Um at geva Havnini eina kjerliga hond

Tú hevur kanska sæð meg í Havnargøtum, oftast trillandi við barnavogni. Hetta eru nakrar av teim bestu løtum eg havi, í býi mínum, við børnum mínum. At spankulera oman og niðan, práta við fólk og kenna hvussu býurin suðar av lívið. Hús verða umvald, onkur flytir inn, onnur út. Ein nýggj býarmynd titar fram, tá eigarin av einum vøkrum urtagarði ger av at klippa runnarnar. At ganga í dómaragarðinum og øðrum loyniligum oasum. Finna smáar fínar gøtur, oftast skaptar av barnafótum. Niðan á kongaminni, í plantasjuna at geva dunnunum breyð, út í Sandagerð, út á Reyn, ja, túrarnir eru mangir og hvør betur enn annar.

Jú, vit eiga ein deiligan bý, næstan fullkomnan. Tí havi eg eisini hug at gera nakað fyri hann. Vera góð við hann, soleiðis at vit øll kunnu siga, at vit liva í heimsins besta býi. Tí, um vit hugsa okkum um, so eru ein rúgva av økjum, sum kundu trongt til eina kjerliga hond. Eina damuhond, vildi onkur kanska sagt! Og hetta er ein erlig sak, eg meini, eitt stað har fólk búgva verður ongantíð liðugt.

Tá eg hugsi um mentan, so hugsi eg samstundis karmar. At hugsa sær at sloppið at bygt upp karmar til býarfólkið at fylla út. At skapa nakað livandi í. Eitt mentunarhús, har allir borgarar kunnu hittast, børn, ung og gomul.

Har kundi verið café og býarmuseum. Bókasavn, arbeiðsverkstaðir, fundarhøli, Jazz-klubbur, teldustova, miðlasavn, listaframsýningar, venjingarhølir til tónleikarar, spælistova til børn, felagskapir og eg kundi hildi áfram. Og hví ikki í Ebenezer, sum onkur hevur nevnt?

Havnin er vorðin ein stórur býur. Og í einum stórum býi eigur atgongd at vera til øll møgulig tilboð. Og við einum slíkum mentunardepli fær borgarin veruliga nakað ítøkiligt fyri skattapeningin.

Tí, sum eg plagi at siga, politikur er at bera fólkinum skattin aftur við rentum. Hetta, við at arbeiða fyri fjøldina, men kortini ikki gloyma hin einstaka.


Send tú trygt meg í býráðið 21. november, so skalt tú bara síggja!

Heimasíða: www.rigmordam.subnet.dk