Valdsharri her er tann gamli og klóki Dúntóri, men Gondors hásæti er mannleyst, tí Dúntóri er bara uppsitari ella jallur fyri ta kongsætt, sum misti valdið, tá Ísildur á sinni fall. Hugtakandi er at lesa um [...] óndskapur er ein veruligur og virkin máttur, er eisini væl og virðiliga umboðað í Ringanna Harra. At henda hugsan er røtt, tykist veruleikin at bera vitnisburð um. Taka vit eini tvey lond frá, er alt Afrika [...] sjey kringunum. Samstundis er tað hent í Róhan, at Tjóðheðin kongur, ernaður upp, nú Ormstunga er burturrikin, hevur gjørt av at fara í bardaga og koma Gondor til hjálpar. Tað er nú, Aragorn ger av at leita
ára gomul. Pápin er Torbjørn Lisberg ættaður úr Fámjin. Hann er føddur 1921 og er nú 84 ára gamal og still going strong. Torbjørn er m.a. sera aktivur innan pensionistafelagið á Tvøroyri og hevur skipað fyri [...] sjógvi og landi er góðar 200 mió kr og umleið 250 fólk eru í starvi í fyritøkunum. Marner er nevndarformaður í P/F Delta Seafood, P/F Sandoy Seafood og P/F Faroe Marine Biotech á Eiði. Tað er ikki lætt at [...] Marner er Trongisvingur. Hann er føddur á Tvøroyri í 1955 og hevur búð í Trongisvági so at siga alla sína tíð. Mamman var Andrea, f. Sørensen ættað av Tvøroyri og fødd í 1920. Hon doyði í 2001, 81 ára
Tað er vorðin ein fastur táttur í skúlunum kring landið at skipa fyri evnisdøgum, har ávís evni verða tikin upp og kannað og viðgjørd út í æsir. Eins og undanfarin ár skipaði Hósvíkar skúli í farna mánaði [...] skuldi verðið boðað frá eldsbruna. Venjingin eydnaðist rímiliga væl, men vísti kortini, at neyðugt er við støðugum royndum. Spurdir, hvussu teimum dámdi evnisdagarnar, tykjast flestu næmingarnir samdir [...] royna ta ymisku bjargingarútgerð, sum finst. Spyrt tú teir, hvagar ein ringir, tá ið okkurt álvarsamt er á vási, eru teir kvikir at svara 1-1-2. Lærarar og næmingar fegnast um ta góðu undirtøku, foreldur
m enn vanligt. 2. Et regluliga og ofta. Leyp ikki nakra máltíð um, tá gerst tú svangari og lættari er at eta ósunt. 3. Planlegg tínar máltíðir. Ger ein lista áðrenn tú keypur inn, og keyp meira grønmeti [...] meira vatn. Tú orkar meira og gerst ikki líka svangur, um tú drekkur 7-8 gløs vatn um dagin. "Krydra" vatni við citrón ella appelsin. 5. Tak eina avgerð. Tey ið tapa seg nógv hava ofta tað til felags, at tey [...] teg noyddan at brúka tað. 10. Viga teg regluliga. Tá kann tú fylgja við tíni vekt, og síggja hvat tað er sum ger at tað gongur niðureftir ella uppeftir.
frammundan, er ikki grundarlag fyri norsku línubátunum undir Føroyum. Línumenn halda, at føroysku skipini hava brúk fyri leiðunum, har norsku línubátarnir royna, serliga um várarnar, tá ið gýtingin er fyri, [...] Landsstýrismaðurin vísir á, at tíðir broytast, og tí er eisini ymiskt, hvønn týdning eitt nú føroyskir línumenn leggja í at veiða brosmu og longu á djúpum vatni. - Undanfarin ár hevur toskafiskiskapurin hjá føroysku [...] føroysku línubátunum verið góður, men nú minni toskur er at fáa, er djúpa vatnið vorðið meira áhugavert aftur. Rólant Poulsen, formaður í Línuskipum, vísti fyrr í vikuni á, at hýran umborð á eitt nú føroysku
samráðingarleiðari, ásannar, at hesin parturin av misgávum ikki er við í tíðindaskrivinum. Hann sigur, at norska botnfiskakvotan undir Føroyum er minkað eitt lítið vet í mun til kvotuna seinasta ár. Noreg hevði [...] hevði loyvi at fiska tilsamans 5.410 tons í fjør, men í ár er talið 5.267 tons. - Hetta er sostatt ein lítil minking í norsku botnfiskakvotuni undir Føroyum, staðfestir samráðingarleiðarin. Longa og brosma [...] línubátar kunnu fiska á djúpum vatni undir Føroyum í senn, og sambært Fiskimálaráðnum, eru fýra bátar komnir higar at royna, nú fiskiveiðiavtalan millum londini bæði er komin upp á pláss. Trupult í Oslo
niðasti parturin av kirkjugarðinum stendur undir í vatni, tá ið nógv avfall er. Hetta hevur millum annað havt við sær, at fleiri gravir hava verið undir í vatni. Trupulleikin tykist verða ein á, sum rennur undir [...] partvís oyðiløgd, og tí fløðir tað, tá ið nógv avfall er. Har er okkurt galið við frárenningini, og vit eru sjálvsagt ógvuliga harmir um, at so er, men málið verður loyst, sigur Tóri í Hoyvík. [...] Býargartnarin í Havn, Tóri í Hoyvík, sigur, at kommunan er vitandi um trupulleikan, og at tað verður tikið hond um málið í nærmastu framtíð. Hatta er ógvuliga keðiligt. Vit hava givið boð um at loysa trupulleikan
verkætlanini er eingin trupulleiki. - Vit hava verið í samband við fleiri fíggingarstovnar, og stórur áhugi er fyri at fíggja ætlaninar. Sjálv verkætlanin er soleiðis í pottinum, og sambært stjóranum er fíggingini [...] ið streymnýtslan er størri, og rúm er fyri meira streymi á netinum. Tú fært ikki líka nógvan streym úr turbinuni, sum tú brúkar til at pumpa vatnið niðan í ovaru byrgingina við. Talan er um eitt tap upp [...] hjá okkum er at brúka orkuframleiðsluna hjá vindmyllunum so væl sum tilber eisini tá ið tørvurin á streymi á netinum er minni, sigur Jóhan. SEV í buktini Samlaða verkætlanin hjá Sp/f Røkt er mett at kosta
Samstundis er stór gongd í at menna elektrolýsuverk, har vindmyllur gera streym til framleiðslu av vatni. Harafturat verður arbeitt við at menna alduorku. Tað er eitt arbeiði, sum SEV er farið undir saman [...] oljan er nú so dýr, at SEV noyðist at hugsa um aðrar orkukeldur. - Tað er eisini ein ábyrgd sum SEV tekur í fullum álvara og tí er felagið ógvuliga opið fyri nýggjum møguleikum. Í hesum sambandi er vindorka [...] Hetta við at netið órógvast, er ikki ein trupulleiki, sum bara føroyingar hava. Munurin er bara, at vit mugu klára okkum sjálvi. Vit liggja einsamøll úti í Atlantshavi og netið er sera lítið, samanborið við
av røktarheimi. Stuðulin sum verður veittur, er helvtin av útreiðslunum av hvørjum búplássi, tó í mesta lagi kr. 500.000 fyri fólki. Longu 31. januar 2006 er umsóknarfreistin úti. Saman við umsóknini skulu [...] skulu vera, tekningar, kostnaðarmeting og staðseting av heiminum. Treytin er at byrjað verður beinanvegin og røktarheimi skal standa liðugt í 2008. Tó í ávísum føri kann gevast undantak at fara inn í 2009 [...] freist uppá góðan mánaða, uppá eina verkætlan sum í okkara føri fer at kosta uml. 30-40 mió krónur, er beinleiðis ábyrgdarleyst. Fíggjarætlanirnar hjá kommunum skuldu vera inni hjá landsstýrinum 3. des