sum Liam Gallagher loypti øði í Robbie Williams við. ?Tú ert bara ein feitur dansari? vóru orðini, men hvør veit, um ikki júst hetta verður Robbie Williams til fyrimuns í ringinum ? livst so spyrst. [...] er umrødd aðrastaðni í blaðnum. Úrslitið av stríðnum millum Willams og Gallagher var, at Robbie Williams kom við eini avbjóðing. Hann segði at hann var klárur at møta Liam Gallagher í boksiringinum nær tað [...] til 1.2 mill í okkara peningi) við sær, sum so vinnarin av dystinum skuldi lata til okkurt góðgerandi endamál eftir egnum ynski. Henda avbjóðingin hevur fingið rættuliga fitt av umtalu í Onglandi og eisini
Ert tú ein óviti, ja so ert tú antin ein smágenta, ein smádrongur ella hálvvaksin. Men sum frálíður verður tú einaferð vaksin og eisini myndugur, og tá ert tú ikki longur nakar óviti. Alt vent á høvdið [...] Men nú hevur Høgni Hoydal, sum hevur vavt føroyskan politikk upp í ein ellubita, vent øllum hesum á høvdið. Hann hevur upp í saman, bæði í skrift og talu, lýst allar føroyingar sum verandi óvitar. Hann sigur [...] landsmenn upp í ringar og góðar føroyingar? 2. Er tað sakligt, at lýsa allar føroyingar sum búgvandi í einum húsi, har danir hava alt ræðið, men har føroyingar kunnu fáa loyvi til at búgva í kjallaranum
at tríva í, men tað hava verið soltnari tíðir. Tíbetur eru umvælingarnar somikið nógvar, at okkurt altíð er í at tríva. Men trupulleikin er eftir øllum at døma, at meðan umvælingarnar økjast í tali, so [...] nógvir í tali - Sum tað ljóðar, er ein rúgva av bátabyggjarum beint nú. Men eg veit ikki um tað er nakar uttan eg, sum havi bátasmíð sum høvuðsinntøku. Kanska Johan Olsen í Froðba, Kaj Hammer í Havn og [...] helvtin av seymunum, sum eiga at vera í, eru har í veruleikanum, og bondini eru onkuntíð bert skoytt við einum seymi. Tað kann ikki halda. Tað eru so nógvir smálutir í bátasmíði, sum vanlig fólk als ikki
dystur í silvurstríðnum Hjá kvinnunum eru tveir dystir hetta vikuskiftið, og í hvussu so er í øðrum teirra kann væntast, at áskoðararnir hava ein spennandi dyst í væntu. Hetta verður tó neyvan í Runavík [...] kyndilsleikarunum, tí eftir at tær bert hava fingið eitt stig í seinastu trimum dystunum, eru vónirnar fyri heiðursmerkjum fjarðaðar munandi.. Suðuri í Vági skal VÍF, sum enn hevur møguleika fyri silvurmerkjunum [...] reytt kort seinasta vikuskifti. Í Runavíkini skal Tjaldur royna at taka stig frá Kyndli, í einum dysti, har hvørki av liðunum hevur tað stóra at spæla fyri. Tjaldrið er í løtuni á aftasta plássi á stigatalvuni
Jógvan Høgnesen og Eivind Petersen í Oyndarfirði er eingin vandi fyri, at ósemjan í fullveldismálinum endar í harðligum fíggindaskapi, ið minnir um skilið á Balkan ella í Norðurírlandi. Sambandsmaðurin og [...] statsstuðulin inn á bók, so var í lagi. Men teir brúka hvørt oyra. Og ikki er so frægt, at teir kunnu halda sjúkrahúsini í lagi, ha? Fyri stuttum varð neyðugt at seta í verk innsavning fyri ein skannara [...] Skal politikkur koma upp í millum fólk, so hava fólk skeiva hugsan. Og eg havi ikki sæð fíggindaskap av politikki her í bygdini. - Her vóru tvey gomul hjún. Tey fóru á val, arm í arm. Annað valdi sambandið
síðani varð her í blaðnum tikið samanum, hvussu hondbóltslandskappingin fram til tá hevði lagað seg. Í sama viðfangi mettu vit um, hvussu endaspurturin møguliga fór at síggja út, og í hesum sambandi spáddu [...] og tá VÍF og Kyndil leiktu javnt, tóktist greitt, at Neistin í øllum førum endaði omanfyri Kyndil. Hetta vikuskiftið mátti VÍF so lúta suðuri í Vági, so nú er støðan tann, at Neistin við sigri á Tjaldrinum [...] at verða kanska trý, og í øllum førum tvey lið, sum fóru at hava møguleikan fyri at vinna sær gullmerki. Fóru skeivir Eftir dystirnar um vikuskiftið ber bert til at staðfesta, at í hesum metingum fóru vit
vera komin í bólkaspælið: ? Vit hava vant síðani miðskeiðis í januar, men undan vikuskiftinum høvdu vit bara spælt tríggjar venjingardystir. Tá tú ert á Tvøroyri, og tvey av hinum trimum liðunum í oynni næstu [...] venjari hjá teimum í Sundalagnum, og í fyrstu týdningarmiklu royndini í hesum kappingarárinum tapti liðið hjá honum 2?0. Tapið hevði við sær, at EB/Streymur fer ikki at halda fram í steypakappingini, men [...] vikuskifti verður farið undir bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið verða tað 2. deildarliðini hjá ÍF og TB, sum vera við í kappingini saman við teimum tíggju liðunum í bestu deildini. Hesi bæði 2. deildar
Eingin 2. bólkur verður í ár, men ein opin bólkur verður í staðin. Nú ert bert at vóna, at teir, sum akkurát verða ov stuttir til landsliðsbólkin, ikki setast aftur, men fara at luttaka í opna bólkinum. Unglingarnir [...] verið væl umboðaður, og tilfarið í ár er eisini gott. Tí kunnu væntast nógvar unglingar í ár. Átta umfør verða somuleiðis telvd í unglingadeildini. Lýst verður nærri í bløðunum, hvussu telvararnir kunnu [...] FM fyri einstaklingar í ár verður skipað á ein øðrvísi hátt enn undanfarin ár. Fyrsta broytingin er, at byrjað verður ein leygardag í staðin fyri fríggjakvøld, og síðsta umfar verður sum vanligt leygardagin
longri enn til at elska grótið, grasið, havið og seyðin í Føroyum, vit vilja tað besta fyri FÓLKIÐ í Føroyum! Ragnhild Olsen, Sandavágur Limur í sosialistiskum ungmannafelag [...] nokk ert tað, man kallar paranoid, ella hevur »forfylgilsisvanvid"«, sum onkur eisini kallar tað. Haldi ikki, at mær nýtist at forklára meg gjøllari enn hetta! Síðani tosar tú um, at tað ikki er í Danmark [...] afturhaldskreftirnar í Føroyum, nevniliga føroyska »avdeilingin« av donsku Sosialdemokratunum og Sambandsflokkurin. Má heilt erligt siga, at eg haldi orðið »fíggindar« vera nokkso løgið at brúka í hesum samanhangi
dygdir, sum liðið hevur, men í øllum førum tykist greitt, at hondbólturin har suðuri er á veg fram. Í fleiri dystum hava tær verið sera nær við at koppa ovaru støddu liðunum, men bert ta einu ferðina hevur [...] og hóast munurin onkuntíð tødnaði, so øktist hann fyri tað mesta, og rættuliga í vanda kom sigurin ongantíð. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin heilt uppi á tíggju málum, men seinastu løtuna fekk [...] avrikinum sunnudagin, at tær hóast alt eiga at verða roknaðar millum bestu kvinnulið í landinum. Hóast útskiftingin á liðnum í ár hevur verið nakað stór, so er dygdin á leikarunum uttan iva nóg góð, men hinvegin