Søkja ikki

Klaksvíkar Býráð hevur seinastu árini arbeitt við undangonguverkætlan innan eldraøkið, har landsstýrið so gott sum ikki hevur verið við

Gunvá við Keldu, Limur í Sosialu Nevnd Klaksvíkar Býráðs






Tað kann tykjast løgi fyri klaksvíkingar og norðoyingar at hoyra í fjølmiðlunum, at Klaksvíkar Kommuna ikki sendir umsókn við umbøn um stuðul til røktarheimsbygging.

Føroya Lansstýri hevur fulla ábyrgd av eldraøkinum!
19. des. 2005, samtykti Føroya Løgting eina lóg, fyri at fáa nøkur røktarheimspláss til vega í skundi, har kommunurnar fáa ein møguleika at søkja um stuðul til bygging av røktarheimi. Stuðulin sum verður veittur, er helvtin av útreiðslunum av hvørjum búplássi, tó í mesta lagi kr. 500.000 fyri fólki. Longu 31. januar 2006 er umsóknarfreistin úti. Saman við umsóknini skulu vera, tekningar, kostnaðarmeting og staðseting av heiminum. Treytin er at byrjað verður beinanvegin og røktarheimi skal standa liðugt í 2008. Tó í ávísum føri kann gevast undantak at fara inn í 2009 áðrenn liðugt verður.

Haldi at her skuldu allar kommunurnar havt melda út beinanvegin, at hetta finna vit okkum ikki í. At geva ein freist uppá góðan mánaða, uppá eina verkætlan sum í okkara føri fer at kosta uml. 30-40 mió krónur, er beinleiðis ábyrgdarleyst.

Fíggjarætlanirnar hjá kommunum skuldu vera inni hjá landsstýrinum 3. des. 2005 tvs. har hevur ongin kommuna havt møguleika at seta pening av fyri 2006, í øllum førum um tær ikki hava havt hetta við í ætlanunum.

Eisini inniber lógin, at tær kommunur sum ikki søkja nú, ikki kunnu søkja aftur fyrr enn 2009. Tvs. Klaksvíkar Kommuna sum hevur røktarheim á langtíðarfíggjaætlanini og pening settan av í 2008, ongan møguleika hevur at søkja í 2007.

Fund við landsstýrismannin
Tað er ikki meir enn 2 ár síðani vit í Klaksvík tóku í nýtslu sambýli og eldraíbúðir sum var ein undangonguverkætlan har landsstýrið so gott sum onki hevur hjálpt til fíggjarliga. Tí kann tað ikki vera rætt at landsstýrismaðurin fer út í fjølmiðlarnar og nevnir Klaksvíkar Kommunu, tá hann veit at vit hava nøkta 73% av tørvinum av røktarheimsplássum, har nógvar av kommunum liggja langt niðanfyri.

Klaksvíkar Býráð samtykti á býráðsfundi hóskvøldið 26. januar at biðja um fund við lansstýrismannin í Almannamálum um samlaðu støðuna á eldraøkinum í Norðoyggjum og hvussu økið best kann verða skipað. Vónandi spyrst nakað jaligt burturúr hesum fundi, eftir hesa køldu spann av vatni kommunurnar hava fingið omanyvir seg frá landsstýrinum.