Røkt í Vestmanna setir sítt álit á el-veitingarlógina

- Verkætlanin við fleiri nýggjum vindmyllum í Heygadali í Vestmanna er ikki slept, og vit bíða nú eftir, at landsstýrismaðurin fer at fremja nýggju orku-og elveitingarlógina, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Sp/f Røkt

Vindorka

Sp/f Røkt í Vestmanna hevur ikki slept ætlanunum at veksa um framleiðsluna úr vindorku í Føroyum.
Á ráðstevnuni, sum nú verður um olju, fer stjórin í Røkt, Jóhan í Niðristovu, at hava eina framløgu um stóru og áhugaverdu verkætlanina, sum felagið arbeiðir við at fremja.
Felagið, sum frammanundan hevur tríggjar Vestas-vindmyllur í Heygadali, ætlar at seta upp eina rættiliga vindmyllupark, soleiðis at myllurnar tilsamans verða umleið 15 í tali alt eftir, hvussu stórar nýggju myllurnar verða.
Á henda hátt fer felagið at veita føroyingum bíligari orku, samstundis sum myllurnar fara at spara okkum fyri nógvar dálkandi litrar av olju til streymframleiðslu.
Myllurnar, sum Sp/f Røkt longu hevur í Heygadali, eru av sama slagi og av somu stødd, sum nýggju myllurnar, ið SEV hevur í Neshaga.
Felagið í Vestmanna hevur eina avtalu við SEV um levering av streymi fyri ein ávísan kilowattprís í 10 ár. Síðan eru partarnir leysir av avtaluni.

Goymast í vatni
Tá ið nýggja vindmylluparkin hjá Røkt er komin í gongd, fara myllurnar hjá felagnum at framleiða meira orku um kvøldarnar og næturnar, enn netið hjá SEV kann taka ímóti sambært krøvum hjá SEV.
Tí byggir verkætlanin eisini á at "goyma" yvirskotsorkuna, sum vindmyllurnar eru førar fyri at framleiða, tá ið nýtslan er minni. Orkan verður goymd í vatni. Hetta fer fram á tann hátt, at ein kombinerað pumpu-og turbinuskipan verður sett upp, sum við el-orku frá vindmyllunum pumpar vatn úr byrgingini í Heygadali niðan í byrgingina á Mýrunum. Haðani rennur vatnið so omanaftur um turbinuna, sum "umsetir" vatnið aftur til streym í dagtímunum, tá ið streymnýtslan er størri, og rúm er fyri meira streymi á netinum.
Tú fært ikki líka nógvan streym úr turbinuni, sum tú brúkar til at pumpa vatnið niðan í ovaru byrgingina við. Talan er um eitt tap upp á umleið 20%.
- Men vindurin sendir onga rokning. Tú kanst brúka hann ella lata hann "fara", men ætlanin hjá okkum er at brúka orkuframleiðsluna hjá vindmyllunum so væl sum tilber eisini tá ið tørvurin á streymi á netinum er minni, sigur Jóhan.

SEV í buktini
Samlaða verkætlanin hjá Sp/f Røkt er mett at kosta tilsamans 180 miljónir krónur.
Stjórin í felagnum, Jóhan í Niðristovu, sigur, at fíggingin av verkætlanini er eingin trupulleiki.
- Vit hava verið í samband við fleiri fíggingarstovnar, og stórur áhugi er fyri at fíggja ætlaninar.
Sjálv verkætlanin er soleiðis í pottinum, og sambært stjóranum er fíggingini tað eisini. Men trupulleikin er, at felagið sleppur ikki í gongd við at fremja ætlanina, tí neyðugu loyvini eru ikki fingin til vega.
- Okkara størsti trupulleiki er, at SEV ikki vil geva okkum loyvi at gera nyttu burtur úr vatninum omanfyri Vestmanna. Tað er SEV, sum hevur rættindini til vatnið - og tað er SEV, sum skal taka ímóti el-framleiðsluni hjá okkum. Uttan avtakara, er eingin meining í at framleiða orku. Tá ið vit fóru undir hesa verkætlan, vendu vit okkum beinanvegin til SEV og bjóðaðu teimum økt samstarv, men fingu noktandi svar.
Jóhan heldur, at SEV til eina og hvørja tíð kann loyva øktum samstarvi, men tá ið felagið eftir øllum at døma stendur fast við sítt, noyðist Sp/f Røkt at bíða eftir orku-og el-veitingarlógini, sum politiski myndugleikin á økinum arbeiðir við. Lógin fer ætlandi at gera, at landsstýrismaðurin í orkumálum í nógv størri mun kemur at hava ein leiklut í orku-og el-veitingarspurningum.

Ikki í dvala
Spurdur, um negativa støðan hjá SEV ikki hevur tikið "luftina" úr teimum, sum standa aftanfyri Sp/f Røkt, sigur hann:
- Nei, vit liggja ikki í dvala, og verkætlanin er ikki slept. Vit seta okkara vónir til nýggju lógina á økinum. Gongd er í hesum arbeiði, og vit vóna, at lógin verður løgd fyri tingið í hesi tingsetuni, men tað er so tað fyrsta, vit kunnu rokna við.
Jóhan vísir á, at andin í nýggju lógini er at troyta allar møguleikar fyri varandi orku.
- At fremja sjálva verkætlanina, síggja vit, sum tann minsta trupulleikan, hóast tað eru stór tøl, vit tosa um. Tað, sum hevur verið tyngst, er at sleppa í gongd og tað eru vit ikki slopnir enn, sigur Jóhan í Niðristovu.

Størri myllur
Í stuttum kann sigast um verkætlanina
hjá Sp/f Røkt, at við 10 megawattum av vindorku, kann felagið framleiða 35 miljónir KWh.
- Eftir at hava brúkt ein part av hesi orku til at pumpa vatn niðan úr niðaru byrgingini og umgjørt vatnið aftur til orku, kunnu vit levera umleið 33 miljónir KWh út á netið, sigur Jóhan.
Enn hevur felagið í Vestmanna ikki gjørt
av, hvat slag av vindmyllum, teir fara at seta upp í Heygadali, men stjórin sigur, at óhugsandi er ikki, at talan verður um Vestas-vindmyllur.
- Vit hava heldur ikki gjørt av, um talan verður um 660 kilowatt-myllur ella um vit velja at fara upp á 850 kilowatt, sigur stjórin.
Støddin á nýggju myllunum verður sum nevnt avgerandi fyri, hvussu nógvar tær verða í tali.

Samanbering
Jóhan í Niðristovu hevur eisini samanborið verkætlanina hjá Sp/f Røkt við Eiði 2 verkætlanina hjá SEV og er komin eftir, at vindmylluætlanin er munandi lønsamari.
- Íløgan hjá okkum er upp á tilsamans 180 miljónir krónur, tá ið bæði vindmyllur og orkustøð eru tikin við. Eiði 2 ætlanin snýr seg um 150 miljónir krónur, uttan turbinur. Seinni hava 200 miljónir krónur verið nevndar, og tá eru turbinurnar íroknaðar. Eiði 2 ætlanin gevur eina økta orkuveitan upp á umleið 17 miljónir KWt. Hinvegin kemur okkara verkætlan at geva eina veitan upp á 33 miljónir KWt netto.
Útrokningarnar hjá Sp/f Røkt siga, at framleiðslukostnaðurin fyri hvønn KWt í Eiði 2 ætlanini verður millum 8,50 og 10 krónur, meðan kostnaðurin fyri hvønn KWt við vindorkuni hevði ligið millum 5 og 6 krónur.

Lægri el-prísir
- Okkara verkætlan hevði tí skapt grundarlag fyri at lækka orkuprísirnar í Føroyum, og tað hevði verið øllum samfelagnum at gagni. Sum nú er, bendir einki á, at orkuprísirnir lækka, nú oljan er so dýr, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Sp/f Røkt.