Hans Fróði Hansen fer aftur uttanlands at royna seg

Fótbóltur: Væl trimmaði landsliðsmaðurin var ikki á nakran hátt skelkaður av mótstøðumonnunum

Hann skaraði burturúr. Tað var heilt týðuligt, at Hans Fróði Hansen hevur ikki ligið á tí løtu síðuni, síðani fyrra helvt av landskappingini var liðug:

? Eg venji tvær ferðir um dagin, og eg kenni meg at vera væl fyri. Arbeiðsdagurin byrjar klokkan níggju, og á veg til arbeiðis venji eg, og eftir arbeiðstíð venji eg so saman við hinum HBarunum.

Hetta segði Hans Fróði Hansen, tá vit eftir dystin mikukvøldið fregnaðust, hvør orsøkin er til, at hann tóktist vera so ógvuliga væl fyri, sterki miðverjin duldi ikki, hví hann leggur so ógvuliga nógv fyri. Hann hevur leingi havt ein dreym um at sleppa at royna seg sum yrkisspælari uttanlands og helst í Onglandi, og tað er hesum møguleikanum, landsliðsmaðurin stríðist fyri:

? Eg havi samband við onkran eingilsktmann, sum fæst við at keypa og selja spælarar, og í kvøld var ein av eygleiðarunum, sum liva av at fylgja spælarum, og hugdi at dystinum. Men eg dugi einki at siga um, nær og hvar talan verður um eina nýggja roynd, sigur Hans Fróði Hansen, sum eftir landsdystin í Skotlandi í oktober í fjør royndi seg í einum skotskum felagi. Tá var ætlanin, at hann eisini skuldi fara til Onglands, men ta ferðina kendi Hans Fróði Hansen seg troyttan og móðan av fótbólti, at hann kom heim aftur. Nú er hann væl fyri og bíðar spentur eftir møguleikanum.


Sum móti

KÍ og B36

Hans Fróði Hansen hevur tey bæði seinastu árini fingið nógvar altjóða royndir á landsliðnum, og hann heldur ikki, at finska mótstøðuliðið var nakað serligt:

? Eg kendi tað ikki nógv øðrvísi, enn tá vit spæla móti KÍ og B36. Tá er mótstøðan stór, og eg haldi ikki, at hon var størri í dag.

Heldur tú, at tú styrkti um møguleikarnar at fáa sáttmála í útlandinum?

? Avrikið hjá mær mugu onnur døma um. Í síni heild haldi eg, at tað gekk væl, men eg iðri meg um, at eg í einstøkum førum gjørdi púra óneyðug mistøk, sigur ein sjálvkritiskur Hans Fróði Hansen, sum uttan iva var besta maður á HB liðnum.