Fiskivinna
Í tíðindaskrivinum, sum Fiskimálaráðið hevur sent út eftir fiskiveiðisamráðingarnar við Noreg, stendur einki um norsku botnfiskakvotuna undir Føroyum, sum felagið Línuskip ynskir, har piparið grør.
Av misgávum
Andrass Kristiansen, samráðingarleiðari, ásannar, at hesin parturin av misgávum ikki er við í tíðindaskrivinum.
Hann sigur, at norska botnfiskakvotan undir Føroyum er minkað eitt lítið vet í mun til kvotuna seinasta ár.
Noreg hevði loyvi at fiska tilsamans 5.410 tons í fjør, men í ár er talið 5.267 tons.
- Hetta er sostatt ein lítil minking í norsku botnfiskakvotuni undir Føroyum, staðfestir samráðingarleiðarin.
Longa og brosma
Andrass sigur, at tað, sum norðmenn í fyrsta lagi hava loyvi at fiska undir Føroyum, er longa og brosma.
- Í fjør kundu norsk skip eisini fiska eina minni nøgd av svartkalva og havtasku, men hesi fiskasløgini eru tikin burtur úr avtaluni í ár, sigur hann.
12 norskir línubátar kunnu fiska á djúpum vatni undir Føroyum í senn, og sambært Fiskimálaráðnum, eru fýra bátar komnir higar at royna, nú fiskiveiðiavtalan millum londini bæði er komin upp á pláss.
Trupult í Oslo
Samráðingarnar millum londini vóru á embætismannastigi, har samráðingarfólkini høvdu fingið nakrar heimildir frá myndugleikunum at samráðast út frá.
Andrass Kristiansen sigur, at samráðingarnar í Oslo í desember vóru strævnar, men betur gekst, nú partarnir hittust aftur í Keypmannahavn.