Nú nærkast avgerandi løtan

Hondbóltur: Fimm hondbóltsdystir eru á skránni hetta vikuskiftið, og meðan onkur av hesum tykist avgerandi fyri, hvussu endaliga støðan verður í niðara endanum, hava aðrir avgerandi týdning fyri, hvønn veg FM heitið skal fara.

Bert tvær vikur eru eftir, áðrenn heiðursmerkini fyri avrikini í hondbóltskappingini skulu handast, og meðan FM longu er avgreitt á kvinnusíðuni, eru framvegis trý lið eftir í gullstríðnum hjá monnunum. Spurningurin er so, um tað bert verða tvey eftir vikuskiftið, ella um trýtrins rakettin hjá strandingum enn einaferð fer upp móti stjørnunum.


Ein dystur í silvurstríðnum

Hjá kvinnunum eru tveir dystir hetta vikuskiftið, og í hvussu so er í øðrum teirra kann væntast, at áskoðararnir hava ein spennandi dyst í væntu.

Hetta verður tó neyvan í Runavík, har Kyndil uttan iva er stórfavorittur at vinna á Tjaldrinum, sum enn ikki hevur vunnið sær stig hetta kappingarið. Tað man tó vera so sum so við hugburðinum hjá kyndilsleikarunum, tí eftir at tær bert hava fingið eitt stig í seinastu trimum dystunum, eru vónirnar fyri heiðursmerkjum fjarðaðar munandi..

Suðuri í Vági skal VÍF, sum enn hevur møguleika fyri silvurmerkjunum, royna seg. Skal VÍF vinna sær silvurmerkini, er neyðugt at fáa í minsta lagi eitt stig burtur úr dystinum um vikuskiftið. Verður úrslitið eitt tap, kunnu Neistakvinnurnar sjálvar avgreiða silvurspurningin, tá tær komandi vikuskiftið taka móti Tjaldur.

Tá VÍF í grundspælinum vitajði í Vági, býttu liðini stigini millum sín, meðan vestmannagenturnar hava fingið fulla úrtøkuk úr heimadystunum móti VB. Nógv er tó hesuferð, sum bendir á, at talan verður um ein sera torføran dyst. Málverjin, Marjun Poulsen, er helst ikki tøk til dystin, og harumframt hevur Ioana Rápa eisini skaða at dragast við. Hon verður tó helst at síggja á vøllinum, men fyrr í vikuni var týðuligt, at hon ikki fekk leikt eins væl, og hon vanliga ger.


Tríggir ólíkir dystir

Hjá monnunum verða tríggir dystir leiktir um vikuskiftið, ein botndystur, eitt oddabrak og ein dystur millum topp og botn.

Botndysturin verður í Høllini á Hálsi, har hoyvíkingar skulu royna at vinna seg fram um kollfirðingar, sum í endaspælinum hava verið stinnasta liðið av teimum trimum niðastu.

Hoyvíkingar hava verið lítið sannførandi hetta kappingarárið, men kortini hava verið glottar í hóma í nøkrum av dystum teirra. Skulu teir basa KÍF, verður helst eisini neyðugt hjá teimum, at vísa seg frá síni bestu síðu, tí seinastu dystirnar hevur KÍF fleiri ferðir víst tenn móti oddaliðunum, og leygardagin var um reppið, at teir koppaðu Neistan.

Eddie Joensen hevur verið ein rættuligur styrkur fyri liðið, men hinvegin mugu teir vera Petur Martin Johansen fyri uttan. Hann fekk reytt kort seinasta vikuskifti.

Í Runavíkini skal Tjaldur royna at taka stig frá Kyndli, í einum dysti, har hvørki av liðunum hevur tað stóra at spæla fyri. Tjaldrið er í løtuni á aftasta plássi á stigatalvuni, men tá einki lið flytur niður úr fyrstu deild, kann tað gera teimum tað sama.

Kyndil kann heldur ikki røkka nøktum sum helst í ár. Teir hava vunnið steypakappingina, og tykjast eisini nøgdir við hetta. Lítið er tó at ivast í, at teir á útivølli móti Tjaldrinum eiga at roknast sum favorittar, og at teir eisini megna at liva upp til hetta heitið.

Stóri dysturin hetta vikuskiftið verður á Skála, har Føroyameistararnir taka ímóti FM-biðlunum úr Neistanum.

Vit hava fyrr skrivað, at dystirnir, sum StÍF hevur eftir, eru álíkir eini steypakapping. Tapa teir ein dyst eru teir úti úr FM-stríðnum, so einfalt er tað. Hetta er kanska heldur ikki ringasta støðan at vera í, og flest minnast vit eisini, hvussu teir undanfarna ár sníktu sær framvið mótstøðuliðunum, soleiðis at teir á seinasta leikdegi vóru ovasta liðið. Hetta kann eisini gerast søgan í ár, men fyrsti partur av søguni skal so skrivast sunndagin.

At Neistin tó eisini ætlar sær at hava nakað at siga, er tó einki at ivast í. Gaman í eru teir einasta oddaliðið, sum kann loyva sær at tapa ein dyst, tað sum eftir er av kappingini, men hinvegin hava teir helst einki ímóti at halda fast um sigursrøðina, sum teir hava havt hetta árið. Higartil hava níggju dystir kasta átjan stig av sær, og megna teir framhaldandi at tvífalda úrtøkuna, er líkt til, at FM spurningurin verður eitt mál, sum Neistin og VÍF skulu avgreiða sínamillum.