vísir í øllum førum ógvuliga lítla virðing fyri okkara fyrireikingum til ein somikið týðandi dyst, og eg kann ikki ímynda mær, at hetta er ein framferð, sum Kappingarnevndin er serliga errin um, sigur Ne [...] og at avgerðin ikki kann kærast. - Í so máta er talan greið, og vit mugu rokna málið sum endað, tí vit fáa einki gjørt við tað kortini. Men sjálvandi er tað ikki nøktandi, at boðini koma á hendan hátt [...] hátt. Tað eru 12 dagar síðani, at hann fekk reyða kortið, og nú boðini koma, er tað bara sum mailur frá einum privatpersóni. So tað var kanska heppið, at vit vistu av, at viðkomandi veruliga sat í Kappin
Hin 21 ára gamla norska gentan úr Møre og Romsdal, Camilla Mauseth, hevði ætlað sær at slappa av um jólini saman við familju, vinum og kenningum. Men týsdagin í hesi vikuni broyttust hesar ætlanir fullkomiliga [...] skríggja og segði, at hetta vildi eg ikki. Við ferju varð eg send á sjúkrahús, og klokkan 22.17 føddi eg lítla dreingjabarnið, sum vigaði 3430 gramm og var 50 sentimetrar langur. Camilla Mauseth sigur, at tá hon [...] og var komin yvir sjokkið, gekk tað upp fyri henni, at hon hvørki átti klæði ella nakað annað til lítla dreingjabarnið. - Men tíbetur havi eg fingið góðan stuðul og hjálp frá foreldrum mínum og vinum. Mamma
tað er ein fortreyt, sum ikki er uppfylt í dag. Tað verður helst granskað minni í vinnuni í dag enn tað, sum hevði givið mest úrtøku fyri samfelagið. Men orsøkin er, at vinnugransking gevur ov lítla privata [...] bæði sum hann er niðurskrivaður og førdur út í verki ígjøgnum mong ár hevur víst, at tað er fysiokratiska hugsanin sum framvegis er ráðandi. At halda fast við fysiokratisku hugsanina er at ignorera tey [...] viðgerðin í arbeiðsbólkinum higartil er sjálvsagt heldur ikki burturspilt, men yvirordnaða hugsanin, tankagóðsið, er eftir mínum tykki á heilt skeivari leið og er ávirkað av grundleggjandi misskiljingum
fyri Føroyar. Hetta er ógvuliga jaligt og rættir hond út til felags lógvatak, einum betri samfelagi at frama. Málið er at Føroyar skal vera heimsins besta land í 2015. Um talan er um at vit skulu búgva [...] samfelag á Ólavsøku 2015 er nú væl minni enn 10 ár, áðrenn hesin dagur er á okkum. Nú eru so strategibólkarnir mannaðir. Tónlistafólk eru ikki at hóma í hesum bólkum, hóast tað er á tónlistaøkinum at Føroyar [...] stuðla sínum listafólkum á allarbesta hátt! Er hetta so í Føroyum í dag? Svarið er tíverri eitt rungandi nei. Á øllum økjum haltar. Stuðulsskipanin til list er láturliga lág, samanborið við onnur lond her
Summarið varar ikki alt árið longur Skaldsøgan er sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini frá 2020 og lýsir bæði ógvisliga og eymt, hvussu tað er at vaksa upp við sálarsjúkari mammu í einum [...] vóru smáar og einfaldar, men síðan 2004 er jólabókin vaksin – bæði í vavi og dygd. Sniðið er nútíðargjørt, og myndagóðska og sniðgeving eru á høgum stigi. Harumframt er úrvalið bæði breitt og stórt við nógvum [...] tey, sum halda eyga við fuglum, hava sæð í Føroyum. Silas er sjálvur tann, sum hevur boðað frá flestum sjáldsomum fuglum. Tað besta við tí er, at hann ikki bara hevur eyguni við fuglunum. Við sær hevur
og eina aðra løtu at tendra stjørnurnar í eygunum – so er alt vunnið. Henda virðislønin gevur hug og møguleika at fara til arbeiðis. Tí tað er tað, sum skal til. At arbeiða og brúka handverkið tú sum [...] børnunum.” Hvat meira kann man ynskja sær at fáa at vita, aftaná eina framførslu enn tað: At tú eina lítla løtu tendrar áskoðaran, setir okkurt í gongd – kenslur, tankar. Setir orð á aðrar holdningar, nýggjar
tann evropeiska búskapin, einamest fyri tann týska, sum eisini er tann størsti einstaki búskapurin í evropeiska samstarvinum. Gongdin er greið - vøksturin verður alt meir sjónskur fyri hvørt lyklatal, [...] og lítlum arbeiðsloysi í USA er ein rentuhækking væntandi fyrst í komandi ári. Vit kunnu rokna við stórum kursbroytingum báðar vegir næstu dagarnar nógv ávirkað av tí lítla virkseminum, men vænta vit, at [...] Englandi komandi ár Enska pundið Enska arbeiðsloysið er nú tað lægsta, tað hevur verið í 19 ár. Hetta hevur tó ikki økt um inflatiónina, sum framvegis er niðanfyri hámarkið hjá Enska tjóðbankanum. Væntandi
Hvítubók hósdagin á Føroya Løgtingi, er tað ikki hugsandi. - Tað er rættiliga óheppið, tí vandin er jú, at eingin hoyrir okkum. Eisini er tað keðiligt, at pallborðsfundurin er kveistraður fram um setanina av [...] Tað er ógvuliga ringt at fara frá so knappliga, og ikki minst at fara frá eini rímiligari løn til eina fólkapensjón. Fólkapensjónin er alt ov lítil og ikki prístalsviðgjørd í fleiri ár. Landið er so dýrt [...] tuberklastøð. Skjótt eru 40 ár síðani og hon er framvegis í nýtslu, sigur Elin Johannesen. Orsøkin til, at tey gomlu ikki gera meiri vart við støðu sína alment, er ikki bert, at tey eru eitt tigandi ættarlið
eftir Vinnuhúsinum. – Eg eri málleysur um, hvussu lítla virðing, Vinnuhúsið hevur fyri politikkinum og er má spyrja meg sjálvan um endamálið hjá Vinnuhúsinum er at koppa samgonguni, spyr hann. Hann heldur, [...] ganga væl. Framferðin hjá Vinnuhúsinum er ótrúliga niðrandi, tí vinnan hevur uppiborið betri, heldur landsstýrismaðurin í Vinnumálum. Eitt, Vinnuhúsið hevur fýlst á, er, at Landsstýrið ger ov lítið fyri at [...] – Hetta er ótrúliga niðrandi, og tað líkist ongum. Tá ið ólavøkurøðan hjá løgmanni var til umrøðu í Løgtinginum, brúkti Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, høvið til at skjóta við skørpum eftir
virkismøguleikum, sum veittir verða eini so stórari kommunu, ið er í so stórum vøkstri. Sum trýstið er á Tórshavnar Kommunu og allan Suðurstreym, er tað eitt nívandi band, at kommunan ikki kann gera eitt sindur [...] sindur størri íløgur. Tað verður mangan sagt, at Suðurstreym hevur ov lítla undirtøku í landspolitikkinum. Staðfestast kann, ið hvussu so er, at verða orð sum økismenning og annað, sum tí líkist, borin upp [...] upp á mál, so verður lítið hugsað um Havnina og Suðurstreym. Men hetta er eisini eitt øki, og hetta er eitt øki, sum í dag hevur brúk fyri serligum sømdum. Fólk í hópatali koma stunandi til Havnar at búseta