Seinsummardagur verður á Sandi leygardagin 25. august. Dagurin byrjar klokkan 10 við stórum ókeypis morgunmatarborði, sum Sands kommuna bjóðar.
Gjøgnum dagin verður høvi hjá børnum eitt nú at royna hoppiborgir, og eisini verður stórt ókeypis barnatiltak við klovninum, Bubu.
Sølutorg verður við matvørum av Sandi, ókeypis konsert verður í Listasavninum, og túrur við frásøgufólki verður í býlinginum í Koytu.
Av Sandi verður sagt, at skipað verður eisini fyri rundvísing í stóra vakstrartunlinum hjá Veltuni á Sandi, og túrur verður fyri børnum í Klettafjósið.
Filmir hjá Hanusi Johannesen og øðrum verða sýndir, og Ørvaroddar fara at grilla grís og leskiligar búffar.
Í tjaldinum verður stór ókeypis konsert við Ólavi á Váli, Fríðbjørg & Frankie, Danny Baldursson, Niclas Hera Jákupson, Søren Pedersen, Jórun Gudmundsen & Hans Ravnsfjall og fleiri.
Seinsummardagur á Sandi endar við dansi í ungmannafelagnum Virkinum, har góður dansitónleikur verður til fólk í øllum aldursbólkum.