næstan var í pottinum tað mesta av kvøldinum, vóru grindaformaður og fólk annars samd um, at nú skuldi grindin sleppast. Samanumtikið løgdu fýra hvalir beinini á Sandi í kvøld, tríggir í fyrru royndini [...] fyri løtu síðan, komu seks aðrir bátar út at hjálpa til at reka. Hesaferð eydnaðist at fáa meginpartin av grindini heilt inn móti brotnum, og einir tveir hvalir komu so mikið langt inn ímóti, at menn gjørd
túrin komu fólkini á land og fingu súreplakøku, turran fisk við eplum og grind og spik, eitt tjógv av Sandi og breyð og kaffi. Trýst á pílin fyri at síggja upptøkurnar.
annaðhvørt av sandoyingum ella við sandoyingum í høvuðsleiklutunum, siga tey í Virkinum, sum skipa fyri stevnu á Sandi. Leggjast kann aftrat, at atgongumerkið at síggja hesar filmarnar í Virkinum á Sandi kostar [...] Virkinum á Sandi í gjárkvøldið, og í kvøld klokkan 21 og í morgin klokkan 17 verður sýningin uppafturtikin. Sýningarnar eru í samband við Sandoyarstevnuna, sum hetta vikuskiftið er á Sandi. Umframt filmin [...] tímars filmskappingina hjá Klippfisk í fjør, verður kendi føstulávintsfilmurin “Føstugangshald á Sandi” eisini vístur. At enda á filmssýningini, sum verður í kvøld og í morgin, verður spildurnýggi ske
Sandoyarstevnan, sum er á Sandi nú um vikuskiftið, 8.-10. juni, skiftir millum kommunurnar í Sandoynni. Hetta merkir, at tað ganga fýra ár, áðrenn stevnan verður aftur á Sandi. Og fýra ár er líka sum eitt [...] sandoyingum við meginøkið. - Boringin av Eysturoyartunlinum er nú komin í helvt og gongst, sum ætlað og væntað, verður seinasta skotið í Eysturoyartunlinum latið av tíðliga næsta summar. Tað er Ungmannafelagið [...] oynni, vísa tey á, at fyrireikingar av inntøkum til Sandoyartunnilin á Gomlurætt og Traðardali eru byrjaðar. - Alt hetta merkir, at tá Sandoyarstevna verður aftur á Sandi – um fýra ár – verður fasta samband
Ein morgun í hesi vikuni kom trailaravognur í land av Ternuni í Skopun, og longu sama seinnapart stóðu eini innilokaði sethús uppi Í Nesi á Sandi. Tað er byggivirkið Bulur á Signabø, sum hevur smiðað og [...] og sett húsini upp. Bulur hevur annars smíðað fleiri sethús á Sandi gjøgnum árini, og byggivirkið hevur eisini smíðað barnaskúlan á Sandi, umframt at Bulur fyri nøkrum árum síðan framdi verkætlanina at [...] undirskrivaðu Sands kommuna og byggifelagið Articon sáttmála um byggibúgving av 13 grundstykkjum uppi á Vatnsryggi á Sandi, tey rópa, og hesi grundstykki skulu ætlandi verða klár til jólar.
Sands kommuna og byggifelagið Articon skrivað undir sáttmála um byggibúgving av 13 grundstykkjum uppi á Vatnsryggi á Sandi, tey rópa. Arbeiðið, sum sáttmáli er gjørdur um, kostar 4,4 miljónir krónur. [...] og hvørjar treytir sum heild skulu galda við sølu. - Vit hava fingið fleiri fyrispurningar um keyp av grundstykkjum í nýggju útstykkingini, og vit vænta eisini ein øktan eftirspurning, nú fyrireikingarnar
kommunum kring landið. Tilsamans hava 13 av teimum 29 kommununum fingið minni inn í skatti higartil í ár, aftur ímóti enn í fjør. Men tað loypur eisini í eyguni av teimum 13 kommununum, sum hava fingið minni [...] Skopun, har afturgongdin er yvir níggju prosent, men á Sandi og í Skálavík er minkingin undir eitt prosent. Í Skúgvoy er afturgongdin yvir 10 prosent og av teimum sjey kommunum í Suðuroy, hava tær fimm fingið [...] heild er tað framvegis stór framgongd í Føroyum. Tann seinasta uppgerðin hjá Taks yvir inntøkurnar av skatti í fjør, vísir, at sum heild hava kommunurnar fingið 755,5 milliónir inn í skatti frá januar
Sandoyarstevnan, sum verður á Sandi í ár, byrjar næsta fríggjakvøld og heldur fram til og við sunnudagin. Bæði fríggjadagin seinnapart, fríggjakvøldið og sunnudagin er ymiskt á skránni, men størsti dagurin [...] middegi hevur Veltan opið hús í Stóratunnli, har okkurt forkunnugt verður til matna, og søla verður av grønmeti og blómum. Tað verður Kjartan Atlason Jensen, sum fer at seta Sandoyarstevnu klokkan 14.30
bæði liðini í Fuglafirði. Um tað eydnast fuglfirðingum at vinna fulla úrtøku, so fer ÍF at skumpa B68 av uppflytingarplássinum. Tá ið ÍF var á Svangsskarði fyri fýra vikum síðani, endaði tað við 6-1 heimasigri [...] sigri. Tá vóru líkindini heilt vánalig. Soleiðis verður tað ikki í kvøld, tí norðoyastevnuveðrið er av tí fagrasta. NSÍ, sum er næstfremst, er stórfavorittur ímóti Suðringum, ið eru aftast. Fyri fýra vikum [...] vikum síðani vann NSÍ 5-0 í Trongisvági. Skála eigur heimavøll ímóti B71. Tá ið skálamenn vóru á Sandi fyri fýra vikum síðani vann heimaliðið tepurt 1-0. Grannauppgerð er í Gundadali, har Giza Hoyvík er
sunnanfyri sum heild. Sama skil letur til at vera á Krambatanga. Á Sandi eru bert vevmyndatól á keiðini í Skopun og har letur til at vera nakað av sól. Í Mykinesi bakar sólin oman og niðan nú um middagsleitið [...] meira yvirskíggjað í Runavík, sambært vevmyndatólunum hjá Landsverki. Og somuleiðis sól, men við nakað av skíggjum í Gøtu. Í Norðoyggjum bakar sólin oman og niðan. Bæði vevmyndatólini á Viðareiðisvegnum og