Visjón 2015 fyri tónleikin.

Sunleif Rasmussen, Tónaskald og formaður í Musikklærarafelag Føroya


Í løgmansrøðuni í fjør greiddi løgmaður frá síni visjón fyri Føroyar. Hetta er ógvuliga jaligt og rættir hond út til felags lógvatak, einum betri samfelagi at frama. Málið er at Føroyar skal vera heimsins besta land í 2015.
Um talan er um at vit skulu búgva í heimsins besta samfelag á Ólavsøku 2015 er nú væl minni enn 10 ár, áðrenn hesin dagur er á okkum.
Nú eru so strategibólkarnir mannaðir. Tónlistafólk eru ikki at hóma í hesum bólkum, hóast tað er á tónlistaøkinum at Føroyar hava verið fyri størstu menningini, seinnu árini.
Menningin er hend, hóast tónleikalívið í Føroyum hevur sera ring kor, tá ið
samanberast skal við grannalondini.
Men tað hómast - hóast alt - glottar. Tað eru fleiri og fleiri politikkarar, ið jaliga viðgera
Føroya Musikkskúla og tónleik sum heild. Og tað eru eisini politiskir flokkar, ið sýna
Føroya Musikkskúla og tónleiki, alt størri áhuga. Hetta vísti viðgerin av uppskoti hjá
Tjóðveldisflokkinum um at fáa Musikkskúlaskipanini 2,5 milliónir afturat á fíggjarlógini
fyri 2006. Tíverri sveik flokkur løgmans so dyggiliga. Gjørd ger fær onga vend, men
Javnaðarflokkurin kann rætta mistakið og gerast ein aktivur viðspælari, at betra um korini
á tónlistaøkinum. Eg yvist ikki í at viljin er til staðar. Tað hevur flokkurin víst fyrr.

Føroyar anno 2005.
Framgongdin í landinum og nøgdsemi í fólkinum, eru m.a. tengd at einum livandi listarligum umhvørvi. Samfelagið skal kjúkla um, og stuðla sínum listafólkum á allarbesta hátt!
Er hetta so í Føroyum í dag? Svarið er tíverri eitt rungandi nei. Á øllum økjum haltar. Stuðulsskipanin til list er láturliga lág, samanborið við onnur lond her um leiðir. Yrkistónleikarar hava onga sosialskipan, onga eftirlønarskipan og eru heldur ikki partur av einari arbeiðsmarknaðarskipan. Rættindi sum er ein sjálvfylgja í hinum norðanlondunum.
Í ár sluppu 5 føroyskir ungdómar inn á konservatoriir í øðrum londum. Samfelagið hevur brúkt pening til at fáa hesar ungdómar inn á hægri lærustovn í útlondum. Føroyska samfelagið hevur tí eisini skyldu, at skapa góð kor her á landi, so hesir ungdómar venda heim aftur at virka, og ikki bert gerast eitt aktiv í einum øðrum samfelag.

Nakrar samanlíkningar við onnur lond.
Í íslendsku musikkskúlaskipanini eru u.l. 600 fultíðarstørv. Fólkatalið í Íslandi er u.l. 6 ferðir tað føroyska. T.v.s. at í føroyska musikkskúlanum skulu starvast um 100 lærarar fulla tíð, og ikki sum nú, u.l. 30. Musikkskúlaskipanin skal altso hava 7 nýggjar lærarar á hvørjum árið, fram til 2015. Tá er inniverðandi ár íroknað. Á leið góðar 2 milliónir d.kr. skulu setast av um árið, um vit skulu koma á hædd við íslendingar. Men málið er at gerast betri enn øll heimsins lond!?
Íslendingar hava eitt yrkissymfoniorkestur, ið árliga kostar 50 milliónir d. kr. at reka. U.l. 5 milliónir koma frá atgongumerkjasølu og sponsorum. Av hinum 45 millónunum d. kr., fíggjar Ríkið 80 %, Reykjavíkar Býur 18 % og aðrar kommunur fíggja 2 %. T.v.s. at í 2015 skal Føroya Symfoniorkestur hava, í minsta lagið, 9 milliónir d. kr. til rakstur. Í skrivandi stund hevur FSO hálva millión at ráða yvir, so her er bara at bretta upp um armar og byrja beinanvegin. Musikklærarafelag Føroya hevur lagt uppskot fyri mentamálaráðharran, hesum viðvíkjandi. Umframt yrkissymfoniorkestur, hava íslendingar eisini eitt yrkiskamarorkestur, operaorkestur og operakór.
Hetta er alt viðvirkandi til at lítla tjóðin Ísland, er ein lutfalsliga stórur spælari á altjóða tónleikapallinum.

Nú var ikki so nógv ítøkiligt um list í visión løgmans, men kanska kundi hann lært eitt sindur av politiska andsfelaganum í Noregi, Jens Stoltenberg.
Tá ið hesin seinast var forsætismálaráðharri, setti hann í verk Mentanaliga Skúlasekkin.
Hugskoti við Mentanaliga Skúlasekkinum var, at øll skúlabørn í norska fólkaskúlanum skuldu uppliva tvær konsertframførslir og tvær sjónleikaframførslur um árið. Við hesum skulu næmingarnir hoyra dygdargóðan tónleik og síggja sjónleik á hægsta støðið, og harvið gerast førir fyri at taka sjálvstøðuga støðu. Framførslurnar skulu tí framberast av fremstu yrkislistafókunum í landinum. Allir skúlar skulu, í hesum sambandi, útnevna ein lærara, ið fekk til uppgávu at fyrireika konsertirnar. Hesin skuldi ikki bert taka sær av teimum praktisku fyrireikingunum, men eisini at fyrireika næmingarnar til listarliga innihaldið á konsertunum ella sjónleikunum.
Á tónleikaøkinum brúkar norski staturin 78 milliónir n. kr. til skúlakonsertirnar. Hetta svarar til at vit í Føroyum skuldu brúkt u.l. 800.000 d. kr. til tílík tiltøk. Sum er, brúka vit ikki eitt klovið oyra.
Til valið í 2005, hevur Jens Stoltenberg og norski Javnaðarflokkurin sett sær nýggj listapolitisk mál. Tey næstu 4 árini fær norska musikkskúlaskipanin 300 mílliónir n. kr. afturat. Eisini hevur norski statsministarin lovað, at arbeiða fyri at 1 % av norsku fíggjarlógini skal setast av til skapandi list. Hetta vil eg kalla visjónir! Eg eri sannførdur um, at hetta ikki bert eru tóm vallyftir, tí eftir bert einum árið setti Stoltenberg Mentanaliga Skúlasekkin í verk.
Ilt er at meta um, hvussu stór føroyska fíggjarlógin verður í 2015. Men roknast kann við, at hon verður størri enn hon er í dag. So væntandi er at, í 2015 eru einar 50 milliónir kr. í Listagrunni Landsins, sum skal setast á stovn, heldur í dag enn í morgin.
Livst so spyrst?