Tað gongur fyri seg í Eysturoy og Klaksvík

Kappingarnevndin útsetti seint í gjárkvøldið dystin, sum skuldi vera í Gundadali í kvøld

20. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður í kvøld.

Tríggir dystir vera í Eysturoy og ein í Klaksvík.

Fimti dysturin er útsettur. Tað er tann millum HB og Suðringar.

HB hevði ásett og boðað gestunum frá, at fyrsta bríksl fór at vera klokkan 18.30. Seint í gjárkvøldið komu boð til HB frá kappingarnevndini um, at dysturin er útsettur. Tað er ikki ásett, nær hann verður spældur.

 

Toppliðið KÍ, sum leygardagin tapti 1-0 á Skála, fær vitjan av B71. Sandoyingar vunnu leygardagin 2-0 á heimavølli ímóti Suðringum. Í sjeynda umfari vann KÍ 4-1 á heimavølli ímóti B71. T´ið liðini hittust á Sandi var úrslitið 6-3 til klaksvíkingar.

 

Átta tær seinastu ferðirnar hevur ÍF vunnið úrtøku – sjey sigrar og ein javnleikur. Í kvøld skal ÍF spæla á Skála. Tað kann vísa seg at verða stór avbjóðing. Leygardagin vunnu skálamenn 1-0 á heimavølli ímóti toppliðnum KÍ. Tað var eingin ivi um úrslitið, tá ið ÍF 7. apríl var á Skála. Tá vann ÍF 5-1. ÍF sigurin var uppaftur størri, tá ið skálamenn vóru í Fuglafirði. Tá var úrslitið 7-0.

 

 Grannauppgerð verður við Løkin í Runavík, har Víkingur verður gestur. Um eitt ella tvey lið fara at flyta upp er eitt nú treytað av, hvussu tað hilnast hjá NSÍ. Tvær ferðir fyrr í ár hava liðini spælt í Leirvík. Í fyrra førinum vann NSÍ 2-1, og í seinna førinum vann Víkingur 1-0.

Leygardagin endaði tað 1-1 í grannauppgerðini á Svangaskarði millum B68 og NSÍ.

 

Giza Hoyvík, sum er hótt av niðurflyting, verður gestur á Svangaskarði í kvøld. Tá ið hesi bæði liðini hittust á Svangaskarði í sjeynda umfari vann B68 tepran 3-2 sigur. Tá ið B68 var gestur í Hoyvík, endaði tað 2-2.

Leygardagin tapti Giza Hoyvík 2-1 í Leirvík.

 

KÍ – B71: Rani A. Skaalum kl. 19.15

NSÍ – Víkingur: Rúni Olsen kl. 18.00

B68 – Giza Hoyvík: Johan P. Michelsen kl. 18.00

Skála – ÍF: Aron S. Vest kl. 19.00

HB – Suðringar: útsettur