»The heart is a bloom, it shoots up through the stony ground«

(«Beautiful Day ? U2)

 

Birgir Kruse

Beautiful Day; neyðugi hit-sangurin við pounce í og mín sann kennast teir longu religiøsir her í fyrstu skering? Ja, fløgan byrjar við hesum upp-peppaða sangi, ið minnir meg aftur á allarfyrstu fløgurnar, og løg sum »I Will Follow«, sum tú spældi í Útvarpinum í 1980. Hesin nýggi sangur hevur longu ligið nummar 1 á popptindunum, og tað er eisini skilligt. Lagið er gott, og teksturin er meiri jarðbundin og einfaldur enn tekstirnar annars hava verið leingi. »Stuck In A Moment You Can?t Get Out Of« ein deiligur sangur; um trupul viðurskifti millum tvey, ella er tað um okkara viðurskifti við bólkin, altso lurtarin og U2? Ja, hetta er kanska eitt tað vakrasta lagið eg havi hoyrt ófatiliga leingi. Ein intens ballada um at missa, men samstundis at vita, at hetta er ein løta, sum fer at fara. Og ikki minst eitt niðurlag, sum bønar um at verða trallað afturvið. »Elevation« teir modernaðu techno-U2 frá »Discotheque« og »Lemon« - og kanska ein feril av Primal Scream og Nirvana eisini? Ja, tað er sum heitið sigur tað, ein upplyftur sangur. Kanska tað nærmasta vit koma tí intensa og hálv-larmandi rokksangunum, sum annars hava verið nokkso frammaliga á fløgunum hjá U2. »Walk On« er ein klárt relig-iøsur sangur! Slagarin av nýggju fløguni? Helst tað, hetta er eitt av løgunum, sum eg veit, fara at gerast millum heimsins bestu í míni verð um ein mánaða ella tveir. Ein sangur við greiðum religiøsum undirtónum, og jaliga niðurlagnum »walk on« ella halt á. »Kite«- eru hetta fjar minni frá ein endurspegling av Sgt. Pepper, sum kom, sá og sigraði? Hin vakrasti sangurin á hesari fløgu haldi eg; í sterkari kapping við Stuck in a moment...í løtuni í hvussu er. Hvat heldur tú Petur? Hetta er eitt lag, sum Bono skrivaði aftaná at hava roynt at pápast við dóttrunum. Men drekin helt sær bert nøkur fá sekund. Men burtur úr hesum kom avgjørt vakrasta lagið á fløguni. Samdur. »In A Little While« - jamen er hetta ikki »Under the Bridge« við Red Hot Chili Pepper? Men tó - ein klárur soulsangur á la Wilson Pickett og Committments. Ja, hetta er ein sera einfaldur og strippaður sangur, sum kanska fær meg at hugsa um sein 90ara tónleikin, har bólkar sum Red Hot Chili Peppers og Pearl Jam ímynda tann nakna on intensa sangin, sum er beint har. »Wild Honey« hetta er elegant og akustiskt; feitur elbassur og ein klárur farri av Rolling Stones uppá tað besta...og prógvar fyri tað fyrsta, at U2 duga at rokka við kassaguitarum, og at teir eisini hava lurtað dúgliga til Van Morrison, Bob Dylan og ikki minst Rolling Stones, sum tú sigur, seint í 70unum. »Peace On Earth« er ein jólaslagari, avgjørt. Eingin ivi. Nummar eitt á jólum. Allar handilshurðar eru opnar fyri hesum, friður á jørð - tað eru jól. At brúka banalitetir og sentimentalitet krevur dirvi og dugnaskap, skal tað hepnast. Akkurát sum hjá Lars von Trier í Dancer in the Dark. Eg haldi báðir partar - Trier og U2 - hepnast heilt væl við hesum sentimentala leiki, hvør í sínum lagi...Ja, hetta er kanska sterkasti teksturin, Bono hevur skrivað síðani »One«. Sum ein nevi í gronina sigur hann, hvussu troyttur hann er av at hoyra, at tað er friður á jørð, samstundis sum alsamt fleiri verða dripin og jarðað afturvið útvatnaðum religiøsum klisje?um. Avgjørt ein stakfløga, sum fer at fylla MTV um jóltíð. »When I Look At The World« ? er hetta ein stórbýar-sálmur? eru vit í London? ella? Hetta er kanska eitt bræv til ein prædikumann, sum allarhelst býr í einum stórbýi. Tað er so syrgiliga lætt at stilla seg upp á eitt podium og prædika um, hvussu verðin sær út, um bert eitt sett av eygum sær hana, og brillurnar kanska ikki eru so væl pussaðar. »New York«, ja her er so eingin ivi. Í heimsins stórsta súrepli mitt ímillum kjarnur, ormar, Lou Reed og Sinatra. Praktfullur biti. Hesin sangur staðfestir hvussu spjaddar røturnar hjá einum fólki kunnu vera. Samstundis ber New York eisini boð um, at maðurin, sum hevur sæð rastloysi, stórbýir og alt møguligt ørkymlandi eisini fær sett seg niður og strekt beinini. At enda er lagið »Grace« sum er eitt vakurt lag, við einum einfaldum teksti, sum spælir sær við tvítýdningin í orðinum »grace«, sum merkir náði, men eisini er eitt nógv brúkt gentunavn. »Grace finds beauty in ugly things«, og hetta stendur kanska eftir, aftaná at hava hoyrt fløguna nakrar ferðir. At hóast verðin er stór og ørkymlandi, fylt við so nógvum lorti, so ber til at finna náði í smálutum, so sum at vera pápi, maður og sangari í heimsins besta bólki. Jú tú, alt av náði. Tað havi eg altíð sagt. Men tó »The ground beneath her feet« hesin sangur manglar á mínari fløgu. Bara teksturin er prentaður á húsanum. Og eingin minni enn Salman Rushdie eigur hann. Tekstin altso. Men sangin havi eg ikki funnið. Veitst tú nakað? Ja fyrst skuldi hann ikki vera við og so aftur og fram. Men endin varð at hann bert finst á ljóðsporinum til Wim Wenders-filmin »Million Dollar Hotel« og kom slettis ikki við á hesa nýggju U2-fløguna, hóast hann stendur í tekstheftinum.

(Birgir og Petur um U2 »All that you can?t leave behind« Island 2000)


KRISTNIR SANGIR


Í sambandi við túsundárahaldið helt Petur Jensen fyrilestur fyri 10. floks næmingum í Eysturskúlanum um tónleikin hjá U2. Høvuðsdenturin varð lagdur á kristiligar og bíbilskar endurspeglingar í tekstum teirra. Umframt at siga, at allir sangir hjá U2 hava ein íbornan kristnan boðskap, vórðu hesir sangir lisnir saman við næmingunum, við høvuðsdenti á tað kristiliga og bíbilska:


1. Gloria


2. I still haven?t found what I?m looking for


3. Until the End of the World


4. The First Time


5. Wake up Dead Man


6.Peace on Earth


(Petur Jensen í Eysturskúlanum 31.10.00)





DAGBÓKIN


MÁNADAGUR 30.10. Eg havi sjáldan verið so spentur, sum eg havi verið allan dag. Eg havi glett meg sum eg veit ikki hvat til at nýggja U2 fløgan, »All That You Can?t Leave Behind« skuldi koma í handlarnar. Eg eri ikki 11 ár longur. Nú eri eg 27, so eg havi kanska eitt sindur búnari forhold til U2, men tá eg gekk oman í handilin, kendi eg meg ikki nógv eldri enn 11. Henda nýggja fløgan er ógvuliga nakin og jalig, positiv. Hetta kann vísa seg at vera ein stórur biti at gloypa, men tað man kanska fara at ganga. Og nú havi eg so sitið og hoyrt fløguna einar 3 ? 4 ferðir. Og lat tað bara verða sagt; eg elski hana longu. Og tað visti eg væl, at eg fór. Hesaferð er maðurin, sum tær seinastu tríggjar fløgurnar hevur reikað rastleysur um í heiminum og myrkrinum á veg heim aftur. Bono er fyltur 40, hevur vitjað pávan, Kofi Annan, Nelson Mandela og er komin væl á leið at frelsa heiminum, men er eisini komin til sættis við at vera pápi (enn eitt, sum eg eigi eftir á), nærkast miðaldarkreppu og hvat veit eg_.men hann torir at siga, at hann ikki er uttan vón.

(Petur Jensen)