– Hetta er ótrúliga niðrandi, og tað líkist ongum.
Tá ið ólavøkurøðan hjá løgmanni var til umrøðu í Løgtinginum, brúkti Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, høvið til at skjóta við skørpum eftir Vinnuhúsinum og Arbeiðsgevarafelagnum.
Og hann spyr um Vinnuhúsið bara er farin at renna ørindi fyri nakrar reiðarar, sum samgongan kanska hevur fornermað við eini nýggjari fiskivinnuskipan
Poul Michelsen vísir á, at tað verða virki stovnað í Føroyum hvønn einasta dag og hann tekur tað sum eitt tekin um tað árræðið, sum er í Føroyingum í hesum døgum
– Men Vinnuhúsið tekur tað ikki upp á tunguna, tí tey hugsa eftir øllum at døma bara um nakrar reiðarar, sum samgongan hevur fornermaðar av eini fiskivinnunýsipan. At alt annað, samgongan ger, sær út til at vera nakað lort, skeyt landsstýrismaðurin eftir Vinnuhúsinum.
– Eg eri málleysur um, hvussu lítla virðing, Vinnuhúsið hevur fyri politikkinum og er má spyrja meg sjálvan um endamálið hjá Vinnuhúsinum er at koppa samgonguni, spyr hann.
Hann heldur, at tey, sum seta virki á stovn, høvdu heldur uppiborið eitt herðaklapp frá vinnuhúsinum, tí nógvar av fyritøkunum ganga væl. Framferðin hjá Vinnuhúsinum er ótrúliga niðrandi, tí vinnan hevur uppiborið betri, heldur landsstýrismaðurin í Vinnumálum.
Eitt, Vinnuhúsið hevur fýlst á, er, at Landsstýrið ger ov lítið fyri at tálma útreiðslunum og tey halda, at støðan nú minnir um hana í áttatiárunum, tá ið Føroyar fóru so logandi á heysin.
Poul Michelsen er grundleggjandi ósamdur, tí hann sigur, at eingin onnur samgonga hevur nakrantíð dugað so væl at stýrt Føroyum í so góðum tíðum, sum nú eru, sigur hann.
Tá ið hendan samgongan varð stovnað, varð tað byrjanin til eina nýggja tíð í Føroyum, tí við nýskipanum hava vit fingið haldførið inn í føroyska samfelagið, sigur Poul Michelsen.