Arbeiðið at skilja sundur frárensluvatn og yvirflatuvatn í Sands kommunu gongur framá.
- Í vár varð økið kring Soyluánna lagt í rør, og nú er tað Hviná, sum stendur fyri tørni. Hviná hevur í nógv ár verið til ampa fyri bygdafólk, tí áin er djúp, og tað er hent, at børn eru komin illa fyri í ánni.
Í Sands kommunu siga tey, at vandamikla økið nú verður lagt í rør, so ongum nýtist at hava ampa av hesum. Eisini verður frárensluvatnið samlað og leitt burtur, soleiðis at tað vónandi slepst av við lukt og annan ampa har um leiðir.
Men, hvaðani stavar so navnið Hviná, og her vísa tey í Sands kommunu á, at orsøkin til navnið er lítið hugaligur lesnaður.
- Sagt verður, at í gomlum døgum var kleystur uppi Undir Brekkuni. Nonnurnar komu tíðum soleiðis fyri, at tær gjørdust við barn, og tað varð ikki loyvt.
Lagt verður aftrat, at fyri at eingin skuldi vita, at tær vóru við barn, druknaðu hesar neyðars kvinnur nýføddu børnini í ánni, sum rann har framvið.
- Av hesum skal áin hava fingið navnið Hviná. Um søgnin er sonn, veit eingin at siga. Men, helst hevur søgnin verið góð til at hildið børnunum at húsum, soleiðis at tey ikki reikaðu ov víða.
Í Sands kommunu leggja tey aftrat, at tað er fyritøkan MTF, sum stendur fyri arbeiðnum við Hviná á Sandi.