”Nú hevði tað verið uppá sítt pláss at citera úr onkrum leiki hjá einum av teimum stóru dramatikarunum,
Shakespeare, Ibsen, Maxim Gorkij, Lorca ella onkrum øðrum.
Ístaðin fari eg (vit) at citera ein av okkara trúgvu áskoðarum, sum aftaná eina sýning segði:
”Tað, sum tit gera á pallinum, setir gerandisdagin, lívið í perspektiv.”
Ella sum ein lærari aftaná eina sýning fyri børnunum á einum skúla segði:
”Tit kláraðu skam at tendra stjørnurnar í eygunum á børnunum.”
Hvat meira kann man ynskja sær at fáa at vita, aftaná eina framførslu enn tað:
At tú eina lítla løtu tendrar áskoðaran, setir okkurt í gongd – kenslur, tankar. Setir orð á aðrar holdningar, nýggjar møguleikar.
At tú eina løtu klárar at prika hol á fordómarnar, sleppa afturum teir og seta nýggjar spurningar, heldur enn at servera (geva) tað rætta svarið.
At tað, tú hevur valt at framføra á pallinum eftir øllum at døma hevur týdning.
Lars von Trier segði einaferð: filmur skal vera sum at fáa ein stein í skógvin.
So um tað eydnast eina løtu at leggja ein stein í skógvin, og eina aðra løtu at tendra stjørnurnar í eygunum – so er alt vunnið.
Henda virðislønin gevur hug og møguleika at fara til arbeiðis.
Tí tað er tað, sum skal til.
At arbeiða og brúka handverkið tú sum sjónleikari hevur ognað tær, til at royna at seta gerandisdagin, lívið í perspektiv.
Og at gera tað
saman við øllum hinum, sum arbeiða í leikhúsinum:
teimum, sum umsita og skaffa pengarnar,
teimum, sum selja atgongumerkini og vaska gólvini,
sum hanga projektørarnar upp og designa ljósið,
sum designa pallin og smíða scenografiina,
sum designa búnarnar og tilevna teir,
sum seta hárið og leggja sminkuna,
sum spæla leiklutirnar og leikstjórna,
sum skriva orðini
og ikki minst: áskoðarunum! Uttan tykkum hevði tað verið meiningsleyst, og slett ikki borið til.
So – vónandi fara tit framhaldandi at koma at hyggja.”