Bowling er komið fyri at verða

Bjarni Kyster, sum er høvuðsmaðurin aftan fyri nýggju bowlinghøllina, er sannførdur um, at nýggja ítróttin fer at fáa fastatøkur her á landi

Ítróttagrein


Fert tú í dag niðan á Háls í Havn, har Thomas Dam hevur bygning sín, er tað annað enn patrónir, slikk og hvítivørur, sum eru at síggja.

Uttan ífrá er bygningurin kanska ikki broyttur tað heilt stóra. Okkurt nýtt er asfalterað aftanfyri, og so er ein lítil útbygningur komin afturat. Munurin sæst, tá tú fert inn gjøgnum hurðina í nýggja utbygninginum. Her er non-stop tónleikur, hópatals skíggjar, átøkir onkrum telduspæli, lýsa, og ljóðið av keylum og kúlum hongur alla tíðina í luftini.

Talan er sjálvandi um nýggju bowlinghøllina, sum fyri fyrstu ferð lat dyrnar upp um vikuskiftið.


Er sjálvur bitin

Bjarni Kyster er høvuðsmaður aftan fyri høllina, og sjálvur sigur hann, at hann hevur havt hetta í umbúna í eina tíð.

- Áhugan fyri hesum fekk eg, meðan eg eitt tíðarskeið var í Danmark. Vit vóru nakrir vinmenn, sum líka sum einki høvdu at fara til. Í fótbóltinum sluppu vit ikki upp í part, og fyri at royna okkurt, gjørdu vit so at fara at bowla.

- Eg gjørdist beinan vegin bitin av hesum, og síðani eg kom heimaftur, hevur tankin um eina høll líka sum hingið við.

- Eg havi síðani gjørt eitt umfatandi kanningararbeiði, og eftir at brúkt bæði tíð og pengar til hetta, fór eg so veruliga undir at fyrireika hølini, sum eg hevði fingið til vega.

Til stuttleika kann eg nevna, at á einari av ferðunum, var verpápi mín við á ferðini. Vit fóru so út at bowla okkurt kvøldið, og hóast hann ongan tíð hevði roynt tað fyrr, so gjørdist eisini hann bitin av hesum, greiðir Bjarni frá, fyri líka sum at vísa, hvussu breiðan skara ítróttin fevnir um.


Skal verða ein góð løta

At Bjarni, áðrenn hann fór undir ætlanina, nýtti nógva tíð og nógvan pening upp á fyrireiking, er so avgjørt ikki nakað, sum hann í dag angrar.

- Eg eri sannførdur um, at hetta er nakað, sum hevur loyst seg. Bæði tað arbeiði, sum eg havi gjørt í Danmark, og tað, sum eg havi gjørt í Føroyum. Hetta tíð, eg nú havi fingið eitt sera gott innlit í, hvussu arbeiðið eigur at verða gjørt.

- Tað er jú soleiðis, at talan er um ein hampuliga dýran tíma, tá farið verður at bowla, og so eigur kundin eisini at kunna krevja nakað afturfyri. Hølini skulu verða snøgg, og umstøðurnar annars eiga eisini at vera í lagi. Sum dømi kann eg nevna, at vit í gjár sóu onkrar smádreingir fara út á WC at fáa sær ein guv. Eg fekk beinan vegin fatur á teimum, og segði, at um hetta endurtók seg, so sluppu teir ikki inn aftur. Í dag hava teir aftur verið her, og nú skikka teir sær væl.

Undir umstøðunum annars, meinar Bjarni eisini við, at tað skal vera hugnaligt at koma í høllina. Um ikki so langa tíð, fær høllin væntandi hálvt skeinkiloyvi, men tað er so avgjørt ikki ætlanin, at hetta skal vera eitt stað, har fólk drekka seg skýt.

- Um til dømis tú og makin fara eitt leygarkvøld oman at bowla, so kostar tað tykkum 225 kr. Tá kann tað so ikki vera meiningin, at onkur fullur persónur, sum stendur nærhendis, skal oyðileggja tykkum kvøldið. Heldur verður tað soleiðis, at fólk kunnu fáa sær eina øl, meðan spælt verður, ella kanska eitt glas av víni aftur við matinum.


Kostnaðurin

Sum nevnt, so er tað kansk hálvgum dýrt at bowla. Órímiliga dýrt heldur Bjarni tað tó ikki vera, og vísir í hesum sambandi á, at kostnaðurin her er lægri, enn hann er flestu staðni í Danmark.

Tíðirnar í vikuni eru býttar í trígjar bólkar, har fríggja- og leygarkvøld eru tey dýrastu. Hetta kemst sjálvandi av, at tað er her, at tað ivaleyst er størstur áhugi at sleppa framat.

Kostnaðurin er so, alt eftir hvørja tíð talan er um, úr 130 upp í 225 kr. fyri tíman. Íroknað hesum er leiga av skóm. Skogvarnir eru samstundis einasta útgerð, umframt kúluna, sum er neyðug. Vakrir eru teir ikki á at líta, men eisini hetta hevur sína orsøk.

- Royndirnar alla staðni siga, at er talan um flottar leðurskógvar, verða alt ov nógvir av hesum stolnir. Lættasti mátin at sleppa undan hesum trupulleika er, um skógvarnir eru somikið ljótir, at eingin kundi funnið upp á at stolið teir, sigur Bjarni smílandi.


Spælið

Sum nevnt, so kostar tímin eina ávísa upphædd, og fyri hetta fær ein so 55 minuttir á breytini.

Í stuttum kann sigast um sjálvt spælið, at tað ræður um at koppa so nógvar keylur sum gjørligt við hjálp av bowlingkúluni.

Fyri hvørt spæl, hevur hvør luttakari 10 royndir, og er tað ein sera einføld stigaskipan, sum ger av, hvussu nógv stig fáast burturúr.

Hvør royndin er samansett av tveimum køstum. Best er sjálvandi, um tú megnar at koppa allar 10 keylurnar í einum. Eitt sonevnt »strike«. Tá fellur næsta royndin burtur, men umframt at fáa 10 stig fyri hetta kastið, fært tú harafturat stigini, sum tú fært tey bæði komandi køstini.

Frt tú allar keylurnar at koppa í tveimum køstum »spare«, fært tú 10 stig, umframt stigatalið, sum næsti stoyturin gevur. Í aðrar mátar verður eitt stig latið fyri hvørja keylu, sum koppað verður.

Bowlarunum nýtist tó ikki at hugsa alt ov nógv um hetta. Ein telda heldur skil á øllum hesum, og harumframt er hon so vinarlig, at hon eisini syrgir fyri, at keylurnar verða setta uppaftur, soleiðis at alt gerst so passaliga ómaksleyst hjá okkum øðrum.

Ein einføld, lættskiljandi skipan, og harafturat kann nevnast, at tað eisini er einfalt at spæla.. Tað er bert at senda kúluna avstað, og so vóna, at siktið er nóg gott. Stuttleikin er so avgjørt til staðar, líkamikið á hvørjum støði bowlarin sjálvur er. Fyri nýbyrjarar er avbjóðingin kanska bara at raka inn í trunkan, meðan tey meira vandu, kanska heldur hava sum mál, at fáa so nógvar strike ella spare sum gjørligt.

Líki mikið á hvørjum støði íðkararnir eru, er eitt tó púra vist. Talan er um 55 stuttligar minuttir, sum tíverri mugu sigast at ganga alt ov skjótt.


Einki felag ? enn

Enn er so einki bowlingfelag sett á stovn, men sjálvur heldur Bjarni, at hetta allar helst fer at koma.

- Hetta er jú ein ítrótt, eins og so mangt annað, og tí fer eitt felag ivaleyst at koma fyrr ella seinni. Eisini tí at ítróttagreinin nú eisini tykist vera komin til oyggjaleikirnar. Her er tó ein trupulleiki, tí sum eg havi skilt tað, so skulu minst trý feløg verða í landinum, áðrenn vit kunnu melda til. Ein kann sjálvandi hugsa sær, at feløg verða sett á stovn kring landið, men tað er so bert tað eina staðið, at umstøðurnar til venjing eru til staðar.

Bjarni roknar heldur ikki við, at ein onnur høll kemur til landið í bræði. Hetta tí tað neyvan er grundarlag fyri hesum. Sum dømi kann nevnast, at tey í Danmark roknað við, at upplandið fyri eini høll skal telja á leið 30.000 íbúgvar, so grundarlagið undir hesi er kanska í undirkantinum.

At høllin fer at bera seg, er Bjarni tó ikki í iva um, tí sum hann sigur.

- Roknaði eg ikki við tí, so var eg als ikki farin í holt við hetta.