Virðing fyri høvuðsstaðnum

Nú eg eri uppstillaður til løgtingsvalið, fari eg at taka upp annan tátt og viðgera mál, sum hoyra løgtingi og landsstýri til heldur enn býráðnum, sum eg havi skrivað um í seinastuni
Politikkur á løgtingi og í landsstýri er í summum førum avgerandi fyri, hvat kommunurnar kunna gera til frama fyri borgararnar.

Í Havn kenna vit okkum darvað av teimum virkismøguleikum, sum veittir verða eini so stórari kommunu, ið er í so stórum vøkstri. Sum trýstið er á Tórshavnar Kommunu og allan Suðurstreym, er tað eitt nívandi band, at kommunan ikki kann gera eitt sindur størri íløgur.
Tað verður mangan sagt, at Suðurstreym hevur ov lítla undirtøku í landspolitikkinum. Staðfestast kann, ið hvussu so er, at verða orð sum økismenning og annað, sum tí líkist, borin upp á mál, so verður lítið hugsað um Havnina og Suðurstreym.
Men hetta er eisini eitt øki, og hetta er eitt øki, sum í dag hevur brúk fyri serligum sømdum. Fólk í hópatali koma stunandi til Havnar at búseta seg - bæði av bygd og og úr útlondum. Tey eru hjartaliga vælkomin, men hetta hevur við sær, at fólkatalið veksur við ferð, og øll hesi fólk hava krøv til umstøðurnar í kommununi, sum tey vilja búgva í.
Tað, sum tykist at troka mest á í løtuni, eru møguleikarnir fyri fleiri barnagørðum, fleiri eldrabústøðum, útbygging og nýbygging av skúlum, útstykkingar av nýggjum býlingum, útbygging av ferðslunetinum, betri skipan av ferðsluni v.m.
Til tess at møta hesum tørvum skal nýtt loysast úr lagdi. Sambært landsstýrinum kann Tórshavnar Kommuna brúka 64 milliónir krónur til íløgur í hesum árinum, tá Tórshavnar Havn er undantikin.
Hetta røkkur til tveir barnagarðar fyri um 20 mió kr tilsamans, nakrar lappaloysnir á skúlunum fyri 10 milliónir, vegagerðir fyri slakar 10 mió, røktarheim til minnisveik fyri 7,5 mió kr, teknikkhús hjá kommununi fyri 7 mió kr, og ymsar smærri íløgur í t.d. renovasjón, ítrótt og frítíðarvirksemi.
Aftrat hesum 64 mió kann kommunan brúka 20 mio kr til nýgerð á havnarlagnum. Hesar 20 mió eita 10 mió, men avtala er gjørd um, at tær einans vekta 50 prosent, og tí kann íløga gerast fyri 20 mió kr.
Hendan generella serskipan lættir sjálvandi eitt sindur um bátin, men eg haldi ikki, at tað er ov mikið at krevja av landsstýrinum, at tað eisini umhugsar aðrar serskipanir fyri høvuðsstaðin, so hetta týðandi øki rættiliga kann taka ímóti tí stóra fólkavøkstrinum og menna seg til eina sømiliga framtíð.
Ongin hevur so stóran tørv á íløgum í barnagarðar, eldrabústaðir og skúlar, sum Tórshavnar Kommuna eftir eini 10 ár við so at siga ongum íløgum, og tí hevði tað verið upplagt hjá landsstýrinum at viðgjørt Havnina og aðrar kommunur við eyðsýndum serligum tørvum fyri seg í slíkum spurningum.
Soleiðis, sum íløgukarminum í dag er skipaður, er útlit til, at Havnin illa fer at kunna fylgja við. Hennara møguleikar at tæna borgarunum verða settir aftur. Tað fer aftur at ganga út yvir lívsgóðskuna hjá børnum, foreldrum og eldri.
Hendan spennitroyggjan, sum vit eru endað í, var kanska ein grund til, at býráðsmeirilutin í fjør vildi fara inn á Brixtofte-kendar leiðir við barnagørnunum.
Skal væl spyrjast burtur úr, eru míni ráð: Eggið teimum ikki til fleiri slíkar úferðir, og komi eg inn á ting, so fari eg at arbeiða fyri, at høvuðsstaðurin verður viðgjørdur við somu virðing sum landið alt.