Viðtal
Seinni partur
Føroyska málið er vorðið fátækari í orðavali og vendingum, heldur Hanus A. Samuelsen, lærari í føroyskum á Føroya Studentaskúla.
Hann heldur, at gamli føroyingurin, sum hann kendi í sínum ungdómi í Húsavík, tosaði eitt rættiliga gott mál, hóast tað var ógvuliga ávirkað av donskum. Men málið, tey brúktu, var ramligt og fjølbroytt. Fult av góðum tiltøkum, sum Hanus saknar í dag. Í dag er málið hjá nógvum rættiliga stirvið og einstáttað.
Ein grund til, at gamlar máliskur hvørva úr málinum kann vera, at arbeiðið, tey høvdu fyrr, dettur burtur. Fólk kenna ikki tað, tikið varð til, og hava tí einki at brúka tey orðafellini til.
Í hesum sambandi nevnir hann tað at fáast við seyð ella landbúnað sum heild. Fólk kunnu finna upp á at brúka ymsar málsligar vendingar haðani, uttan at hava hóming av, hvat tær í grundini merkja. Úrslitið verður mangan okkurt heilt undarligt, sum einki skil er í.
Hanus fegnast tó um tað, sum vunnið er í nýggjari orðagerð. Vit hava fingið rættiliga nógv góð, nýggj orð fyri nýggj ting, sum komin eru. Men Hanus Samuelsen metir tó, at tað gongur so skjótt í heimssamfelagnum, at vit hava helst ikki møguleika fyri at finna nýggj orð, so hvørt okkurt nýtt kemur inn á okkum. Tó eiga vit ongantíð at gevast, men alla tíð manniliga at verja garð.
Um málið, næmingarnir hava við sær í studentaskúlan í dag, sigur Hanus, at tað er rættiliga ójavnt, uttan tó at hava hug at greina tað nærri. Tó sigur hann, at tað eru rættiliga nógv, sum hava ilt við at stava rætt. Og tá fólk so fara út í gerandislívið, eitt nú á almennar stovnar og tílíkt, eigur at kunna krevjast av teimum, at tey duga at stava føroyskt mál rætt, sigur Hanus A. Samuelsen.
Og bløðini eru ikki petti mætari, heldur hann. Har fer nógv út, sum átti at verið øðrvísi. Tað má kunna krevjast av bløðunum, at tað, tey bera fólki, er málsliga rætt.
Men sjálvandi broytist málið við tíðini, tí málið er jú livandi og undir stórari ávirkan uttaneftir.
Tey ungu í dag fylgja væl við tí, sum hendir rundan um okkum, og eru kring í serliga enskum máli, sigur Hanus. Og hava vit ikki tann hugburð, at vit alla tíðina eiga at vanda okkum um og verja málið, býður tí ikki bøtur, er metingin hjá húsvíkinginum, ið sum ungur kom til Havnar, har hansara lívsstarv varð at undirvísa ungfólki úr øllum landinum í føroyskum máli.
Heimbygdin dregur
Tað er greitt, at tað var eitt rættiliga stórt umskifti hjá einum unglingi at koma úr Húsavík til Havnar í 1953.
Serliga dámdi Hanusi væl at ganga á bókasavnið. Bókasavnið var Landsbókasavnið, sum var á Debesartrøð. Lesihugurin var sjáldsama góður, so tað var sum ein nýggjur heimur, ið har varð latin upp.
Hanus greiðir frá, at ofta varð farið á bókasavnið at leita eftir stílaevnum. Men tað var vanligt, at so nógv annað áhugavert og spennandi var at finna, sum eisini varð tikið við á somu ferðini.
Ikki varð ferðast í millum tá sum nú. Og frítíðin var lítil. Umframt summarfrítíðina var jólafrítíðin tann stóra, og tá skuldi farast heim til Húsavíkar.
Ritan sigldi til Skopunar, og á Sandoynni var vegur millum bygdirnar, so har var ikki so ringt at ferðast tá, greiðir Hanus frá.
Í 1956 varð Hanus liðugur á Studentaskúlanum, og so var at finna út av, hvat gerastt skuldi víðari. Prógvið var gott, so tað var sum so einki, sum forðaði fyri nakrari ávísari víðari útbúgving.
Men drátturin at Húsavík var stórur, og Hanus gjørdi av ikki at fara av landinum, sum tá mestsum bara var til Danmarkar, at lesa beinanveg.
Hanus flutti aftur til Húsavíkar og varð vikarur í barnaskúlanum har suðuri við studentsprógvi, sum tá var rættiliga vanligt.
Hendan tíðin gjørdi, at hann gjørdi av at fara á Føroya Læraraskúla. Tað, at hann var studentur, gjørdi eisini, at tíðin á Lærarskúlanum varð stytt eitt sindur.
Enn einaferð kom Hanus »ov seint« í skúla. Av tí at hann fekk niðursetta tíð, kom hann á vári í 1958 inn í árgang '56 flokkin á Føroya Læraraskúla. Og heldur ikki her stóð á at fullføra.
Á Læraraskúlanum hitti Hanus Helenu, sum seinni bleiv kona hansara. Tey vórðu liðug samstundis í 1960 og giftust í 1961.
Lívsstarvið byrjar
Hanus A. Samuelsen søkti og fekk starv á Føroya Studentaskúla, tá hann var liðugt útbúgvin lærari í 1960. Og í hesum starvi er hann framvegis.
Hanus greiðir frá, at fyrstu fýra árini gekk tað stillisliga fyri seg. Hann undirvísti í fleiri lærugreinum, sum ikki var óvanligt. Alt gekk sum vanligt fram til 1964. Tá fór skúlin av álvara at vaksa. Tá komu nógvir næmingar, bæði til real- og studentaskúlan.
Flokkarnir gjørdust fleiri og sostatt eisini tímarnir til hvørja lærugrein. Hanus varð tí biðin um at undirvísa studentaskúlanæmingum í føroyskum. Og í 1967 førdi hann teir fyrstu av hesum studentunum upp til próvtøku.
Hann hugsar seg um eina løtu. Leitar eftir nøvnum og sigur so, at tá hann í dag hyggur seg um í samfelagnum, eru mangir av teimum persónunum, sum í dag líkasum mynda samfelagið, fólk, sum hann hevur havt sum næmingar í síni tíð. Prestar, og læknar. Politikkarar og studentaskúlalærarar, og hvat nú øll eru vorðin.
Hanus roknar eitt sindur eftir fyri at finna fram til, hvussu nógvar næmingar hann man hava havt hesi árini. Ilt er at siga nágreiniliga soleiðis í eini knappari vend. Nakað væl oman fyri túsund munnu teir vera, heldur hann. Kanska út mót tveytúsund.
Og at minnast allar ber ikki til, sigur hann. Men teir fyrstu, hann hevði, heldur hann seg kenna allar kortini.
Hinvegin eru tað eisini persónar, sum eri komnir rættiliga væl fyri í samfelagnum, sum hann hevur havt sum næmingar, uttan tó at minnast teir aftur.
Hevur trivist væl
Hanus sigur, at hóast tað kann tykjast at vera sama mylnan at fara í gjøgnum ár um ár, er tað kortini ikki so. Nýggj fólk koma, meðan onnur fara, og øll eru ymisk. So alt í alt er rættiliga stór umskifting alla tíðina.
Men tað, sum hevur talt eina mest er, at hann hevur trivist væl í starvinum, sigur hann.
Broytingar eru hendar hesi árini, Hanus A. Samuelsen hevur undirvíst. Realskúlin fall burtur, og HF skeiðini komu aftrat. Hanus fór at undirvísa í føroyskum burturav, og tað dámar honum væl.
Hann greiðir frá, at hann gekk á ársskeiði í føroyskum hjá Christiani Matras á Fróðskaparsetrinum, fyrsta árið Christian Matras var komin aftur til Føroya. Hetta skeiðið var í 1964-1965. Síðan hevur hann luttikið í ymsum skeiðum, sum verið hava.
Føroyskt mál hevur altíð havt hansara áhuga, greiðir Hanus frá. Tað kemst ikki minst av tí tjóðskaparliga medvitinum, hann hevur við sær úr Húsavík. Har í bygdini var nógv sjálvstýrisfólk.
Hanusi dámdi væl norrønt mál, sum hann las rættiliga nóg og harvið fekk stóran kunnleika til. Tað hevur hann kunnað brúkt í undirvísingini seinni.
Lívið hevur givið avbjóðingar
Hanus og Helena Samuelsen bygdu uppi í Hoyvík. Hetta var nær við arbeiðsplássið hjá Hanusi á Studentaskúlanum í Hoydølum. Tey eiga tvey børn. Óla og Janu.
Við Janu broytist lívið munandi, sigur Hanus. Jana er brekað og treingir til røkt og umsorgan alla tíðina. Og tað er greitt, at tá soleiðis er, verður annað valt frá.
Tá Jana varð fødd í 1966 vóru ikki teir stóru møguleikarnir at velja ímillum. Tá læknarnir søgdu, hvat henni bagdi, var at hava hana heima,ella at senda hana á Rødbygård. Helena og Hanus valdu at hava Janu heima.
Tað var stríggið, greiðir Hanus frá. Nógv ferðing aftur og fram til sjúkrahús í Danmark.
Tað var sera trupult at hava eitt brekað barn i Føroyum tá. So nógvar hugsanir vórðu gjørdar um, hvørt tey skuldu flyta til Danmarkar ella ikki. Men tey valdu at verða verðandi og heldur royna at arbeiða fyri at fáa betri umstøður í Føroyum.
Tað arbeiðið, tey gjørdu tá, sigur Hanus, varð ein av grundunum undir felagnum Javna, sum seinni varð stovnað. Helena Samuelsen gjørdist fyrsti formaður í Javna og var formaður felagsins í nógv ár.
Hesi árini vórðu sera virkin ár hjá familjuni Samuelsen. Ikki var skrivstova ella tílíkt til taks, so tað arbeiðið varð alt gjørt á køksborðinum uppi í Hoyvík. Og fundirnir vóru nógvir.
Javni hevur alla tíðina verið virkið felag. Nógv eru málini, felagið hevur virkað fyri og fingið loyst hesa tíðina, felagið hevur verið til. Tað fyrsta, minnist Hanus, var at fólk hóast andaliga ófullfør kundu sleppa at búleikast her í landinum. so kom Frítíðarheimið í Skrivaragøtu, sum er umlættingarheim fyri brekað fólk. Annað, sum er at nevna, er byggingin á Eirargarði.
Jana búði heima hjá foreldrunum, til hon var 14 ára gomul. Tá flutti hon út á Eirargarð at búgva.
Seinnu árini hevur so aftur verið betri tíð til ymiskt annað, tey hava áhuga fyri. Eitt nú at ferðast, sum tey hava gjørt serliga nógv av her heima.
Teimum dámar væl at koma út, siga tey bæði Hanus og Helena. Ganga í haganum og síggja og uppliva tað, sum har er. Ans hava tey fyri vøkstri og tí, sum annars er í haganum.
Og nógv er at finna, vita tey at siga. Ikki fornoktar hesin áhugin seg heldur heima við hús. Sjáldsamir steinar og tinnur eru at síggja víða um í húsinum.
Men áhugin fyri bókum er heldur ikki til at fjala. Og tað eru ikki bara bøkur hjá øðrum. Bæði Helena og Hanus A. Samuelsen hava givið fleiri bøkur út. Alt frá Føroyasøgu og bygdarsøgu yvir ferðafrásagnir til bók um viðurskiftini hjá brekaðum, sum er bók ognað dóttrina Janu.
Hanus A. Samuelsen ætlar ikki at gevast at undirvísa, verður lív og heilsa, hóast hann hevur starvast í 40 ár á Studentaskúlanum. Hann hevur nøkur ár eftir enn, til hann verður pensionistur, og ta tíðina ætlar hann at vera til arbeiðis.