Virðingin fer tá tú verður 67

- Tey gomlu eiga at fara frá við virðing. Frá einum degi til annan eru tað knappliga onnur fólk, sum skulu gera av, um tú skalt hava nýggjar brillur, hóast tú hevur fult skil, sigur Elin Johannesen, ið er ein av stigtakarunum til pallborðsfundin hósdagin um viðurskifti hjá gomlum í Føroyum

Tey gomlu í samfelagnum rópa ikki hart upp um vantandi eldraíbúðir ella lítla pensjón. Verða teirra viðurskifti viðgjørd alment, tosa ofta onnur vegna tey. Við tí í hyggju verður ein pallborðsfundur, nú Eldradagarnir 1999 verða á skránni seinni í vikuni. Og við borðið sita pensjónistar. Fyrireikararnir vóna, at nógvir politikarar sita millum áhoyrararnar, men byrjar aðalorðaskiftið um Hvítubók hósdagin á Føroya Løgtingi, er tað ikki hugsandi.

- Tað er rættiliga óheppið, tí vandin er jú, at eingin hoyrir okkum. Eisini er tað keðiligt, at pallborðsfundurin er kveistraður fram um setanina av Eldradøgunum, sigur Elin Johannesen, ein av fyrireikarunum til pallborðsfundin.


67 ár og hvat so?

Yvirskriftin fyri pallborðsfundin er: 67 ár og hvat so? Evnini, ið verða viðgjørd, eru pensjónir og fíggjarlig viðurskifti hjá pensjónistum, klientgerðan, íbúðarviðurskifti, samstarv millum yngri og eldri, og eldri í fjølmiðlunum.

- Øll hesi evnini snúgva seg meiri og minni um raðfesting. Raðfesting hjá okkara politikarum av viðurskiftum, ið galda tey gomlu í samfelagnum. Hóast tíðirnar eru bøttar munandi fíggjarliga, eru tey gomlu ikki betur fyri í dag. Heldur tvørtur ímóti, tí tað hevur ongantíð verið so dýrt at liva sum nú. Ístaðin fyri at veita pensjónistum eina størri pensjón, at byggja eldraíbúðir ella at gera ábøtur, har tær treingja til, verða stórar íløgur gjørdar í tunnlar, ítróttarvallir og annað. Alt hevur skund at fáa ígjøgnum. Í mínum hugaheimi ein skeiv raðfesting. Í 1962 varð pleygudeildin á Landssjúkrahúsinum fyribils bygd til eldri fólk og tuberklastøð. Skjótt eru 40 ár síðani og hon er framvegis í nýtslu, sigur Elin Johannesen.

Orsøkin til, at tey gomlu ikki gera meiri vart við støðu sína alment, er ikki bert, at tey eru eitt tigandi ættarlið.

- Vit sleppa rætt og slætt ikki upp í part í almenna kjakinum. Tá ið kjaksendingar eru í útvarpi og sjónvarpi, verða gomul fólk ikki biðin sum luttakarar. Er evnið fiskivinnu, verða garvaðir eldri sjómenn ikki spurdir eftir. Og ringir eitt eldri fólk inn til Fimmaran, verður viðkomandi biðin um at gera skjótt av. Tað tippir fólk. Yvirhøvur sakna vit, at tey eldru og Palleba verða spurd meiri eftir, at tey sleppa fram at mikrofonini í orðaskiftissendingum í loftmiðlunum, sigur Elin Johannesen.

- Vit gomlu eru ung, sum bara hava livað eitt sindur longri enn tey ungu og tí hava fleiri royndir. Vit hava livað í 30-unum, tá ið tíðirnar vóru ógvuliga ringar, í 40-unum, tá ið kríggj var, og í 50-unum, tá ið okkara foreldur settu pengar í Sjóvinnubankan fyri at bjarga honum.


Ómynduggjørd

Sjálv fór Elin Johannesen frá vegna aldur í fjør. Sum hon sjálv sigur úr einum álitisstarvi til at vera viðskiftafólk hjá Almannastovuni.

- Tey gomlu eiga at fara frá við virðing. Frá einum degi til annan eru tað knappliga onnur fólk, sum skulu gera av, um tú skalt hava nýggjar brillur, hóast tú hevur fult skil, og hevur verið við til at bygt hetta landið upp.

- Virðingin fyri tí einstaka fer so skjótt viðkomandi verður 67 ár. Tað er ógvuliga ringt at fara frá so knappliga, og ikki minst at fara frá eini rímiligari løn til eina fólkapensjón. Fólkapensjónin er alt ov lítil og ikki prístalsviðgjørd í fleiri ár. Landið er so dýrt at liva í, at eigur tú ikki eitt oyra á bók, kanst tú ikki loyva tær nakað. Eg ivist ikki eina løtu í, at nógv hava tað ringt fíggjarliga, sigur Elin Johannesen.