er um landsdyst. Danska liðið var tíðliga á vøllinum og hitaði væl og leingi upp, meðan føroyingarnir komu soleiðis pø a pø, og tá dómaratrioin og danska liðið til ásettu tíðina stóðu klárir at ganga inn [...] nýtslu. Og um nøkur teirra høvdu roknað við einum stórum fótbóltsupplivilsi, tá donsku meistararnir úr AaB vitjaðu fríggjakvøldið, so høvdu tey roknað skeivt. Grasið var grønt og tóktist hava kraft og saft [...] royndini frá John Petersen, og stutt eftir stútaði Uni Arge uppum málið. Síðstu løtuna fingu Fróði Benjaminsen og Helgi L. Petersen høvi fyri fyrstu ferð at royna seg á landsliðnum, og tað var hugaligt at leggja
komið í NSÍ hølini, og Jákup Lamhauge, býráðsformaður, segði nøkur orð. Hesa síðstu tíðina hevur nógv arbeiðið verið lagt í nýggja neystið á Glyvrum. Nú er tak komið á, vindeygu eru komin í, og tað hevur [...] árarnar vildu ikki sum manningin vildi, og bæði Suðuroyingur og Nólsoyingur høvdu hug at halda seg framat í startspurtinum. Eysturoyingar eru vanir at venja á deyðavatni, og tað kann hugsast, at tað órógvaði [...] stevnunum høvdu víst, og teir og manningin umborð á Nólsoyingi, sum tykist vera væl fyri, kappaðust alla tíðina um næstfremsta plássið. Fyri tey, ið hava áhuga í Havnarbátinum ? og tey plaga at vera mong
Útbúgvingin er í lagi, og avrikini hann og B36 hava rokkið seinastu árini hava verið á eini góðari leið, má sigast. Meistarar fyri fyrstu ferð síðani 1962, fyrsta árið hjá Sivic í 1997, og nummar trý í fjør [...] fram. ? Tað eru feløgini og leikararnir og bara teir partarnir, sum eiga menningina av føroyskum fótbólti. Feløgini hava gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði fyri at fáa betri úrslit, og tað vísir seg aftur nú [...] landsliðsvenjarin ger, er at koma til landið tríggjar dagar undan hvørjum dysti og so vera saman við spælarunum. Og onkuntíð er hann og hyggur eftir onkrum dysti. Tað er alt, alt ov lítið at krevja av einum l
atgongugjald var onkra staðni millum fýra og fimm hundrað. Grunnurin Tórsvøllur eigur sambært avtaluna millum felagið og grunnin tvey hundrað atgongumerkir, og so lótu vit eisini atgongumerkir til tey feløgini [...] møttu 2.500 áskoðarar upp, og tað var tvífalt metinum frammanundan, ið varð sett, tá KÍ sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð í august 1992 spældi í Europa Cup á heimavølli. KÍ luttók í undanumfarinum [...] seg niður og vera sitandi í føroyska summarkvøldinum í knappar tveir tímar, og sjálvandi hevur tað nakað at siga fyri áhugan millum áskoðararnar, um føroyska liðið hevur nakran møguleika, og tað vil oftast
yrkisspælari uttanlands og helst í Onglandi, og tað er hesum møguleikanum, landsliðsmaðurin stríðist fyri: ? Eg havi samband við onkran eingilsktmann, sum fæst við at keypa og selja spælarar, og í kvøld var ein [...] ferðina kendi Hans Fróði Hansen seg troyttan og móðan av fótbólti, at hann kom heim aftur. Nú er hann væl fyri og bíðar spentur eftir møguleikanum. Sum móti KÍ og B36 Hans Fróði Hansen hevur tey bæði seinastu [...] royndir á landsliðnum, og hann heldur ikki, at finska mótstøðuliðið var nakað serligt: ? Eg kendi tað ikki nógv øðrvísi, enn tá vit spæla móti KÍ og B36. Tá er mótstøðan stór, og eg haldi ikki, at hon var
heitið, og í faðirættina hava verið og eru eisini nógvir evnaríkir fótbótlsspælarar, t.d. Heðin á Lakjuni hjá KÍ. Magni á Lakjuni hevur leingi verið roknaður millum teir við góðum fótbóltsevnum, og fyri fimm [...] skaddur, men hesa síðstu tíðina hevur hann verið við hvørja ferð, og mikukvøldið fekk hann fyri fyrstu ferð loyvi at royna seg í altjóða uppgávu. Og tað var vorðið seg sum fyrsta roynd, tí Magni á Lakjuni gjørdist [...] Lakjuni seg upp at vera mest eyðsýndi framrættaði spælarin, og tíðliga í 2. hálvleiki var hann tvær ferðir uppá spæl. Fyrru ferðina fekk hann mál, og seinnu ferðina eydnaðist tað finsku verjuni at sparka burtur
stórur, men har er fólkagrundarlagið ikki so stórt, og tað vóru 250 áskoðarar og hugdu at, tá Breiðablik vitjaði. Talan var um eina tætta og javna uppgerð, og leingi sá tað út til, at liðið hjá føroyingunum [...] Breiðablik, og tólv ferðir royndu gestirnir móti málinum hjá Jens Martini Knudsen. At sita á beinkinum er ikki altíð so lætt, og serliga ikki tá tað er so tætt og spennandi, sum tað var millum Leiftur og Breiðablik [...] ikki gingið nakað serligt, og nú kappingin er hálvrunnin, er Akranes á trið aftasta plássi við sjey stigum, og tað er sama stigatal, sum tey bæði niðast staddu liðini, Keflavík og Fram, hava. ÍBV er næstfremst
til Jerusalem, so er hetta ikki so heilt galið. KÍ, B36, GÍ og HB kappast um meistaraskapin í ár, og tá kappingin verður liðug fyrst í oktober og meistarin er funnin, kann hesin arbeiða út frá, at á sumri [...] fjør í steypakappingini og HB í UEFA kappingini. GÍ spældi móti ungarska MTK úr Budapest, og gøtumenn taptu 3-1 á heimavølli og heili 7-0 á útivølli. HB vann 2-0 á heimavølli og tapti ólavsøkudag 4-0 í [...] milliónum krónum, og sjálvt um tað plagar at vera sagt, at B36 eigur nógvar góðar vinir, sum stuðla felagnum væl, og sjálvt um sjálvandi nakað fór burturav til venjingarleguna í Jugoslavia og til ferðina til
undirhald og dansur verða eins og vanligt høvuðstiltøkini á bygdastevnuni í Gøtu í ár. Stevnan verður sett leygardagin klokkan hálvgum trý, og er tað Petur Páll Mikkelsen, ið setur stenvuna. Men eins og gjørt [...] fríggjakvøldið verður nevniliga byrjað við fótbóltsdysti millum dreingjaliðini hjá GÍ og KÍ. Klokkan 19 opnar tivoli á Oyruni, og klokkan hálvgum átta verður aftur fótbóltsdystur. Tá fer annað lið hjá GÍ at leika [...] nýggja, og eisini fara nøkur vøkur sprund at undirhalda. Úr Gøtu verður sagt, at undirhaldið leygardagin og fólkafundurin leygarkvøldið við tíðini eru vorðin fastur táttur á Gøtustevnunum, og verða hesa
vóru nøgdir, og stjórin í felagnum, sum saman við hinum í leiðsluni var fyrikomandi og gestablíður, royndi at fjala stóra smílið og fagnaðin yvir ikki so lítlu upphæddina, sum næsta umfarið og Glasgow Rangers [...] tað, og í hesu partinum saknaðist, at teir royndu menninir tóku ábyrgdina á seg. Finsku mótstøðumenninir dugdu væl at lokka HB menninar fram á vøllin, og so slerdu teir kontra og runnu ígjøgnum, og hetta [...] hevur tapt 10-0 í Intertoto Cup í Tromsø, og tað sveið í. HB hevur tapt 6-0 í Georgia og 6-0 á Kypros, og tað sveið. Nú upplivdu teir í HB enn eitt tennisegg, og sviðin er eins stórur. Men mistøkini vóru