So verður grøðin heystað

Hetta er tíðin, tá grøðin so smátt verður tikin uppaftur, og hetta er eisini tíðin, tá fyrstu føroysku gularøturnar koma á marknaðin.

Hetta er tíðin, tá grøðin so smátt verður tikin uppaftur, og hetta er eisini tíðin, tá tær fyrstu føroysku gularøturnar, sum veksa úti í náttúruni, koma á marknaðin.

 

Á Sandi verður nógv grønmeti av øllum handa slag velt, og her eru eisini bygdir vakstrartunlar, sum velta og selja bæði gularøtur, rabarbur, kál, salat og blómur.

 

Í fleiri ár hava bøndurnir, Ottar Hentze, sum rekur Uttastovugarðin og Jóannes Johannesen, sum rekur Miðstovugarðin, velt nógv epli, gularøtur og kál.

 

Aðrir bøndur og fólk annars eru eisini, sum velta ymiska grøði í gróðrarríku Sandoynni, og hetta er rættiliga nakað, sum seinnu árini hevur vundið upp á seg.

 

Veltan ger eisini eitt stórt arbeiði í Sandoynni, og bæði Veltan, Uttastovugarður og Miðstovugarður kunnu finnast á Facebook, um fólk eru, sum kundu hugsað sær føroyska grøði.

 

Á myndini eru tað Lukas Guðrunarson Mortensen og Jóannes í Miðstovuni, bóndi, sum vísa fram fyrstu gularøturnar, sum nú eru tiknar upp á Sandarfløtti.