Tað er vorðin ein fastur táttur í skúlunum kring landið at skipa fyri evnisdøgum, har ávís evni verða tikin upp og kannað og viðgjørd út í æsir. Eins og undanfarin ár skipaði Hósvíkar skúli í farna mánaði fyri evnisdøgum við heitinum: "Hvat skal eg gera?" Evnið fataði um fyrstuhjálp og bjarging av ymsum slag. Undirheitið á evnisdøgunum var: "Kunnu børn bjarga mannlívi?"
Vitjað var í svimjihøllini í Havn, har næmingarnir fingu undirvísing í lívbjarging og royndu seg sum lívbjargarar. Eisini fekk skúlin vitjan av sjúkrabili, sløkkilisbili og løgreglubili. Portørar, sløkkiliðsmaður og politistar vístu fram vælútgjørdu akfør síni og greiddu hegnisliga frá, hvønn týdning tað hevur at vera kvikur og bera seg rætt at, tá ið óhapp og vanlukkur stinga seg upp. Stjórin á Brandskúlanum við Áir var á skúlanum og segði frá varningartólum og neyðsynjarútgerð. Síðan var farið á Brandskúlan, har næmingarnir fingu roynt seg sum sløkkiliðsmenn. Eftir hesa spennandi løtu vórðu øll boðin inn í matarhøllina, har borðreitt var við saft og køku.
Næmingarnir sóu filmar um evnið, teknaðu vanlukkutilburðir og fólk í vandastøðu og gjørdu ymsar royndir, eitt nú at leggja fólk í læsta síðulegu. Eisini kannaðu teir bjargingarútgerðina í heimbygdini - á Garðsendasandi og á bryggjuni.
Seinasta átakið í sambandi við evnisdagarnar var ein venjing at kvika sær úr skúlanum, skuldi verðið boðað frá eldsbruna. Venjingin eydnaðist rímiliga væl, men vísti kortini, at neyðugt er við støðugum royndum.
Spurdir, hvussu teimum dámdi evnisdagarnar, tykjast flestu næmingarnir samdir um, at teir vóru frálíkir og kanska teir bestu higartil. Teir halda seg hava fingið væl burturúr og siga, at áhugavert var at síggja og royna ta ymisku bjargingarútgerð, sum finst. Spyrt tú teir, hvagar ein ringir, tá ið okkurt álvarsamt er á vási, eru teir kvikir at svara 1-1-2.
Lærarar og næmingar fegnast um ta góðu undirtøku, foreldur, stovnar og tey, ið komu á skúlan at greiða frá, vístu tiltakinum.
Eftir lokið dagsverk skrivaðu næmingarnir loggbók, og við nøkrum brotum úr tí, teir skrivaðu, lata vit teir við egnum orðum siga, hvat teir hava fingið burturúr:
Fyrsti dagur:
Vit byrjaðu við morgunsangi, og so fóru 1. - 4. fl. inn í Stórustovu, og vit í 5.-7. fl. fóru inn í Miðstovu. Vit fingu at vita, hvat vit skuldu gera í evnisvikuni. Síðan sóu vit ein fyrstuhjálparfilm og ein ordiliga spennandi film, sum vísti, hvat ein eigur at gera, um okkurt óhapp hendir. Síðan var fríkorter, og tá kom ein sjúkrabilur. Teir báðir portørarnir, Olaf og Kristian eita teir, vístu okkum, hvat teir brúka alt í sjúkrabilinum til, andingartól o.a., og tað var ógvuliga spennandi. Teir dugdu ógvuliga væl at siga frá um alt hetta, teir brúka. Nøkur sluppu at liggja á børuni. Tá ið teir vóru farnir, fóru vit at sparka fótbólt, síðan ringdi tað inn. So skuldu vit gera nakrar uppgávur. Eg veit, at henda evnisvikan verður ógvuliga spennandi.
Annar dagur:
Vit arbeiddu við uppgávum um, hvat vit skulu gera, tá ið óhapp er hent, hvussu vit kalla á hjálp, tá ið ein til dømis bløðir, hevur brent seg ella hevur mist vitið. Eftir fríkorterið kom bussurin, sum skuldi koyra okkum til svimjihøllina í Havn. Tá ið vit komu inn í svimjihøllina, lærdi ein maður og tvær gentur okkum at bjarga. Onnur gentan fór niður á botn eftir einari plátu, sum vigaði sjey kilo. Og so spurdi maðurin, um tað var nakar av okkum, sum kláraði niður á botn. So fór ein niður á botn, og hann kláraði at taka plátuna upp. Eftir tað skuldi onnur gentan leggja seg so, sum hon var um at drukna, so skuldi hin gentan leypa út eftir henni og svimja hana inn og toga hana upp á land og vita, um hon andaði. So fór Heidi í hylin, og so skuldi Katrin svimja út eftir henni, tað gekk fínt.
Triði dagur:
Í dag kom ein av brandbilunum í Tórshavnar Sløkkiliði á skúlan. Vit sóu alla ta nógvu útgerð, sum í honum er, til dømis ta 90 m longu brandslanguna, ið øll, sum vildu, sluppu at royna. Har var nógv trýst á. Og vit sóu amboðini, teir klippa bilar sundur við eftir óhapp. Har vóru nógvir sovorðnir saksar, ikki sum teir, vit brúka heima, men heilt stórir saksar, ein heilt stórur, sum kann trýsta fleiri tons. Seks av okkum sluppu inn í bilin í senn at hoyra, tá ið Hans Dávid segði frá. Er eldur í, fara seks mans avstað í hesum bilinum, fýra sita aftan og tveir framman. Hans Dávid hevði verið við, tá ið teir sløktu í MBM í Kollafirði, á Damor á Argjum og nógva aðrastaðni við.
Fjórði dagur:
Í dag loystu vit uppgávur, og onkur litaði tekningar av fólki í sambandi við vanlukkur. Tað gjørdu vit í okkurt um ein tíma. Tá ið tað var liðugt, kom Signheðin Davidsen at siga frá um, tá ið eldur kemur í. Fyrst vísti hann okkum myndir av brunasárum og greiddi frá teim ymsu stigunum, tá ið ein hevur brent seg. Hann segði eisini, at tað doyggja fleiri fólk av roykeitran enn av eldi. Hann greiddi frá varningartólum, eldsløkkjarum, rýmingarleiðum og hvussu tú brúkar eitt brandteppi. Síðan vísti hann, hvussu brandslangan á skúlanum riggar, og vit sluppu eisini at royna hana. Aftaná skuldu vit á Brandskúlan inni við Áir. Har skuldu øll royna at sløkkja eld. Har stóð ein hálv tunna, sum Signheðin festi eld í, so sluppu vit at sløkkja við eldsløkkjara. Eisini sóu vit, hvat hendir, tá ið tú stoytir 1 kopp av vatni í kókandi feitt í eini grýtu, tá koma 1700 koppar av dampi uppaftur, og tað sá øgiligt út. Eftir tað skuldu vit inn á Brandskúlan, og har vit fingu kaku og saft, sum Anny hevði gjørt.
Fimti dagur:
Eftir morgunsangin høvdu vit ymiskar venjingar, løgdu til dømis hvønn annan í læsta síðulegu, sum gjørt verður við ein, ið hevur mist vitið, men kortini andar. Síðan kom ein politibilur. Har vóru tveir politistar, Hermann og Olaf, og tveir skúlanæmingar úr Vágunum í starvsvenjing, sum eita Rutt og Jóna. Politistarnir greiddu á áhugverdan og stuttligan hátt frá tí, teir koma út fyri í arbeiði sínum. Tað er mangt og hvat. Teir vístu okkum handjørn og gassar, sum tú slært tjóvar við, men teir hava ongantíð brúkt teir. Síðan sóu vit ein revolvara við 9 mm kúlu. Seinni sluppu vit at sita í politibilinum, har onkur trýsti á nakrar knøttar, so bláu ljósini blunkaðu og sirenan ýldi: "Babubabubabu". Tað var sera stuttligt.
Brot úr loggbókum: Turið Clementsen, Marius Høgnesen, Sarita Joensen, Sóley Samuelsen
Lagt til rættis: Guðrun Durhuus, Marius Høgnesen, Anita Joensen, Anna Sømark