Hátíðarhald í Kollafirði

Í gjár hátíðarhildu kollfirðingar, at tríati ár eru liðin, síðan skúlin varð vígdur

 

Kollafjørður: Børnini í Kollafirði vóru í gjár í 30 ára føðingardegi hjá skúlanum. Millum gestirnar vóru Trølla Pætur og klovnar.

Tað var ikki vanligur skúladagur sum so í Kollafirði í gjár. Skúlin hevði avgjørt, at dagurin skuldi haldast eitt sindur øðrvísi enn vanligir dagar.

Skúlin skipaði fyri hugnaløtu í skúlanum fyri skúlabørnunum. Millum annað var Kári Sverrisson í skúlanum og sang fyri børnunum. Borðreitt varð við kaka og bollum, sum foreldur høvdu latið. Tey vóru eisini við í skúlanum og hjálptu til undir sjálvum tiltakinum, sigur Karin Hammer, skúlatjóri í Kollafirði. Skúlastovurnar vóru prýddar við ballónum í ymsum litum, sum lærarar á skúlanum høvdu sitið og blást upp.

Næmingar, sum fyrr hava gingið í Kollafjarðar Skúla, fingu høvi at síggja seg sjavan aftur á myndum, sum tiknar eru av flokkunum, ið hava gingið í skúlanum hesi árini. Hesar myndirna vóru hongdar upp í skúlanum, og kundi so almenningurin koma framvið og síggja tær.

Seinnnapartin skipaði Kollafjarðar bygdarráð fyri ymsum tiltøkum fyri tey yngru børnini í bygdini. Tað vil siga børnum, sum ikki eru farin í skúla enn. Hildið var, at tey eisini eiga at læra skúlan at kenna, áðrenn tey skulu brúka hann dagliga, so bygdarráðið beyð teimum til ymisk upplivilsi í skúlanum. Her var tað, at millum onnur Trølla Pætur og klovnarnir undirhildu.

Í gjárkvøldi skuldi so vera hugnaløta í fimleikarhøllini við ymsum til undirhalds. Millum annað ein filstubbi, sum tikin varð upp, tá flutt var í skúlan í 1970.

Tað ganga í løtuni 134 børn í Kollafjarðar Skúla. Frá fyrsta til sjeynda flokk. Tá kollfirðingar fara í framhaldsdeildina, fara tey til Havnar. Tey fara í Eysturskúlan.

Fyrr gingu kollafjarðarbørn í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Men eftir at Kollafjørður hevur lagt saman við Havnini, fara tey til Havnar at ganga í framhaldsdeildina. Fyrsti flokkurin byrjaði eftir summarfrítíðina í ár. Tey, sum í ár ganga í níggjunda flokki, eru á Oyrarbakka. Tey eru tey seinastu, sum fóru tann vegin og sleppa at gera seg liðug har.

Annars letur Karin Hammer, skúlatjóri, at, at skúlin er ov lítil til næmingatalið. Eitt sindur verður bøtt upp á tað, nú ítróttarhøllin verður bygd oman fyri skúlan. Tá verða samstundis nakrar serstovur bygdar, sum skúlin skal brúka.

Karin Hammer sigur, at skúlin í grundini longu var ov lítil, tá hann varð tikin í brúk fyri 30 árum síðan. So longu tíggju ár seinni, í 1980, varð bygt uppí. Og nú er aftur ov trongt.

Men kortini leggur skúlin høli til læknaviðtalu, sigur skúlatsjórin, og dylur ikki fyri, at hon fegin vildi havt tey hølini til skúlabrúks, og at læknin fekk onnur høli at vera í.