Orð og gerningar

Oddagrein

 

Fólkafloksmenn hava eftir øllum at døma ilt við at skilja, at gerningar mugu fylgja orðum, skulu hesir varðveita tað trúvirðið, teir nú einaferð máttu havt.


Fólkaflokkurin sigur, at um blokkurin ikki varð minkaður, so endaði hann í almennari nýtslu og avskeplaði búskapin. Argumentið hjá teimum kann fylgjast í ein vissan mun, men tá so hugt verður at avrikunum hjá hesari samgonguni, so er alt trúvirðið fokið. Hendan samgongan hevur forsømt grundleggjandi vælferðina og hevur økt umsitingina av hesari forsømdu vælferð. Tað er ikki so løgið, at Fólkafloksmenn eru illa við av gongdini, men sum ikki einaferð, so er bæði diagnosa og heilivágur skeivt hjá teimum.


Ongantíð áður er føroyska umsitingin vaksin so nógv sum undir leiðslu Fólkafloksins, samstundis, sum teir rópa upp um skattalætta her og avgjaldslækking der. Hetta hongur ikki saman! Okkum tørvar ikki eina stóra umsiting til at føra fólkaflokspolitikk og skuldarsanera rækjubátar.


Tað er lætt at fíggja eina stóra umsiting, tá man ger sum samgongan og fer niður til donsku stjórnina ? óivað gjørdu teir tað við frælsi og sjálvbjargni í huga ? og biður um ein prístalsreguleraðan blokk í trý ár.


Tað er eingin loyna, at ein flokkur sum Fólkaflokkurin priotierar øðrvísi, enn teir meira solidariskt sinnaðu flokkarnir.


Breckmannska pensiónsskipanin, ið samgongan ætlar at innføra er eitt greitt tekin um, at man ætlar so ikki at prioritera almennar vælferðarskipanir høgt. Tað er lag á manni, at innføra skattalættar og annað, um samfelagið verður bygt á mottoið ?vertin á hvat annar fær, eg skal nøra sjálvum mær?.


Vónandi koma flokkar til eftir valið, ið styrkja hornasteinarnar undir vælferðini, nevniliga skúla, almanna og heilsuverk. Hesi øki, eiga at styrkjast, har tey eru nærmast borgarnum. Ábyrgd og umsiting má útdelegerast aftur til stovnarnar, og sentraliseringin, har aðalstýri seta seg á alla umsiting má steðgast. Borgarin fær einki burtur úr, at allar avgerðir mugu ta langu leið upp undir væðingina í umsitingini. Aðalstýri eiga at ráðgeva landstýrismonnum, og ikki umsita oljutangar í Vágum, privatisera kunningardiskar og avgera hvør skal skifta vindeygu á Landsjúkrahúsinum.