Eru allir føroyingar óvitar?

Suðuroyingar brúka orðið óviti ? eitt gott føroyskt orð. Ein óviti merkir ein unglingi, sum ikki hevur sama vit, sum ein tilkomin, ein vaksin ella ein myndugur, persónur.

Ert tú ein óviti, ja so ert tú antin ein smágenta, ein smádrongur ella hálvvaksin. Men sum frálíður verður tú einaferð vaksin og eisini myndugur, og tá ert tú ikki longur nakar óviti.


Alt vent á høvdið

Men nú hevur Høgni Hoydal, sum hevur vavt føroyskan politikk upp í ein ellubita, vent øllum hesum á høvdið.

Hann hevur upp í saman, bæði í skrift og talu, lýst allar føroyingar sum verandi óvitar. Hann sigur, at vit gerast ikki myndug fyrr enn vit hava fingið fullveldi.

Okkara høga Løgting, okkara lóggevandi vald, landsstýrið og øll tess umsiting, er sambært Høgna Hoydal mannað við ómyndugum fólkum - t. v. s. óvitum.

Við hesum sera løgna málburði hevur Høgni Hoydal ikki bara skírt allar sínar egnu landsmenn sum ómyndug fólk, nei hann hevur eisini lýst allar skotar, allar álendingar, allar týskarar og øll í USA sum óvitar, og ómyndug.


Sakligt orðaskifti

ella hurlivasi?

Hví er tað so neyðugt at gera loysingina og alt fullveldismjarrið til ein stóran hurlivasa ? Er tað ikki júst Høgni Hoydal, sum ferð eftir ferð hevur biðið um eitt meira sakligt orðaskifti ?


1. Er tað so sakligt, at bólka sínar landsmenn upp í ringar og góðar føroyingar?


2. Er tað sakligt, at lýsa allar føroyingar sum búgvandi í einum húsi, har danir hava alt ræðið, men har føroyingar kunnu fáa loyvi til at búgva í kjallaranum og kanska eisini sleppa at mála kamarið ?


3. Er tað sakligt at brúka internetið ? heimasíðuna hjá landsstýrinum til at villleiða føroyingar og allan heimin um tað positiva við loysing og fullveldi ?


4. Er tað sakligt at lýsa munin millum andstøðuna og samgonguna, sum hjálparloysi ella sjálvbjargni, serliga tá hugsað verður um at andstøðan hevur eitt nógv tryggari og betri uppskot um at menna okkara sjálvbjargni og fíggjarliga frælsi hjá tí einstaka føroyinginum?


5. Er tað sakligt ikki at svara skilagóða spurninginum um fólkatingslógir, sum Helgi Abrahamsen, floksskrivari Sambandsfloksins setti í bløðunum hósdagin 2. mars í ár?


6. Er tað sakligt, at samgongan kann brúka fleiri milliónir og alla sína umsiting til sína loysingarherferð, meðan andstøðan ikki fær somu fíggjarligu møguleikar fyri at verja seg?


7. Er tað sakligt, at samanbera komandi samráðingar við danir við ein dyst, har tann eini parturin vinnur og hin liggur eftirá ?

Tórshavn tann 10. 03. 2000


Trygvi F. Guttesen