Alt málingaarbeiðið er sjálvboðið

- Eldsálir eiga stóra tøkk fyri sítt ídni og áhaldni at ganga undan at halda karmarnar góðar og virðiligar kring felagslív og trivnað.

Seinastu tíðina hava ungir menn fingist við at mála felagshúsið hjá ungmannafelagnum Virkinum á Sandi, og í gjár vóru nógvir í sving við at leggja seinastu hond á málingaarbeiðið.

 

- Alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið, hóast húsið er stórt, og høgt og nógv er um at fara. Stilladsið er latið til arbeiðið av Articon, siga tey á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu.

 

Ungmannafelagið Virkið varð stovnađ í 1923, og húsið stóð liðugt 30 ár seinni - í 1953. Meginparturin var sjálvboðin arbeiðsmegi, so hetta hevur verið eitt rættiligt ódnartak.

 

- Seinastu árini eru nógvar umvælingar gjørdar innan, har eitt nú nýggj gólv eru løgd á, nýggj wc eru gjørd, og so er ein útbygging eisini framd, har lyfta til rørslutarnaði er sett upp.

 

Nevndararbeiðið í ungmannafelagnum er eisini alt sjálvboðið.

 

- Hesar eldsálir eiga stóra tøkk uppiborna fyri teirra ídni og áhaldni at ganga undan at halda karmarnar góðar og virðiligar kring felagslív og trivnað í bygdini, verður lagt aftrat.