Christian Høgni Jacobsen var í fjúrtan manna hópinum hjá Esbjerg, sum hóskvøldið var í Århus. Ørindini vóru at stríðast við stórfelagið í Århus um, hvat av sigursvandu jysku feløgunum skuldi vera í hattinum, tá tað á middegi í gjár varð kastaður lutur um, hvussu liðini skulu hittast í fjórðingsfinaluni. Hon verður spæld langa fríggjadag, sum komandi ár verður 29. mars.
Úrslitið var, at Esbjerg vann, og harvið er felagið hjá Christian Høgna Jacobsen eitt av átta, sum framvegis hava møguleikan at vinna DONG Cup, sum danska steypakappingin nú eitur.
Christian Høgni var tann einasti av teimum trimum skiftisspælarunum, sum ikki kom á vøllin.
Máttu verja væl
Esbjerg legði bragdliga fyri, og fyrra partin av 1. hálvleiki hevði álopsmaðurin Henrik Nielsen tveir góðar møguleikar, sum hann misnýtti.
So kom AGF meiri við, og eftir hornaspark komu teir á odda. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru teir tætt við aftur at skora og harvið næstan at leggja lok á, men tað miseydnaðist.
Í staðin kom Esbjerg fyri seg aftur, og fyrrverandi OB spælarin, Jess Thorup, skoraði tvær ferðir. Í báðum førunum stútaði hann í kassan. Fyrru ferðina eftir hornasparksinnlegg og seinnu ferðina eftir uppspæl í borðinum og høgan bólt innfyri. So ráddi um at verja leiðsluna, og tí var ikki neyðugt at seta ein álopsspælara á vøllin.
Tí kom Christian Høgni ikki inn hesa ferð, men hann er í nánd av besta liðnum, og tað eigur at geva honum hug og nærlagni at dríva á. Kanska hann verður við í fjórðingsfinaluni um fimm mánaðir!