H71-VÍF 23-27 (11-14)
Mikukvøldið leiktu hoyvíkingar og vestmenningar tann útsetta dystin teirra millum, vi- tåi úrslitið at vestmenningar enn einaferð vístu, at teir, saman við strandingum eru oddurin í føroyska hondbóltinum í løtuni.
Vestmenningar løgdu seg á odda frá byrjan, og haðani var eingin vegur aftur hjá hoyvíkingum, hóast teir royndu alt teir kundu.
Tá farið varð til hálvleiks var VÍF frammanfyri við fýra, og tað var eisini støðan tá dysturin var lokin.
Tað var nú ikki annað væntandi enn at VÍF fór at vinna dystin móti hoyvíkingum.
Vestmenningar hava higartil í vetur víst, at teir vera eitt av liðunum, sum fer at kappast um meistaraheitið meðan hoyvíkingar liggja beint í øvugta endanum.
Hetta árið skal brúkast til at umskipa liðið og spælið til tann veruleika, at eingir útlendingar eru við á liðnum, og tað krevur sítt
Skammið tykkum HSF
Nú hesin dysturin er farin afturum eigur HSF at fáa eina skorfleingju fyri teirra lut í hesum sjónleiki.
Dysturin millum H71 og VÍF skuldi verið leiktur mikudagin 13. oktober men varð tá fluttur uttan orð ella boð.
Fólk møtti tá til dystin, men har vóru eingir leikarar.
Nú dysturin varð leiktur, var tað aftur uttan orð ella boð. Sosialurin hevði einki frætt undan dystinum, og tað er beinleiðis orsøkin til at vit ikki vóru til staðar!
Dysturin í tølum:
H71: Bárður Brimvík 6, Allan Mørkøre 4 (1), Jákup á Borg 4, Eyðun Højgaard 3 (2), Tróndur Vatnhamar 3, Annfinn Debess 1 (1), Olaf Vestergaard 1
VÍF: Sámal Joensen 8 (2), Martin Hummeland 6, Johnny Joensen 4, Ingi Olsen 3, Harald Bjørgvin 3, Agnar Joensen 2, Hjalmar K. Olsen 1
Brotskøst: H71 , VÍF 3
Útvísingar: H71 4, VÍF 6
Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen