Varandi orka
Sum støðan er nú, kunnu vit gloyma alt um at Føroyar skulu tapeserast við vindmyllum fyri at fáa meiri reinari og varandi orku.
Tað staðfestir Finn Jakobsen, verkfrøðingur hjá SEV.
SEV hevur hetta seinasta hálva árið gjørt royndir við vindmyllum í Neshaga í Eysturoy. Samstundis keypir SEV streym frá myllunum hjá Røkt omanfyri Vestmanna.
Hóast royndirnar av myllunum eru góðar, er Finn Jakobsen sannførdur um, at í sambandi við orkuveiting, koma vit at vera bundin av olju í mong ár afturat.
Kortini hevur hann stórt álit á, at tey næstu árini fer menningin innan varandi orkukeldur verða so stór, at tá eru fortreytirnar munandi broyttar og tá hugsar hann bæði um vindorku og um aðra, varandi orku.
- Men tað fara kortini at ganga eini 10-15 ár, áðrenn menningin er komin so langt, at varandi orkukeldur fara at gera nakran mun hjá okkum, leggur hann afturat.
Nokk til 1400-1500 húsarhald
Tað eru nú nógv ár síðani at SEV setti eina lítla vindmyllu, sum er 150 kW til støddar, upp í Neshaga omanfyri Nes í Eysturoy.
Men í summar setti SEV tríggjar myllur afturat upp í Neshaganum, men hesar eru væl størri.
Tær nýggju myllurnar eru frá Vestas og tær 660 kWt hvør, so tær eru væl størri enn gamla myllan, sigur verkfrøðingurin.
Hann sigur, at sum so hava tey góðar royndir av teimum nýggju myllunum.
- Tær hava virkað væl og bert onkur smávegis brek hava verið.
Hann sigur, at tær gera streym í eini vindferð úr 4 metrum um sekundið, upp í 25 metrar um sekundið, tá ið tær steðga.
Tað vísir seg, at myllurnar gera meiri og meiri streym, so hvørt tað líður út á veturin. Men tað hevur sína nátúrliga forkláring, tí framleiðslan veksur, so hvørt sum vindurin veksur út á árið.
Hetta síðsta hálva árið hava tær tríggjar nýggju myllurnar framleitt 3,58 milliónir kWt tilsamans.
Finn Jakobsen sigur, at útfrá teimum royndum, tey hava av teirri lítlu mylluni, hevur SEV mett, at tær tríggjar stóru myllurnar skulu kunna framleiða 7,6 milliónir kWt.
Sostatt vísa royndirnar higartil, at metingarnar hjá SEV hava hildið rættiliga væl.
Fyri at gera talið lættari at fata, kann vísast á, at eitt vanligt húsarhald brúkar 5000 kWt um árið.
Gera tær tríggjar nýggju myllurnar 7,6 milliónur kWt um árið, gera tær sostatt nóg mikið av streymi til 1400-1500 húsarhald.
Stórur munur á
Nógv verður tosað um vindorku Føroyum og ofta verður funnist SEV fyri at gera ov lítið fyri at menna vindorku í Føroyum.
Men vindmyllurnar í Neshaga eru eitt gott dømi um, hvussu viðbrekin vindorka í veruleikanum er.
- Allar tríggjar myllurnar standa lið um lið í Neshaganum. Ein skuldi trúð, at tær høvdu púra eins umstøður at virka undir, tí tað eru bara 200 metrar ímillum hvørja myllu. Men kortini vísir tað seg, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv hvør myllan hevur gjørt av streymi hetta fyrsta hálva árið, sigur Finn Jakobsen.
Hann sigur, at hetta hálva árið hevur tann norðasta myllan framleitt 0,98 milliónir kWt, tann mittasta hevur framleitt 1,125 milliónir kWt og tann syðsta hevur framleitt 1,475 milliónir kWt.
- Hetta vísur okkum, at skulu vit tosa um vindorku ræðir ikki bara um at hava eina góða myllu. Tað snýr seg sanniliga um at staðið, har hon verður sett upp, verður valt sera nágreiniliga.
Ikki bara góðar royndir
Finn Jakobsen sigur, at hetta hálva árið, sum er farið, hevur onkur mylla havt onkur brek, sum onkur onnur ikki hevur havt.
Tí ætlar SEV sær at skráseta framleiðsluna í eini tvey-trý ár afturat fyri at fáa eina heilt sanna mynd av, hvussu nógv ein nágreinilig plasering hevur at týða.
Samstundis hevur SEV samstarv við Røkt um myllurnar omanfyri Vestmanna og tá ið ein tíð er fráliðin, ber eisini til at samanbera framleiðsluna hjá hvørjari myllu í Neshaganum og í haganum omanfyri Vestmanna.
Hann sigur, at SEV hevur longu fingið heilt nógva vitan um orkuframleiðslu úr vindi í Føroyum og tey næstu árini skulu brúkast til at útvega enn meiri vitan.
Men royndirnar av hesum vindmyllunum hava ikki bara verið góðar.
- Nógv hevur verið tosað um, at tað órógvar netið hjá SEV at hesar vindmyllurnar koma afturat. Og tað hava vit eisini ásannað nú vit hava havt hesar tríggjar myllurnar.
- Myllurnar órógva netið, men enn hevur tað ikki verið verri enn so, enn at SEV hevur kunnað hildið seg innanfyri tey kravdu markvirðini.
Tá ið netið órógvast merkir tað, at SEV fær ikki leverað streymin við tí kravda spennings-góðskuna og tað kann gera at elektrisk tól og elektrisk útgerð, oyðilegst.
- Sostatt ber ikki til at seta fleiri myllur á netið hjá SEV, sum støðan er nú og tískil kunnu vit fyribils gloyma alt um at tapesera Føroyar við vindmyllum, soleiðis sum onkur kanska droymur um.
Hann vísir á, at ein dieselmotorur ella ein vatnturbina geva heilt støðugan streym, tá ið tær verða sett til.
- Men tað er ógvuliga ójavnt, hvussu nógv ein mylla framleiðir, tí tað veldst alt um, hvussu nógvur vindur er og tað ger, at netið órógvast.
Finn Jakobsen sigur, at í eini roynd at loysa trupulleikan við at netið órógvast, hevur SEV sett pening av í ár í eini roynd at útvega tól fyri, sum verða sett á netið og sum stabilisera spenningin, so at hann alla tíðina verður innanfyri tey kravdu markvirðini.
Talan er um eina battarískipan, sum tað løðir uppí, tá ið myllurnar geva ov nógvan streym, men sum streymur verður tappaður av, tá ið myllurnar geva ov lítlan streym.
Sostatt kann veitingin altíð verða støðug.
- Hetta við at netið órógvast, er ikki ein trupulleiki, sum bara føroyingar hava. Munurin er bara, at vit mugu klára okkum sjálvi. Vit liggja einsamøll úti í Atlantshavi og netið er sera lítið, samanborið við netini í øðrum londum. Men av tí at okkara net er so lítið, er tað tilsvarandi viðbrekið og tí tolir tað lítið av, áðrenn tað órógvast. Hinvegin er netið í Danmark samanbundið bæði við Týskland og Svøríki og tí tolir tað nógv meiri órógv enn okkara net tolir.
Tað er ikki av tilvild, at SEV hevur sett tríggjar myllur upp í Neshaga og at Røkt hevur tríggjar myllur omanfyri Vestmanna. Hetta er nevniliga tað, sum netið hjá SEV tolir, uttan at tað verður órógvað so nógv, at tað er neyðugt at keypa eina stabiliseringsskipan, sum enn er rættiliga dýr.
Stór menning
Spurningurin er so, hvat fer at henda framyvir
- Hetta komandi árið skal í fyrstu syftu brúkast til at fáa meiri vitan burturúr teimum myllum, vit hava keypt. Men tað skal eisini brúkast til at kanna um tað ber til at seta stabilserandi tól á netið so at fleiri myllur kunnu setast upp, uttan at órógva netið so illa, at SEV ikki fær hildið seg innanfyri tey kravdu markvirðini.
Finn Jacobsen sigur sostatt, at sum støðan er nú, kunnu vit gloyma alt um, at vindorka skal verða eitt álit í orkuveitingini í Føroyum.
Men nýggja tøknin, sum tann stabiliserandi útgerðin at seta á netið, kann broyta fortreytirnar rættiliga munandi og tá kann talan verða um vindorku á einum heilt øðrum støði.
- Fyrst verður tað kortini neyðugt at tøknin verður ment so nógv, at prísurin verður soleiðis, at tað ber til at fáa ein burðardyggan rakstur, annars verður streymurin ov dýrur.
Samstundis er stór gongd í at menna elektrolýsuverk, har vindmyllur gera streym til framleiðslu av vatni. Harafturat verður arbeitt við at menna alduorku. Tað er eitt arbeiði,sum SEV er farið undir saman við Wavegen. Í hesum sambandi hava SEV og Wavegen stovnað felagið SeWave, sum ætlar at gera eitt alduorkuverk við Nípuna í Vágoy.
Og í Noregi og Bretlandi verður eisini roynt at menna tøkni, sum kann vinna orku burturúr havstreymi. Í stuttum gongur tann tøknin út uppá at seta myllur niður á botn, so at tað er streymur, sum fær bløðini at mala, heldur enn vindur.
Sjálvur hevur Finn Jakobsen stórt álit á, at tøknin um nøkur ár verður so frammaliga, at tað ber til at nýta hana á burðardyggum grundarlagi og tá broytast fortreytirnar munandi.
Opin fyri møguleikum
Annars ásannar hann, at oljan er nú so dýr, at SEV noyðist at hugsa um aðrar orkukeldur.
- Tað er eisini ein ábyrgd sum SEV tekur í fullum álvara og tí er felagið ógvuliga opið fyri nýggjum møguleikum.
Í hesum sambandi er vindorka ein møguleiki, sum SEV hugsar nógv um og sjálvur ivist eg ikki í, at tað er ein framtíð í hesum. Tann framtíðin er ikki bara beint hinumegin næsta horn.
Sum sagt er nýtslutíðin fyri eina myllu í Føroyum áleið 3800 tímar um árið. Men eitt ár 8760 tímar og vit hava skyldu til at veita viðskiftafólki okkara støðugan streym allar 8760 tímarnar um árið. Orkan sum manglar í, má so framleiðast við vatnorku, ella aðrari orku.
Men enn stava 55% av orkuframleiðsluni hjá SEV frá oljuverkum, 40% stava frá vatnorku og bara 5% stava frá vindorku.
- Tí mugu vit hugsa um aðrar orkukeldur. Sjálvandi skulu vit útbyggja vatnorkuna, men eisini hon er avmarkað og hartil er tað dýrt at útbyggja hana. Hinvegin er vatnorkuútbygging ein íløga sum heldur sær rættiliga leingi, eini 50-100 ár, samstundis sum ein vindmylla bara heldur í 15 ár.
- Skulu vit hugsa um aðrar orkukeldur, verður mett, at tað ganga eini 10 ár, áðrenn elektrolýsuverkini verða so framkomin, at tey kunnu brúkast til burðardygga streymframleiðslu. Samstundis verður mett, at menningin av alduorku er á sama støði, sum vindmyllutøknin var fyri 15 árum síðani.
Harumframt er arbeiðið at menna verk, sum vinna orku burturúr havstreymi, men tann tøknin er eisini á sama støði, sum vindmyllutøknin var fyri 10 árum síðani.
- Hesi næstu 10 árini vænti eg sostatt, at rættiliga stór frambrot fara at enda í royndunum at menna varandi orkukeldur, sigur Finn Jakobsen.
Men hetta vísir bara, at vit verða rættiliga tengd at oljuni í nakað nógv ár afturat, leggur hann afturat.
Nú tað verið tosað um vindorku, alduorku og aðrar orkukeldur í nógv ár, men tað er ikki fyrrenn tey seinastu árini, at SEV er komið ígongd av álvara. Hava tit verið ov seinir á veg?
- Tað haldi eg avgjørt ikki. Vit hava fylgt gjølliga við tøkniligu menningini á økinum, men sum sagt ganga tað nøkur ár afturat, áðrenn tøknin er so frammaliga til føroysk viðurskifti, at vit kunnu fáa burðardygga orkuframleiðslu burturúr nógvum av teimum varandi orkukeldum, har menningin er komin longst.
- Tað er eisini ein spurningur um SEV skal vera royndarkanin og ganga undan at menna tøkni, sum enn er á royndarstigi. Vit kundu eisini gjørt sum grønlendingar. Teir hava heilt greitt boðað frá, at teir seta ongar vindmyllur upp, fyrrenn í 2010, tí tá meta teir, at tøknin er nóg frammaliga.
- Kortini halda vit at vit hava eiga at geva okkara ískoyti til menningina, sigur Finn Jakobsen. Tað er samstarv okkara í SeWave eitt dømi um, leggur hann afturat.
Sí annars
www.sev.fo
www.sewave.fo