Klæmint fær onkran góðan kalva

– Teir dagar, tá einki er, verða skjótt gloymdir eftir ein slíkan dag, sigur útróðrarmaðurin, Klæmint Sólsker.

Í fleiri ár hevur lítil kalvi verið at fingið undir Føroyum, men tað eru útróðrarmenn, sum eru hepnir og fáa onkran góðan kalva av og á.

 

Millum hesar er Klæmint Sólsker á Sandi, og soleiðis var eisini henda dagin, tá hann setti átta stampar og fekk tveir kalvar, sum lógu millum 150 og 180 pund hvør.

 

– Teir dagar, tá einki er, verða skjótt gloymdir eftir ein slíkan dag, segði útróðrarmaðurin, tá hann kom aftur at landi við góða fonginum.

 

Klæmint Sólsker, sum dámar væl at royna við kalvalínu, fær onkran kalva av og á, og kalvarnar á hesi myndini fekk hann ein góðan kalvadag í fjør.