Skúlarenningin 2001

Fríggjadagin stevndu flestu skúlarnir kring landið út at renna. Næmingar og summir lærarar tuskaðu avstað frá morgunstundini henda dagin, tá alt varð gloymt um bøkur og skúlating. Sosialurin fylgdi við, tá børnini í Kommunuskúlanum í Havn runnu


 

Skúlarenning


Henda eina dagin um árið skulu næmingarnir ikki taka bøkurnar fram og sita og lurta eftir læraranum. Tí henda eina dagin stendur skúlarenningin á skránni. Allir skúlarnir kring landið plaga vanliga at renna, og árið í ár var heldur einki undantak.


Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu langt hvør næmingur rennur, men vanligastu teinarnir eru 5 og 10 km. Tey minnu renna kanska færri kilometrar. Tey, sum halda seg til renna kanska fleiri enn 10 kilometar. Vanliga liggur miðaltalið fyri allar Føroyar um 8 kilometrar, og hetta er rættiliga nógv.


Fríggjadagin runnu næmingarnir í Kommunuskúlanum í Havn. Tey smæstu børnini løgdu fyri kl. 8.30, og tey eldstu fóru ikki avstað fyrr enn kl. 10.00. Allir 550 næmingarnir á skúlanum skuldu renna.


Fyrstu flokkarnir runnu ikki so nógvar kilometrar heldur, men tey vóru øll røsk. Lærararnir vóru við teimum, og tað sást á teimum, at tað ikki var hugurin, ið bilaði nakað.


Við 10 minuttum ímillum, so løgdu teir ymsu flokkarnir fyri frá Kommunuskúlanum. Leiðin, ið runnin varð, er frá Kommunuskúlanum niðan til Svimjihøllina, framvið Hoydølum, niðan eftir Mannbrekku, eftir Vegnum Langa. Tey, sum skuldi renna 10 kilometar máttu eisini allanvegin niðan móti vatnverkinum í Villingardali. Tey, sum ynsku at renna ein eitt sindur styttri tein noyddust ikki at fara niðan í Villingardal, men kundi heldur snarað omanaftur, tá tey komu til Berjabrekku, áðrenn túrurin gekk omanaftur í Kommunuskúlan.


Næmingar fingið frámerki skrivað á hondini, soleiðis at tað kundu váttað, at tey høvdu runnið somikið langt. Tað var eisini fleiri, sum vóru ógvuliga troytt, tá tey loksins náddu niðan í Villingadal, men tey hildu tó á. Veðrið var eisini eitt sindur skiftandi henda fríggjadagin, so tað var kanska einki serliga hugaligt at renna, men næmingarnir góvu alt, sum tey áttu. Fleiri kappaðust eisini, tá tað ráddu um at verða fyrstur á mál. Til tíðir var tað eisini strævnari hja myndamanni og blaðmanni at fylgja við.


Málið er eisini har tey byrjaðu, í Kommunuskúlanum. Tá næmingarnir komu oman aftur í skúlan, so fingu teir eisini hvør sítt pop top at leska sær við, og tað sá út sumum, at tað var illa tiltrongt. Eisini fingu sítt heiðursbræv, har tað stóð skrivað á, hvussu langt tann einstaki næmingurin hevði runnið. Tað var heldur frítt, at tað dámdu næmingunum at kunna erpa seg við einum prógvi fyri at hava runnið heilar 10 km.


?Eg steðgaði ongantíð?, segði ein. ?Tað gjørdi eg heldur ikki?, segði ein annar, sum tó báðir vóru sjónliga fegnir yvir at verið komnir á mál.


Tá dagurin var liðugur høvdu hundraðtals næmingar runnið bæði fimm og tíggu kilometrar, og vit høvdu koyrt 15,5.