstakliga er tað TB, sum í ár hevur gjørt seg til. TB hevur ígjøgnum fleiri ár havt sera góð ungdómslið, men tá fleiri av leikarunum er farin antin til Havnar ella til Danmarkar at lesa, hevur gingist illa við at umseta góða ungdómsarbeiðið til úrslit í vaksnu deildunum.

Nú er tó líkt til, at hetta bert er søga. TB hevur í ár fingið útlendskan venjara, og harafturat koma tvær útlendskar kvinnur at spoæla við liðnum.

Venjarin er italienarin, Leoni Emanuele og tær báðir spælararnir eru sambúgvi hansara, Lily Popescu úr Rumenia, hon er 33 ár, og 20 ára gamla Maja Popovic úr Bosnia-Herzegovina. Maja er annars systur leikandi venjaran hja Drátti í fjør, Maryna Popovic, sum eisini gjørdist ársins leikari.

Hóast hon bara er 20 ár, hevur hon longu roynt seg sum professionella, hon var eitt stutt skifti í Týsklandi, har hon spældi í Leipzig. Men tað dámdi henni onki serligt, umhvørvið var kalt, hon hevði onki samband við nakran av hinum á liðnum, kendi seg einsamalla og longdist illa heim. Tì gavst hon og fór heimaftur eftir fáum vikum. Tey siga, at henni dámar stak væl í Føroyum, tey stórtrívast og tvørafólk taka sær væl av teimum útlendsku spælarunum og so hevur hon eisini systrina nærhendis.

At TB skal takast í álvara var sjónligt í Fleyr-kappingini seinasta vikuskiftið. Her vann TB kappingina, og ikki nóg mikið við tí. Tær vunnu allar dystirnar 3-0, og vóru bæði Mjølnir og Dráttur ímillum mótstøðuliðini. Tað skal tó nevnast, at hópurin hjá TB í ár tykist sera tunnur, og skal tískil ikki so nógv til, fyrr enn liðið av álvara viknar.

Sum nevnt, so verða tað serliga Mjølnir og Dráttur, sum fara at geva TB kapping í oddinum. Dráttur hevur eins og í fjør útlendskan styrk á liðnum, og so er spurningurin, um tað framhaldandi er nóg mikið við heimligu leikarunum hjá Mjølni.

Hini trý liðini í deildini, Fleyr, ÍF og Fossánes skulu sjálvandi ikki forsmáast í øllum hesum, men lítið er at ivast í, at tey koma at kappast um plássini uttan fyri heiðursmerkjarøðina.


SÍ er spennandi

Hjá monnunum stóð kappingin í fjør ímillum fyrst og fremst Mjølnir og ÍF, men eisini Fram og Fleyr vóru til tíðir væl við, og tað vóru eisini úrslitini ímóti hesum feløgum, sum avgjørdu meistaraheitið.

Tá var tað bert SÍ, sum at kalla datt uttan fyri fína selskapið, men nú eru sørvingar so dyggiliga troyttir av hesum. Borko Ilic hjá Mjølni er fingin til felagið, og harafturat hava sørvingar fingið hendur á enn einum jugoslava, so líkt er til, at talan verður um eitt sera sterkt lið hetta kappingarárið. Hetta varð eisini staðfest í Fleyr kappingini, har SÍ ikki gjørdi mætari enn at finna finaludystin, sum var ímóti Fram.

Eisini Fleyr hevur riggað seg eitt sindur til, soleiðis at teir nú aftur hava ein útlendskan venjara, og spurningurin er so, um hetta er nóg mikið til at skapa tann stabilitetin í spælinum, sum í alt ov stóran mun restaði í hjá teimum í fjør.

Sum nevnt eru hini liðini í deildini eisini sterk, og helst fæst ein ábending um, í hvussu stórum álvara hóttanin frá SÍ skal takast, tá teir í fyrsta umfarinum taka ímóti greipuvinnarunum frá í fjør, ÍF.