Marner er Trongisvingur. Hann er føddur á Tvøroyri í 1955 og hevur búð í Trongisvági so at siga alla sína tíð.
Mamman var Andrea, f. Sørensen ættað av Tvøroyri og fødd í 1920. Hon doyði í 2001, 81 ára gomul. Pápin er Torbjørn Lisberg ættaður úr Fámjin. Hann er føddur 1921 og er nú 84 ára gamal og still going strong. Torbjørn er m.a. sera aktivur innan pensionistafelagið á Tvøroyri og hevur skipað fyri mongum útferðum innan sum uttanlanda saman við øðrum góðum kreftum.
Torbjørn og Andrea fingu tveir dreingir - Jens sum býr í Havnini og Marner. Jens er vælkendur sum tónleikari í m.a. Sputnik. Tey seinni árini hevur hann roynt seg sum solistur og eisini saman við dóttrini Kristel Lisberg.
Marner gekk í barnaskúla í Trongisvági, til hann 10 ára gamal fór út á Tvøroyri at ganga í skúla. Hann tók realprógv í 1973. Eftir hetta fór hann á HF á Tvøroyri, har hann tók prógv í 1976.
Eftir lokið HF prógv fór Marner til Havnar at ganga á lærararskúla, har hann tók prógv í 1981. Hann fekk starv sum lærari við Tvøroyrar skúla í 1981 og var lærari har í 9 ár til 1990. Ì lestrartíðini í Havn var Marner sera virkin innan SU- Sosialistisk Ungmannafelag og var eitt skifti formaður í felagnum. Marner er javnaðarmaður og hevur eisini verið á Føroya Løgtingi einaferð sum varamaður fyri javnaðarflokkin í Suðuroynni.
Boð vóru í 1990 eftir Marner og eftir at hava starvast sum avloysari fyri skrivaran hjá Tvøroyrar Kommunu í eitt ár, fór hann í juni í 1991 í starv sum reiðari á skipunum hjá kommununi, Suðringi og Rankanum.
Tað vóru fleiri fólk sum ristu við høvdinum, táið Marner átók sær ábyrgdina av reiðaravirkseminum hjá kommununi. Ein skúlalærari sum ongantíð hevði pissað í saltvatn at fáast við fiskiskip. Havast skal í huga, at hetta var í ringastu kreppuárunum hjá føroysku fiskivinnuni, og tí var hetta ein stór uppgáva at taka á seg.
Við nærlagni, hegni og góðum samstarvi við flakavirkið á staðnum og kreditorarnar hjá skipunum, eydnaðist Marner at fáa skapt eitt gott grundarlag fyri tryggum raksti av rávørugrundarlagnum hjá virkinum. Saman við øðrum góðum kreftum var Marner ein av oddamonnunum, táið Phoenix var keyptur til Tvøroyrar, og var hann eisini í fleiri ár reiðari á skipinum.
Jeg var so heppin at koma í samstarv við Marner um somu tíð, táið jeg varð settur sum stjóri á Tvøroyrar Flakavirki í august 1991. Við góðum monnum sum Magnus Jespersen virkisleiðara og dugnaligum starvsfólkum, eydnaðist okkum at økja munandi um virksemið á plássinum. Í 1992 tók Tvøroyrar Flakavirki ímóti 11.000 tonsum av fiski og var tað størsta arbeiðsplássið í Suðuroynni.
Saman við Gudmundi Mortensen og Ólavi Bjarkhamar, stovnaðu okur Delta Seafood 1. august 1995. Virksemið byrjaði í einum leigaðum fiskakjallara hjá P/F N.J. Mortensen á Tvøroyri. Fyrsta árið var sølan 15 mió kr. Delta Seafood er síðani vaksið ógvuliga nógv og umfatar nú, umframt virkið á Tvøroyri, eisini TG Seafood í Hvalba, Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi. Harafturat eru skipini Suðringur, Hoyvíkingur og Kúrberg partar av virkseminum hjá Delta samtakinum. Umsetningurin hjá feløgunum á sjógvi og landi er góðar 200 mió kr og umleið 250 fólk eru í starvi í fyritøkunum. Marner er nevndarformaður í P/F Delta Seafood, P/F Sandoy Seafood og P/F Faroe Marine Biotech á Eiði.
Tað er ikki lætt at geva eina fullkoma lýsing av persóninum Marner Lisberg. Hann hevur sera nógvar dygdir. Sum vinnulívsmaður er Marner ein ógvuliga samvitskufullur persónur har álit, trúskapur, virðing, erligheit og ábyrgd eru eyðkennini fyri persónin. Marner hevur stórt fólkatekki, og hann torir at siga sína meining á røttum stað og til røttu tíð. Somuleiðis er hann ógvuliga jaligur av lyndi og roynir altíð at vera uppbyggandi og finna loysnir, táið trupulleikar viðhvørt herja á.
Mangan hevur hann tikið til orðanna: "Okur eru lopnir útí, og nú er at svimja alt tað okur orka" ella at "hann sum einki torir at vága, hann einki vinnur". Mangan hava okur ásannað at so er. Undir Marnersa leiðslu vóru fyrstu royndirnar gjørdar at føra feskan kongafisk úr Irmingarhavinum til virkingar í Føroyum, royndir vóru gjørdar eftir búrfiski og Suðringur fiskar nú burturav fiskasløg sum stinglaks, langasporl og háv á djúpum vatni. Fiskasløg sum fyri stuttum vóru tveitt í havið.
Mær rennur í hug tiltiknu orðini hjá AP Møller: "Den som har evnen har også plikten". Hetta kann av sonnum sigast um Marner.
Marner er góður vertskapsmaður og er aloftast í sentrum, táið fólk koma saman til gaman. Við síni frálíku rødd hevur hann sungið mangan góðan og fingið øll fólkini at hugnað sær. Marner var saman við beiggjanum Jens ein av berandi kreftunum aftanfyri bólkin Sputnik, sum var ein sera vælumtóktur bólkur í byrjanini av 80 unum. Í dag er tónleikur mest ítriv hjá Marner, men viðhvørt luttekur hann á konsertum saman við beiggjanum Jens.
Marner giftist í 1982 við Hjørdis Nolsøe sum er ættað úr Trongisvági. Hon arbeiðir á reiðaravirkinum sum gerða út Suðring, Hoyvíking og Kúrberg. Tey eiga tvær døtur. Diana sum er fødd í 1982og Anita fødd í 1987. Diana fer komandi vár undir pedagogútbúgving meðan Anita gongur á studentaskúla í Vági.
Í Hjørdis hevur Marner ein ógvuliga góðan stuðul. Tað er altíð stuttligt og hugnaligt at vitja heim teirra í Trongisvági og njóta allan blíðskapin frá teimum.
Góði Marner. Okur eru mong sum heilsa tær á fimmti ára føðingardegnum og síggja fram til mong góð ár saman við tær.
Egil