høvuðsstaðnum. Havandi í huga, at landið ikki tykist hava neyðugan vilja og hug at taka eitt tak á hesum øki, noyðist Tórshavnar kommuna at taka um endan, sum ikki einaferð! At ungfólk við avmarkaðum lestrarstuðli [...] langt oman fyri veruliga leiguvirði, kann eingin liva við. Tí eigur at verða farið undir bygging av hóskandi íbúðum, ið ung lesandi skulu leiga fyri ein prís, ið samsvarar við tað, tey kunnu vera før fyri [...] fyri at rinda. Og eins og gjørt verður, tá finnast skulu eldraíbúðir, eigur kommunan kanska enntá eisini at keypa hóskandi bygningar til endamálið, tá tað letur seg gera. Sum høvuðsstaður eigur Havnin at
annars eiga eisini at vera í lagi. Sum dømi kann eg nevna, at vit í gjár sóu onkrar smádreingir fara út á WC at fáa sær ein guv. Eg fekk beinan vegin fatur á teimum, og segði, at um hetta endurtók seg [...] Bjarni eisini við, at tað skal vera hugnaligt at koma í høllina. Um ikki so langa tíð, fær høllin væntandi hálvt skeinkiloyvi, men tað er so avgjørt ikki ætlanin, at hetta skal vera eitt stað, har fólk [...] leygarkvøld oman at bowla, so kostar tað tykkum 225 kr. Tá kann tað so ikki vera meiningin, at onkur fullur persónur, sum stendur nærhendis, skal oyðileggja tykkum kvøldið. Heldur verður tað soleiðis, at fólk
skúla enn. Hildið var, at tey eisini eiga at læra skúlan at kenna, áðrenn tey skulu brúka hann dagliga, so bygdarráðið beyð teimum til ymisk upplivilsi í skúlanum. Her var tað, at millum onnur Trølla Pætur [...] vegin og sleppa at gera seg liðug har. Annars letur Karin Hammer, skúlatjóri, at, at skúlin er ov lítil til næmingatalið. Eitt sindur verður bøtt upp á tað, nú ítróttarhøllin verður bygd oman fyri skúlan. [...] til læknaviðtalu, sigur skúlatsjórin, og dylur ikki fyri, at hon fegin vildi havt tey hølini til skúlabrúks, og at læknin fekk onnur høli at vera í.
hoyrt ófatiliga leingi. Ein intens ballada um at missa, men samstundis at vita, at hetta er ein løta, sum fer at fara. Og ikki minst eitt niðurlag, sum bønar um at verða trallað afturvið. »Elevation« teir modernaðu [...] stendur kanska eftir, aftaná at hava hoyrt fløguna nakrar ferðir. At hóast verðin er stór og ørkymlandi, fylt við so nógvum lorti, so ber til at finna náði í smálutum, so sum at vera pápi, maður og sangari í [...] komin væl á leið at frelsa heiminum, men er eisini komin til sættis við at vera pápi (enn eitt, sum eg eigi eftir á), nærkast miðaldarkreppu og hvat veit eg_.men hann torir at siga, at hann ikki er uttan
evninum var. Lat tað vera sagt beinanvegin, at tað var sera ymiskt, hvussu ymsu feløgini høvdu valt at tulka hetta. Hóast ymisk, so mundu teir mongu áskoðararnir vera samdir um, at allar framførslurnar [...] sjálvandi eisini eru onnur, sum royna at halda seg framat. At tað var ein røtt avgerð at økja um talið av sýningum, er helst einki at ivast í, nú sýningarnar eru farnar aftur um bak. Norðurlandahúsið var nevnliga [...] føroyskur fimleikur av sonnum kann vera errin av. Bert spell, at tað skulu ganga tvey ár ímillum at slík tiltøk verða hildin, men hinvegin viðførir hetta eisini, at tráðanin til tiltakið verður størri
býráðslimir um at halda fram við varliga fíggjarpolitikkinum, ið rikin var í valskeiðnum frammanundan, til tess at fáa skil á skuldarviðurskiftunum. Hetta hevur eisini eydnast við m.a. at halda aftur við [...] fyrireikingarnar at byggja nýggja venjingarhøll í Hoyvík. ? Smbrt. samanleggingarsáttmálanum millum Havnina og Kollafjørð eru fyrireikingar farnar í gongd at útbyggja skúlan í Kollafirði og at byggja nýggja [...] fingið sømiligar fíggjarkarmar at virka undir og stór viðlíkahaldsarbeiði eru í gongd. ? Sum lið í ætlan at bøta um hølisviðurskiftini hjá skúlunum er sum fyrsta stig samtykt at útbyggja Hoyvíkar skúla við
tíð manniliga at verja garð. Um málið, næmingarnir hava við sær í studentaskúlan í dag, sigur Hanus, at tað er rættiliga ójavnt, uttan tó at hava hug at greina tað nærri. Tó sigur hann, at tað eru rættiliga [...] gjørdi, at hann gjørdi av at fara á Føroya Læraraskúla. Tað, at hann var studentur, gjørdi eisini, at tíðin á Lærarskúlanum varð stytt eitt sindur. Enn einaferð kom Hanus »ov seint« í skúla. Av tí at hann [...] samfelagnum, sum hann hevur havt sum næmingar, uttan tó at minnast teir aftur. Hevur trivist væl Hanus sigur, at hóast tað kann tykjast at vera sama mylnan at fara í gjøgnum ár um ár, er tað kortini ikki so.
ongantíð liðugt. Tá eg hugsi um mentan, so hugsi eg samstundis karmar. At hugsa sær at sloppið at bygt upp karmar til býarfólkið at fylla út. At skapa nakað livandi í. Eitt mentunarhús, har allir borgarar kunnu [...] eiga ein deiligan bý, næstan fullkomnan. Tí havi eg eisini hug at gera nakað fyri hann. Vera góð við hann, soleiðis at vit øll kunnu siga, at vit liva í heimsins besta býi. Tí, um vit hugsa okkum um, so [...] býi eigur atgongd at vera til øll møgulig tilboð. Og við einum slíkum mentunardepli fær borgarin veruliga nakað ítøkiligt fyri skattapeningin. Tí, sum eg plagi at siga, politikur er at bera fólkinum skattin
tá plagar Mjølnir at vinna. Tað var kanska eisini tað sum var trupulleikin. Kvinnurnar í Mjølni eru so vanar at vinna, at mótstøða sum í hesum dystinum er óvanlig. Dráttur megnaði at vinna hetta settið [...] framtíðin sær ljós út. Gerda Nattestad, sum var ein at stuðlunum seinasta kappingarár fer nú at spæla við aftur, eftir at hon hevur verið burturstødd. Tað fer at styrkja um liðið enn meira. Mjølnir tapti henda [...] fer at standa millum Mjølnir og Drátt. Sum er, eru hesi bæði liðini betur fyri og hava sterkari manning enn hini. At Mjølnir er í toppinum er sjálvsagt. Tað eru tær altíð, men í ár sær út til, at tað verður
sagdur upp. Orsøkin var, at Føroya Banki hevði annað endamál at nýta bygningin til. Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, sigur við Sosialin, at orsøkin til, at Trygd nú flytir oman á Kongabrúnna fyrst [...] ikki at selja Sjóvinnubankabygningin. Orsøkin var júst tann, at vit mettu, at vit kundu fáa tørv á hølunum í framtíðini. Spurdur um tað ikki hevur nakað við plaseringina hjá kappingarneytunum at gera, [...] fyrst og fremst er plásstrot. - Verandi hølini hjá Trygd eru nú um at gerast heldru trong, og tí mettu vit, at tað varð neyðugt at flyta virksemi. Bankin átti framman undan hølini við Kongabrúnna, og vit sóu